Kristin Holm, hevur verið 14 dagar á Urðini, síðan 2. juli, syftunsøkudag, sum er fyrsti fleygadagur hjá nólsoyingum. Hjá honum plagar ikki at standa á at fleyga 100 lundar, tá ið nøkulunda liggur fyri við [...] Nógvur sildberi - Eg veit ikki, hvat er galið, men tað er ikki alt, sum tað eigur at vera, sigur Kristin. Hann sigur, at sildberi trýtur ikki, og tað er ikki langt ímillum, hann ber pisunum sild. So, líkt [...] fyrraári var vánaligt við lunda í Skúvoy og á Dímun, samstundis sum hetta árið var eitt tað besta hjá okkum, sigur hann.
ein buss hjá Bygdarleiðum, sum í dag eitur bussur nummar 4, stendur ferðaleiðarin úr Fuglafirði, Oddur á Lakjuni, í bláari knappatroyggju og svørtum regnjakka. - Hetta er fyrsti túrurin hjá mær á týskum [...] gongur á trøðni hjá Hilmari Kass. Tólini klikkja og við eitt eru úthúsini og smálombini hjá fyrrverandi formanninum í gamla sjálvstýri skrásett í fleiri privatum týskum myndasøvnum. Arvurin hjá Doris Í bussi [...] fløgg til heiðurs fyri fremmandu gestunum, sum leggja nógv fyri at uppliva Føroyar. Hetta er fyrsti steðgurin hjá Delphin á eini 17 daga norðuratlantiskari cruiseferð, har leiðin gongur til Íslands, Svalbarð
Høgættin er bítandi køld á Eiði. Kavin liggur í sjóvarmálan og vindurin strýkur suður eftir fjørðinum. Norðhavið, sum enn er álitið hjá útróðrarmanninum, sum tað var bæði fyri og eftir, at Mikkjal á Ryggi yrkti [...] landinum lamnar. Men hjá teimum bilti ikki. Teir fóru fyrst á Runavík og lógu so har einar tveir dagar, áðrenn avgjørt varð at fara til Eiðis. Tað er høgligt at rógva út av Eiði. Arthur sigur, at teir okkurt [...] hendan dagin, eru eisini mannaðir av einsamøllum monnum. Við tí triðja eru teir tveir mans. Arthur sigur frá, at teir hava verið her nú í fleiri ár á rað. Og tað ber til, letur hann at. Sjálvur hevur hann
Tíðindaskriv: “Virksemið hjá samtakinum royndist væl í fyrsta ársfjórðingi, og tað sæst m.a. aftur í hækkandi innlánum, útlánum, realkredittlánum og einum góðum tryggingarúrsliti hjá dótturfelagnum Trygd. [...] garkontum til ymisk endamál. Fyrsti kjattbottur av sínum slagi í Føroyum Føroya Banki leggur seg støðugt eftir at menna sínar talgildu pallar fyri at gera tað lættari hjá kundum at fáa yvirlit yvir síni [...] við hesum amboði er at gera tað lættari hjá kundum at fáa skjót svar og vitan um alskyns fíggjarviðurskifti – eisini uttan fyri vanliga upplatingartíð. Tølini hjá bankanum vísa, at nýggi kjattbotturin verður
og tørnaði soleiðis út er orsøkin til, at vit eru nummar fimm, og HB er nummar eitt, sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá Víkingi. Víkingur - HB 1-3 (0-1) 0-1: Pætur J. Petersen 20. 0-2: Hilmar Leon Jakobsen [...] FM kandidatarnir í HB eru á veg úr Sarpugerði, har vindurin argaði nógv, og suður aftur í høvuðsstaðin við 3-1 sigri. Heri Hjalti Mohr, sum av álvara hevur vunnið fast pláss á liðnum, átti uppleggið, tá [...] varð bríkslað fyri brotssparki til Víking, og tað umsetti Sølvi Vatnhamar til mál. So snúði tað seg hjá heimaliðnum um at skora málið, sum kundi bera stig við sær, men soleiðis tørnaði tað ikki út. Fínt
ókeypis at sigla við Smyril hjá teimum, ið hava goldið atgongumerkið til tiltakið. Tað er bert ein fyrimunur fyri Smyril, tí hesi ferðandi brúka pengar umborð og høvdu ikki silgt suður, um einki tiltak var. [...] bara til Pál Joensen. Í Suðuroy eru 5 svimjarar, sum eru ovast og ovarlaga á altjóða styrkilistum hjá “Swim News”, “Swimming World Magazine” og swimrankings.net, og fleiri svimjarar eru á veg upp ímóti [...] eisini sagt, at ein 50-metra hylur hevði ligið betur í t.d. Tórshavn ella í Kambsdali. Men eingin sigur, at tað ikki er pláss fyri tveimum slíkum svimjihylum. Vit kunnu vænta, svimjingin fer at taka dyk
eins væl og tann havnin har fiskurin verður landaður fær eitt vørugjald. Stýrisskipanin hjá Tórshavnar havn sigur, at yvirskotið av virkseminum skal brúkast aftur til íløgur vinnulívinum at frama, soleiðis [...] manning hjá Tórshavnar havn sæð, sum eitt alneyðugt aðalmál fyri at bjóða framtíðini av fyri eitt oyggjasamfelag mitt í norðurhøvum – øllum Føroyum at frama. Fari hervið at bjóða Jógvani ein túr suður á h
eina góða og støðuga veiði í langa tíð framyvir, sigur havlívfrøðingurin á Havstovuni, Lise H. Ofstad. Sosialurin kann at enda skoyta uppí, at greinin hjá havlívføðinginum er skrivað fyri einum ári síðan [...] Fiskivinna Ein trý ára verkætlan, sum Havstovan hevur staðið fyri, vísir, at fyrsti føroyski fiskiskapurin, sum er burðardyggur, er veiðan eftir gulllaksi. Men ansast má eftir, at veiðan ikki gerst ov [...] september. Ein partur av samlaðu veiðini kemur haraftrat sum hjáveiða í svartkjaftafiskiskapi og í veiði hjá djúpvatnstrolarum eftir kongafiski og blálongu. Lise H. Ofstad skrivar, at stovnsmetingin av gulll
Eg var fyrsti formaðurin í felagnum, og eg eri errin av at hava verið við í einum felagi, sum hevur fingið so nógv gott á skafti, sigur hann. Í fjør gav Søren Søgaard út eina fløgu við sangum hjá sær. [...] kann blíva til seinni, sigur hann. Formaður í Grót Søren var ein av teimum, sum var við til at stovna Tónleikasamtakið Grót í Gøtu, og hann hevur eisini spælt á onkrum tiltøkum hjá teimum, síðani hann kom [...] fólkaskúlanum, tí tað dámar mær ikki. Kanska ein møguleiki fer at bjóða seg á onkrum miðnámsskúla, sigur hann.
dreymurin hjá mær er møguliga at lesa í London seinni. Skúlaskipan um allan heimin Eftir at hava tosað við Hugo, fór eg á bókasavnið, har eg tosaði við 19 ára gamla Alexei Rakov, ið er úr Suður Uraløkinum [...] Kings College í London, tí hann vil heim til Russland aftur at verða ráðharri ella advokatur. Hann sigur, at á hesum skúlanum er tolsemi alneyðugt, tí her lærir ein, at tolsemi ikki bert er eitt orð, men [...] ið skúlasamvirkið UWC, ella United World College umsitur. Nelson Mandela, fyrrverandi forsetin í Suður Afrika, situr í høvuðsnevndini. Heimspekin byggir á dreymin um veruligt altjóða samstarv og semju