Rescue Lív fimm ár

Í dag eru fimm ár síðani, at bjargingarbáturin Lív varð settur í tænastu. ??

Rescue Lív hevur havt áleið 230 hjálparuppgávur síðan báturin bleiv settur í tænastu.??

Manningin telur 15 mans og eina kvinnu. Manningin gongur vakt tvær vikur og síðan frí í tvær vikur. Manningin hevur nógvar venjingar saman við tyrluni hjá Atlantic Helicopters, samarittinum hjá Reyða krossi og Rescue Ziska. Av og á eru eisini venjingar saman við løgregluni, sløkkiliðinum, MRCC og fiskiveiðiefturlitinum.

Dagurin verður hildin við at manningin møtist til eina hugnaløtu fríggjakvøldið at hátíðahalda fimm ára dagin hjá Rescue Lív.