Ísraelski herurin (IDF) sigur í dag á Telegram, at fleiri illgrunaverdir persónar eru farnir um ta "gulu linjuna".
Hetta veit Reuters at siga.
"Gula linjan" er markið fyri fyrstu afturtøkuni í friðaravtaluni fyri Gazageiran.
Ísraelski herurin skeyt móti persónunum, og sambært IDF lótu fimm palestinar lív, veit The Times of Israel at siga.
Ísraelski herurin sigur, at royndir vórðu gjørdar at halda illgrunaverdu persónunum í frástøðu.
- Men, hesi aktaðu ikki boðini og hildu fram við at nærkast herdeildunum, skrivar IDF á Telegram.