---------------------------------
Orð: Dánjal Højgaard
Myndir: Anna K. Højgaard
---------------------------------
Úti á molanum í Havn, har fólk vanliga ikki sleppa at ganga, er lívligur aktivitetur.
Klokkan er farin av eitt og ferðamannaskipið Delphin hevur júst lagt at. Umborð eru 421 ferðafólk, sum eru komin úr Bremerhaven í Týsklandi.
Á havnarkei standa bussarnir lið um lið og bíða eftir fremmandu gestunum, sum í dag fyri tað mesta eru týskarar.
Ann-Mari frá MB Tours gongur aftur og fram við einum lista og og krossar av, alt meðan hon tingast við týska ferðaleiðarin Arine, sum tosar í eitt walkie-talkie og dirigerar fólkinum í land.
Oddur er klárur
Frammanfyri ein buss hjá Bygdarleiðum, sum í dag eitur bussur nummar 4, stendur ferðaleiðarin úr Fuglafirði, Oddur á Lakjuni, í bláari knappatroyggju og svørtum regnjakka.
- Hetta er fyrsti túrurin hjá mær á týskum í ár, sigur Oddur vælhýrdur. Hann var á málskeiði í Týsklandi sum yngri og hevur eisini havt týskt á univeritetinum, men hevur annars lisið søgu í Skotlandi tey seinnu árini.
- Fremsta uppgávan er at geva teimum eina góða uppliving. Um okkurt óvænta hendir mást tú duga at broyta ætlan, og um tað er stressandi, mást tú ikki lata tað koma til sjóndar, sigur Oddur, sum tó sýnist at taka tað ógvuliga róligt.
Í landgongdini knossast manningin við at fáa ein eldri mann trygt í land. Alt meðan ein gomul kona við gongustativi hevur sett beina kós ímóti einum bussi, sum er ætlaður fólki við Parkinson-sjúku, fáa vit at vita.
Spenningur um veðrið
Á keiini veittra føroysk fløgg til heiðurs fyri fremmandu gestunum, sum leggja nógv fyri at uppliva Føroyar. Hetta er fyrsti steðgurin hjá Delphin á eini 17 daga norðuratlantiskari cruiseferð, har leiðin gongur til Íslands, Svalbarð, Norðkap og Bergens.
- Veðrið hevur alt at siga. Keðiligt veður gevur eitt negativt inntrykk, og tá kann túrurin eisini blíva langligur, forklárar ferðaleiðarin, meðan Ann-Mari og Ariane dirigera teimum seinastu ferðafólkunum inn í bussarnar.
Tá klokkan er hálvgunn tvey startar sjafførurin úr Sumba, Poul Johannes Poulsen, motorin og snarar bussi nummar 4 inn móti Havnini. Dagsins útferð eitur: Kvívík-Leynar-Kirkjubøur.
Enn er turt, men himmalin omanfyri Havnina er hóttandi gráur.
Oddur veit, at hettar kann blíva ein avbjóðing
Bankamaðurin úr Düsseldorf
Meðan Poul Johannes koyrir niðan eftir R.C.Effersøesgøtu tekur Oddur tey umleið 80 fólkini í bussi nummar 4 við á eina søguliga snarferð. Aftur til niðursetufólkini og tíðina undir norskum og donskum kongum. Fram til heimastýrið.
Meginparturin av fólkunum er væl omanfyri tey hálvthundrað. Nógvir pensjonistar. Í praktiskum klæðum, sum tola føroyskt veður. Fleece. Troyggjur. Regnjakkar.
Og tey flestu við einum fototóli í hondini. Ella um hálsin.
- Klikk, ljóðar apparatið hjá Heinrich Wo Borgerding úr Düsseldorf, tá bussurin fer framvið sølumiðstøðini, sum Oddur hegisliga hevur fingið smoygt inn í frásøgnina. SMS og yvirvaksnu reklamumyndirnar av vøkrum kvinnum eru skrásett á display´inum.
Heinrich er fyrrverandi bankamaður. Hann er 72 ára gamal og á pensjónsárum er hann farin at ferðast saman við vinmanninum. Tað var eitt tilboð í bløðunum, har hann fekk ferðina fyri hálvan prís – fyri knappar 19.000 kr. í okkara peningi.
Í Hoydølum fáa tey eyga á heimaseyðin, sum gongur á trøðni hjá Hilmari Kass. Tólini klikkja og við eitt eru úthúsini og smálombini hjá fyrrverandi formanninum í gamla sjálvstýri skrásett í fleiri privatum týskum myndasøvnum.
Arvurin hjá Doris
Í bussi nummar 4, situr eisini 66-ára gamla Doris Hermann.
Doris er ikki von við at síggja sjógv, tí hon og maðurin eru úr Sveis. Tískil er ein cruiseferð í Norðurhøvum eitt sjáldsamt upplivilsi fyri tey. Ferðin kostaði meira enn 30.000 kr.
- Eg havi arvaða nakað av pengum og tí bar hetta til, sigur Doris blídliga, og greiðir frá at ferðin kostaði omanfyri 30.000 kr. Í okkara peningi.
Tá Oddur hevur greitt frá um fólkatal, áseyðatal, munkar í einbýli og óttaleysar fótbóltspinkulingar, sum bjóða Týsklandi av í september, kann Doris ikki bara sær:
- Er tað ikki órógvandi fyri hetta lítla landið at fáa øll hesi skipini, fólkini og bussarnar inn á seg, spyr hon undrandi.
Hóast hon sjálvur kemur úr einum lítlum landi, so tykjast Føroyar eftir øllum at døma ógvuliga smáar og viðbreknar í eygunum á Doris.
”Sehr dunkel”
Fyrsti steðgurin á ferðini skal vera á víkiplássinum omanfyri Kvívík. Eitt sokallað photo-stop, har gestirnir sleppa út bussinum at taka myndir.
Á vegnum norður hevur Oddur hegnisliga vovið søgu og samfelagsupplýsingar saman við tað, sum hevur verið at sæð uttanfyri bussrútin.
Tá sumbingurin Poul Johannes koyrir framvið aliringarnar á Kaldbaksfirði koma upplýsingar um laks og alivinnu. Og við garðin á Oyrareingjum verður greitt frá landbúnaðinum. Gestirnir fáa at vita, at í Føroyum er seyðahald at kalla nationalsportur, og at sjálvt musikklærarin í Fuglafirði, sum er pápabeiggi ferðaleiðaran, hevur fimm seyðir.
Søgurnar um seyð og seyðahald lyfta hýrin, nú tað sirmar á bussrútin. Og aftur verða fleiri myndir tiknar av nøkrum av teimum 70.000 áseyðunum í seyðaoyggjunu.
Tá bussurin nærkast Kvívík gránar, og komin til víkiplássið er kjaftsvart í mjørka.
- Sehr dunkel, letur í vinmanninum hjá Heinrich.
Oddur og Poul Johannes noyðast at taka eina skjóta avgerð. Veðrið er ikki til nakra fotografering og Poul Johannes vendir stillisliga bussinum og koyrir oman til Kvívíkar, sum um einki var hent.
Ferðafólkini kenna ikki skránna í smálutum, og tí veit eingin av at føroysku veðurgudarnir hava forpurrað eitt photo-stop á túrinum.
Sum Isle of Sky
- Hetta minnir meg um Skotland, serliga Isle of Sky, letur í Liane Rudolph, tá ið vit standa í túninum í Kvívík, har bussurin er steðgaður til eitt wc-stopp. Oddur hevur greitt frá, at í Føroyum kann tað vera langt millum almennu wc´ni. Tí ræður um at brúka tað, sum er til taks.
Liane, sum man vera í 60-unum, býr í Berlin, har hon arbeiðir við at leggja týska talu á filmar á fremmandamáli. Sum ung var hon í Skotlandi eitt longri tíðarskeið, har hon m.a. vitjaði kendu oynna útfyri skotsku vesturstrondini.
- Her er sjarmerandi, men eg má siga sum er, at eg hevði ikki kunna liva her alt mítt lív. Eg er meira eitt miðjarðarhavsfólk, smílist Liane, og og forklárar við einum skálkabrosi at Rudolph skal stavast á sama hátt sum navnið á heimskenda reinsdýrinum hjá jólamanninum.
Tað er slitið í. Tað sevjuta grøna grasið er vátt, og tær gulu søljurnar, sum tey hava fingið at vita eru tjóðarblóma føroyinga, lýsa upp í bønum.
Frammanfyri almenna wc í Kvívík standa fólk tolin og bíða eftir at tað skal vera teirra tørn, meðan onnur ganga í bønum og taka myndir av flagtekjuni á barnagarðinum, ánni, seyðinum og tjóðarblómuni.
Klikk, klikk, sigur tað.
Onkur hevur eisini áræði at royna seg á føroyskum, nú tey hava fingið at vita hvussu bygdin eitur.
- Kvívííííík, tekur ein uppaftur, og dregur í´ið serliga langt út.
- Heini Holm, svarar ein annar aftur við týskari dialekt, tá ið bussurin fer framvið firmabilinum hjá málarameistaranum í Kvívík, og setir kósina suðureftir.
Børkubøndi í søkjaranum
Í Leynum ger sjafføurin úr Sumba ein steðg, so at fólk sleppa út at síggja laksatrappurnar.
Oddur hevur greitt frá hvussu laksurin kemur niðan í áirnar um summarið og hvussu fólk úr sílaveiðifelagnum hava spent fuglaræðarar úr bláum plastikki tvørturum Leynará fyri at verja laksin.
Fleiri ganga oman móti trappunum og taka myndir. Men tað sæst, at blómurnar í bønum hava minst líka stóran áhuga.
- Knabenkraut, sigur Susanne Rødel, og siktar við linsuni eftir einum reyðum børkubónda, sum stendur omanfyri landsvegin í Leynum. Klikk, sigur tað.
Hon er um 30-ára aldur og er millum tey yngstu í bussinum. Er í ferðalagi við manninum, verforeldrunum og mammu síni.
- Tað er deiligt og hugnaligt at koma higar, tí hetta er so nógv øðrvísi enn tað, vit eru von við. Bæði náttúran og søgan. Tað minnir eitt sindur um Skotland, men tað er eitt sindur kaldari enn vit eru von við. Har heima eru tað 37 hitastig í løtuni, smílist Susanne, sum áður hevur ferðast í Íslandi, Grønlandi, Skotlandi og Russlandi.
Kalt Photo-stop
Í bussinum á veg til Kirkubøar greiðir Oddur frá serføroyskum fyribrygdum.
Um føroyingar, sum kunnu fáa ES-pass, hóast Føroyar eru uttanfyri ES. Sum innflyta olju í stórum nøgdum til ravmagnsframleiðslu, hóast áirnar uttanfyri rútin brúsa av orku. Um bilarnar, sum eru so vanligur í hesum lítla landi, at sjálvt nólsoyingar iki klára seg uttan. Og tá, ið hann avdúkar, at í Havn er ókeypis at koyra í bussi, reagera gestirnir við bilsni og einum ”voila”.
Onkur hevur hug at lata eyguni aftur. Tey mongu inntrykkini tera upp á kreftirnar.
Á Oyggjarvegnum við útsýni yvir Havnina er eitt photo-stop.
Tað er illfýsið og rættuliga kalt. Fólk kroka sum seyður niðanfyri bussi, meðan tey taka myndir. Tey litføgru húsini í Havn gera inntrykk.
- Mær dámar væl at ferðast og eri á ferð tvær ferðir um árið. Tað góða við hesi ferðini er, at mann fær sæð so nógv ymiskt í senn eftir so stuttari tíð, sigur Liane úr Berlin. Hon fær tó enn einaferð skotið inn, at best dámar henni sól og strendur, áðrenn hon skundar sær inn aftur í tann fjálga bussin.
Autentiskir føroyingar
Í Stokkastovuni í Kirkjubø sita tey sum á nálum og lurta, tá ið ferðaleiðarin og nýklækti søgufrøðingurin førir tey aftur í miðøld.
Á søgusavninum, í rúminum við síðuna av, hevur ein eldri maður sett seg á eina kistu. Hann føldi seg illa til passar, og hevur nú fingið ein vatnsopa at styrkja seg við, meðan Oddur sigur frá sjálvsstýrisstríðnum hjá bóndanum, hinumegin veggin.
Í túnunum í Kirkjubø fotografera tey í allar ættir. Seyðurin er mælskur í dag, og ein kona í reyðum regnjakka fær ikki hildið sær.
- Mææ, bææ, svarar hon teimum ferføttu.
Tá ið Oddur hevur verið í Múrinum og greitt frá Erlendi, bispi og katólskari tíð, fer alt fylgið yvir í Mariukirkjuna, har ferðaleiðarin við teimum musikalsku ættarbondunum at enda syngur tjóðsangin á kórsgáttini og endurgevur so á týskum.
- Ja, Gott segne die Färöer, mein Land, umsetir hann.
Lógvabrestirnir runga. Hetta er ein persónlig uppliving, sum hugtekur.
- Tað er merkisvert, at tit hava varðveitt tykkara siðbundna livihátt, bæði politiskt og vistfrøðiliga, sigur Doris úr Sveis, áðrenn vit fara inn aftur í bussin, sum skal koyra okkum yvir aftur til Havnar.
- Tit fara ikki upp í ES, og hóast ES sigur tykkum, at tit skulu gerast at drepa grind, so halda tit fast við tykkara rætt til ókommersiella hvalaveiði.
Hon heldur, at føroyingar eru trúgvir móti sær sjálvum.
Ikki so galið veður
Á veg til Havnar fer at regna og á Velbastaðhálsi er kjaftsvart.
- Tað, sum gjørdi størsta inntrykkið í dag var nokk seyðurin, smílist Susanne Bødel, tá ið ferðalagið stendur á molanum aftur, eftir eina útferð, sum hevur vart fýra tímar.
- Tað ber illa til at fáa eitt intrykk av einum landi eftir so stuttari tíð, men eg havi varhugan av, at hettar er eitt lítið land, har øll kenna hvønn annan og har familja hevur týdning. Og veðrið? Ja, tað kundi verið verri, sigur hon bjartskygd, og fer so upp eftir landgongini umborð á Delphin.
Ferðaleiðarin Oddur heldur, at hóast teir noyddust at leypa eini tvey photo-stop um í dag, so var hetta tó ein meðal hampa dagur í føroyskari cruiseskipa-søgu.
Sitat:
”Tjaldrið kemur aftur á hvørjum árið. Tað er sera punktligt, júst sum týskar. Ein pünktlicher vogel.” Ferðaleiðarin Oddur í bussinum
”Er tað ikki órógvandi fyri hetta lítla landið, at tit fáa øll hesi skipini, fólkini og bussarnar inn á tykkum?”.
Doris Hermann, Sveis.
”Her er sjarmerandi, men eg hevði ikki kunna liva her alt mítt lív.”
Liane Rudolph, úr Berlin