Ímillum øgilig fjøll, har nálatrøini stinga undan, fram við stillum firði er hesin skúlin bygdur. Her sær ein ungfólk úr øllum heiminum ganga eftir vegnum í stóra kavanum, og her hoyrir ein portugisiskt, japanskt, norskt, turkiskt, kinesiskt, hindu, russiskt og ímillum øll hesi málini hoyrir ein eisini føroyskt. Her eru ungfólk frá 16 til 19 ár úr 80 londum í heiminum.
Sjálvur varð eg bjóðaður at halda ein fyrilestur um Norðurlenskan samleika, um Føroyar og um Noreg í dag, á hesum skúlanum, ið millum annað fær stuðul gjøgnum Norðurlendskt samstarv, m.a. Norðurlandaráðið. Hesi 200 ungu fólkini eru sum oftast serliga útvald heimanifrá, og nógv av teimum eru sera dugnalig. Aftaná fyrilesturin varð tað áhugavert at hoyra tey spyrja, har kjakið endaði við at snúgva seg um modernitet, altjóðagerðing og siðir í broyting í okkara tíð. Dugnalig og áhugað ung fólk.
Á skúlanum møtti eg 19 ára gamla Hugo Lamhauge Hansen av Nesi á Toftum, ið gongur í 2 g. á hesum skúlanum, ið kallast Red Cross Nordic United World College. Hann liggur í bygdini Flekke, einar 10 kilometrar frá bygdini Dale. Hann hevur gingið í Studentaskúlanum á Kambsdali, har hann tók 1 g.
Hvussu bar til, at tú byrjaði á hesum skúlanum?
Ein lærari, eg kenni, gav mær boð um, at hetta tilboðið fanst.
Hvussu er hesin skúlin mótvegis føroyska studentaskúlanum?
Her eru fólk úr øllum heiminum, og nógv eru sera áhugað í at gera nógv við skúlan. Hesi fólkini, serliga tey úr Eystureuropa, Russlandi, Afrika og øðrum menningarlondum, hava fingið studning frá heimlandinum til at ganga her, so hetta er teirra kjansur at sleppa úr t.d. Póllandi, Ukraine ella Sudan, og inn á kendar lærdar háskúlar í heiminum. Tey hava einki ímóti at gera skúlating. Tola tað betur, og so eru tey noydd at hava sera góð próvmet fyri at sleppa inn á heimskendar lærdar háskúlar. Vit eru ikki øll eins væl fyri, í t.d. enskum, har tey spansktalandi ikki altíð eru so væl við, meðan tey úr Russlandi eru óvanliga dugnalig í øllum lærugreinum. Tey eru útvald ímillum sera nógvar umsøkjarar, og eru fantastiska dugnalig. Teir norðurlendsku næmingarnir eru kanska meiri vanligir. Eystureuropeararnir eru serliga gløggir í nátturuvísind. Øll gera nógv við tað her, t.d. fóru seinasta ár 95 av 100 studentum víðari á lærdar háskúlar beinanvegin. Vit hava ein lestrarvegleiðara, ið nærum vil søkja fyri okkum, og hjálpir okkum at koma víðari. Somuleiðis koma fólk úr stórum skúlum sum London School of Economics og øðrum kendum lærustovnum, fyri at finna egnað lesandi, og møguleika geva teimum fullan stuðul, um tey klára seg væl. Skúlin hevur eina ávísa próvtalsskipan, har próvtøl eru frá 1 til 7, har tey fyrstu 4 próvtølini nærum eru dumpipróvtøl. Tí er tað so at siga eingin, ið finnir seg í t.d. at fáa 4. Ein næmingur hevur t.d. 7 í øllum lærugreinum, ið er tað sama sum at hava 11 ella 13 í øllum. Tey fínu universitetini vilja bert hava ein, um ein hevur minst 35 stig samanlagt, tvs. fyri 6 lærugreinir, har tað hægsta ein kann fáa, eru 42 stig, umframt møgulig bonusstig.
- Skúlin gevur okkum førleikan at kalla okkum International Bachlorate, ið er eitt altjóða studentaprógv, har vit taka 2. og 3. g. Tað er sjálvandi ikki bert lætt at búgva í einum øðrum landi í tvey ár, men vit hava langa frítíð, m.a. hava vit ein mánað jólafrítíð og tríggjar mánaðir langa summarfrítíð, hetta fólk koma so sjáldan heim.
- Vit hava nógv frælsi á skúlanum, men skulu eisini gera nógv frammihjá. Øll hava arbeiði, tey skulu gera á skúlanum, t.d. at gera mat og vaska upp. Vit gera eisini uppgávur her í økinum fyri felagsskapir og vit hava nógvar frítíðarmøguleikar.
- Fakliga eru vit væl fyri, vit hava ikki so nógvar lærugreinir sum í Føroyum, men vit gera meiri við tey, vit hava. Eg havi enskt, danskt á høgum støði og annars søgu, geografi, námsfrøði og so læri eg meg japanskt. Fyri okkum eru tað skriftligar royndir, ið eru avgerandi, tí ársmet siga einki. Tað eru bert royndirnar og ein høvuðsuppgáva, ið telja.
- Vit gerast sera búgvin á hesum skúlanum, og vit koma at kenna fólk um allan heimin, t.d. varð tað ein, ið aftaná hendan skúlan ferðaðist í Suðuramerika, har hann kundi vitja fólk í nærum hvørjum landi. Eg læri t.d. japanskt frammihjá frá einari japanskari gentu. Á henda hátt kundi eg eisini lært onnur mál. Eg læri at kenna mentanir, og havi longu upplivað eina broyting í mínum egna sjónarhorni samanborið við tað sjónarhorn ein fær av at ganga í Studentaskúlanum í Kambsdali, har alt ov nógv fólk eru, bert tí tey ikki vita sær annað, og ikki fylgja við, sita og spæla telduspøl á fartelefonini. Tey vita ikki, hvussu glað tey skulu vera fyri at sleppa at ganga í einum so góðum skúla, tí hetta er nakað, ið meginparturin av heiminum ikki sleppur. Tað er nakað ein lærir at virðismeta við at møta fólki úr øllum heiminum.
- Jú, sjálvandi sakni eg familjuna har heima og náttúruna, men hetta er nú sum eitt nýtt heim fyri meg. Man er smæðin í byrjanini, men tað eru hini eisini, men seinni læra vit, at tað ikki loysir seg at vera smæðin.
Men duga vit í Føroyum ikki betur enn t.d. fólk úr menningarlondum?
- Nei, tí tey berjast nógv meiri fyri at klára seg væl. Sum sagt tey úr Eystureuropa duga nógv betur enn vit. Tey koma mangan úr smáum korum, og hava eitt nú heldur ikki ráð til tað sama sum vit onnur, t.d. at keypa eina farteldu, fartelefon ella at ferðast kring Noreg, ella at fara heim á jólum. Har eru vit tíverri ikki á jøvnum støði.
Men eftir, at ein hevur gingið her í tvey ár, og t.d. tosað non-stop enskt, er tað sera lætt at byrja at lesa á eitt nú einum enskum lærdum háskúla. So dreymurin hjá mær er møguliga at lesa í London seinni.
Skúlaskipan um allan heimin
Eftir at hava tosað við Hugo, fór eg á bókasavnið, har eg tosaði við 19 ára gamla Alexei Rakov, ið er úr Suður Uraløkinum í Russlandi. Hann lesur her á øðrum ári, og ætlar at lesa heimspeki, sosiologi ella løgfrøði á Kings College í London, tí hann vil heim til Russland aftur at verða ráðharri ella advokatur. Hann sigur, at á hesum skúlanum er tolsemi alneyðugt, tí her lærir ein, at tolsemi ikki bert er eitt orð, men nakað ið ein er noyddur at finna í gerandisdegnum og í veruleikanum. Hansara størsti áhugi er heimspeki, serliga vísundaástøði. Hann hevur lisið heimspeki á skúlanum í tvey ár. Eg merkti beinanvegin, at her er ein ungur maður, ið er á sama støði sum heimspekislesandi eru á t.d. øðrum lestarári á einum lærdum háskúla. Hann kennir til øll øki innan heimspekina, sum logikk, etikk, metafysikk osfv., og hevur lisið stór verk eftir Descartes, Popper og Kuhn. Eg hoyrdi beinanvegin, at her er ein lesandi við sera góðum evnum, ið millum annað dugir at seta spurnartekin við stórar heimspekingar sum Nietzsche. Helst ein komandi altjóða granskari. At tað finnast fólk sum Alexei kemst eisini av, at tey, ið duga serliga væl, verða hjálpt upp á eitt hægri stig enn tað vanliga hástig. Á henda hátt hevur hesin ungi russarin longu eina vitan, ið ein vanliga hevur um ein í minsta lagi hevur tikið ta royndina, ið kallast filosofikum á heimskendum lærdum háskúlum, ella meiri. Hinvegin bíða lærararnir eisini eftir einum, um ein hevur tað torført í eini lærugrein.
Vit í Norðurlondum tola ikki, at nøkur eru ein elita. Okkara tanki er ofta, at tað hin dovnasti og tí býttasti ikki skilir, skal eingin annar læra. Vit eru so bangin fyri, at onkur skal fara framum, at tey evnaríku og nærløgdu mangan eru púra turrløgd og vanta menning, men hetta var ikki tankin aftan fyri hendan skúlan.
Skúlin byggir eisini á ymiskar idealistiskar tankar, m.a. á at kunna tey ungu um bæði trupulleikar og møguleikar í heiminum í dag. Men tí, at stórir munir eru á heimspørtunum, ger, at nøkur berjast nógv harðari enn onnur. Eg tosaði við ein enskan lærara á skúlanum í Noreg, ið helt, at tað ikki er meiningin við skúlasamvirkinum at hópframleiða kandidatar til teir lærdu háskúlarnar í heiminum, men at fáa tey ungu at gerast heimsborgarar í orðins mest positivu merking, tvs. at vilja berjast ímóti rasismu og kúging t.d., men at vit í dag síggja, at skúlin er endaður við at gerast alt ov framsøkin.
United World College
Skúlin í Noregi er ein av tíggju altjóða skúlum, ið skúlasamvirkið UWC, ella United World College umsitur. Nelson Mandela, fyrrverandi forsetin í Suður Afrika, situr í høvuðsnevndini. Heimspekin byggir á dreymin um veruligt altjóða samstarv og semju ígjøgnum menning og læring. Hetta hendir, tá studentar úr 16 til 19 ár úr øllum heiminum møtast fyri at læra saman, læra um og av hvørjum øðrum í einum umhvørvi, ið leggur dent á frið, samstarv og persónliga menning. Studentarnir eru ikki valdir eftir, um teir eru vælhavandi, ella umboða ávísa rasu ella mentan. Hin fyrsti skúlin byrjaði í Wales í 1962. Tað vóru Sir Marshall Lawrence Darwall, ið var fyrrverandi NATO kommandantur í Paris, og Dr. Kurt Hahn, ið hevði grundlagt fleiri skúlar, ið byrjaðu rørsluna. Í dag eru skúlar m.a. í Kanada, USA, Italiu, India, Swazilandi, Singapore, Venezuela, Hong Kong, Noreg og India.
Føroyskir skúlamyndugleikar hava bert samstarv við Noreg, ið merkir, at føroyskir næmingar ikki sleppa at ganga á hinum skúlunum fyribils. Hetta er nakað, ið ein kan undra seg yvir, at føroyingar ikki eru áhugaðir í. Tað einasta, ið krevst, er at føroyingar seta seg í samband við hinar skúlarnar og fáa teir at taka ímóti fleiri føroyingum, ið eru hjartaliga vælkomnir. Men kravt verður, at føroyskir skúlamyndugleikar gjalda nakað av kostnaðinum hetta hevur við sær, men hinvegin so kostar tað eisini at hava næmingar gangandi í føroysku studentaskúlunum. Men vit føroyingar eru ikki vanir at gjalda nakað fyri okkara lesandi í umheiminum.