Av Høvdavirkinum til Prixið

Danski vísutónleikarin starvast á Høvdavirkinum í Leirvík, men hann hevur annað í høvdinum enn høvd. Leygarkvøldið fer hann einsamallur á pallin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Um hálsin hongur ein gittar, og høvdið er kalt

? Eg veit ikki rættiliga, hví eg eri við í Prixnum.
Søren Søgaard verður næstan tikin á bóli av spurninginum. Men hann fótar sær.
? Kanska er tað fyri at vísa, at eg eri til, og at eg eri komin aftur til Føroya, leggur hann so afturat.
Søgan um danska tónleikaran, sum endaði í Føroyum, byrjar í 1989, tá ið hann fyrstu ferð hevði føroyska grund undir fótunum. Men tað var meira ella minni tilvildarligt.
? Eg var á veg heim til Danmarkar eftir eina ferð í Íslandi. Eg var við Norrønu, og vit løgdu at í Havn á ferðini heim. Eg gekk og mól nakrar tímar í Havn, og eg hugsaði beinan vegin, at her mátti vera gott at búgva, greiðir Søren frá.
Seinni fór hann við jøvnum millumbili at ferðast til Føroya fyri at spæla saman við Bergmonnum. Sambandið við Njál Sigurðjónsson, sum var annar av monnunum í bólkinum, var gott, og teir sendu av og á boð eftir Søren.

Skrivar til skuffina
Miðskeiðis í nítiárunum kom Søren til Føroya at arbeiða sum lærari, og hann var her í tvey ár, áðrenn leiðin aftur varð løgd til Danmarkar. Men tokkin til Føroya var framvegis stórur, og nú hann hevur fingið føroyska konu, var kósin aftur sett út í Atlantshavið.
Tey komu til Føroya síðsta summar og hava búsett seg í Leirvík.
Søren vaks upp í miðjútska býnum Brande. Har er tiltikið listasavn, og fleiri av vinmonnum hansara eru listamenn í dag. Sjálvur hevur hann altíð havt áhuga fyri list, og hann hevur størstan hug sjálvur at fáast við tónleik og at skriva.
? Eg havi skrivað nógvar yrkingar, onkrar stuttsøgur, og eg havi eisini roynt meg við eini skaldsøgu. Eg skrivi fyri tað mesta til skriviborðsskuffina, men eingin veit, hvat tað kann blíva til seinni, sigur hann.

Formaður í Grót
Søren var ein av teimum, sum var við til at stovna Tónleikasamtakið Grót í Gøtu, og hann hevur eisini spælt á onkrum tiltøkum hjá teimum, síðani hann kom aftur til Føroya.
? Eg var ikki tann, sum kom við hugskotinum til Grót, men eg tók undir við tí. Eg var fyrsti formaðurin í felagnum, og eg eri errin av at hava verið við í einum felagi, sum hevur fingið so nógv gott á skafti, sigur hann.
Í fjør gav Søren Søgaard út eina fløgu við sangum hjá sær. Tónleikurin, sum hann fer at spæla á Prixnum leygarkvøldið, er í sama duri sum útgávan. Hann ætlar sær at spæla tveir blues-sangir og tvær meira róligar vísur. Sangirnar hevur hann sjálvur skrivað.
Søren er cand. mag við religión og týskum, men útbúgvingin verður ikki brúkt til fulnar, nú hann starvast á Høvdavirkinum í Leirvík.
? Eg kundi hugsað mær at farið at undirvíst aftur, men tað skal ikki vera í fólkaskúlanum, tí tað dámar mær ikki. Kanska ein møguleiki fer at bjóða seg á onkrum miðnámsskúla, sigur hann.