HB liggur heilt væl á FM kósini

Tað eydnaðist heldur ikki Víkingi, sum í kvøld átti heimavøll at skala favorittarnar og toppliðið.

FM kandidatarnir í HB eru á veg úr Sarpugerði, har vindurin argaði nógv, og suður aftur í høvuðsstaðin við 3-1 sigri.

Heri Hjalti Mohr, sum av álvara hevur vunnið fast pláss á liðnum, átti uppleggið, tá ið Pætur J. Petersen legði HB framum 1-0. Tá vóru 20 minuttir farnir. HB hevði betri tak á spælinum í fyrra hálvleiki, men eftir steðgin vísti Víkingur góðan hugburð. Heimamenninir arbeiddu nógv, og talan var um spentar støður, men tað eydnaðist ikki at vinna úrtøku.

Innskifti Hilmar Leon Jakobsen økti um leiðsluna, og tá sá tað út til, at HB sigurin var staðfestur. Alt meðan Víkingur spenti álopsbogan í roynd at javna, gjørdi HB skjótt av í snarálopi. Mikkel Dahl spældi fram til Hilmar Leon Jakobsen, sum víkingarnir vildu hava at vera rangstaddan. Tað helt dómarin ikki, og so trillaði Hilmar Leon bóltin trygt framvið málverjanum.

Spenningur kom í aftur lítla løtu seinni, tá ið tað varð bríkslað fyri brotssparki til Víking, og tað umsetti Sølvi Vatnhamar til mál.

So snúði tað seg hjá heimaliðnum um at skora málið, sum kundi bera stig við sær, men soleiðis tørnaði tað ikki út. Fínt HB álop í vinstru endaði við, at Mathias Nygaard spældi út frá baklinjuni til Mikkel Dahl, sum smekkaði bóltin flatt og dygst inn við nærra stólpa.

3-1 til HB sum í seinna hálvleiki kanska bara hevði hesar báðar málmøgleikarnar, ið bóru mál við sær.

-Kenslan er framúr. Tað er altíð torført at spæla í Gøtu, og tá ið teir høvdu minkað um munin, kendist tað sum um, at síðsta løtan fór at vera tung, men tíbetur øktu vit um leiðsluna, og tá var so lítil tíð eftir, fegnast HB málverjin og liðformaðurin Teitur Matras Gestsson.

-Síðsta tíman eri eg nøgdur við. Síðsta korterið av fyrra hálvleiki og allan seinna hálvleik vístu vit góðan hugburð, og tað sást bæði vilji og orka alla tíðina. Men vit megnaðu ikki at umseta spentar støður og góðar møguleikar til mál. Teir høvdu tveir møguleikar í seinna hálvleiki. Vit mistu bóltin í uppspælinum, og tað bar 3-1 málið við sær. At tað gekk soleiðis og tørnaði soleiðis út er orsøkin til, at vit eru nummar fimm, og HB er nummar eitt, sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá Víkingi.

 

Víkingur - HB 1-3 (0-1)

0-1: Pætur J. Petersen 20.

0-2: Hilmar Leon Jakobsen 79.

1-2: Sølvi Vatnhamar br 81.

1-3: Mikkel Dahl 85.

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

 Víkingur: Elias Fagrá – Ari Olsen, Atli Gregersen, Vukasin Tomic, Noah Mneney – Bogi Reinert Petersen (Geza David Turi, 82.), Gunnar Vatnhamar – Andreas Lava Olsen, Sølvi Vatnhamar – Lukasz Cieslewicz (Jákup Johansen, 85.), Finnur Justinussen

 

Gult kort: Bogi Reinert Petersen, Vukasin Tomic, Finnur Justinussen

Venjari: Eyðun Klakstein

HB: Teitur Matras Gestsson – Heri H. Mohr, Bartal Wardum (Øssur Dalbúð, 67.) Samuel Johansen Chukwudi, Daniel Johansen – René Shaki Joensen (Hilmar Leon Jakobsen, 58.), Mathias Nygaard, Heðin Hansen, Pætur J. Petersen – Dan í Soylu, Mikkel Dahl

Gult kort: Pætur J. Petersen, Øssur Dalbúð, Heðin Hansen

Venjari: Jens Berthel Askou