Gulllaksurin er ein sólskinssøga

- Hóast fiskiskapurin eftir gulllaksi kann sigast at vera burðardyggur, er neyðugt at leggja aftrat, at veiðan kortini nærkast markinum, har tað ikki longur ber til at geva veiðini góða skoðsmálið, sum hon hevur havt, sigur havlívfrøðingurin, Lise H. Ofstad

Fiskivinna

Ein trý ára verkætlan, sum Havstovan hevur staðið fyri, vísir, at fyrsti føroyski fiskiskapurin, sum er burðardyggur, er veiðan eftir gulllaksi.
Men ansast má eftir, at veiðan ikki gerst ov stór, um vit framhaldandi skulu kunna knýta burðardyggleikan at hesi veiði.
Í grein í nýggjastu útgávuni av Sjóvarmál, sum Havstovan gevur út, hevur havlívfrøðingurin, Lise H. Ofstad, grein um hesa verkætlan, sum hevur verið fíggjað av játtanini til fiskiroyndir, Havstovuni, Tavuni, Polarhavi, Stjørnuni, Eysturbúgvanum og JFK.
Lise dylur ikki við at siga, at gulllaksaveiðan vísir seg at vera ein sólskinssøga.
- Tað, sum verður tikið úr stovninum á hvørjum ári, er minni ella á leið tað sama sum tað, ið verður lagd aftrat stovninum um árið.
Hon vísir á, at gulllaksastovnurin tískil fungerar sum ein peningaupphædd í bankanum, har upphæddin ikki minkar, tí tað eru bara renturnar, sum verða brúktar.
Soleiðis hevur tað verið í fleiri ár.

14 ár á baki
Beinleiðis fiskiskapurin eftir gulllaksi byrjaði í 1995, og tey fyrstu árini vórðu umleið 8.000 tons veidd um árið.
Seinastu árini er veiðan tó vaksin heilt nógv, og í 2008 vórðu 19.000 tons landað. Tvey og trý ísfiskapør hava fiskað meginpartin beinleiðis í veiði eftir gulllaksi í tíðarskeiðinum apríl til september.
Ein partur av samlaðu veiðini kemur haraftrat sum hjáveiða í svartkjaftafiskiskapi og í veiði hjá djúpvatnstrolarum eftir kongafiski og blálongu.
Lise H. Ofstad skrivar, at stovnsmetingin av gulllaksastovninum vísir, at stovnurin í miðal fyri hvørt árið økist við umleið 21.000 tonsum í vekt.
- Tískil ber til at siga, at tað, sum skipini ”heystaðu” úr stovninum í 2008, sum var 19.000 tons, var nakað minni enn framleiðslan í havinum. Á henda hátt verður stovnsrøktin varðveitt.
Havlívfrøðingurin leggur dent á, at eingin veiða í føroyskum sjógvi kann vísa á eina slíka meting.

Góðkenning vantar
Útrokningarnar við gulllaksinum taka støði í, at stovnurin undir Føroyum er ein egin stovnur.
- Men í ICES-høpi verður føroyski gulllaksastovnurin viðgjørdur sum partur av norðuratlantiska gulllaksastovninum.
Lise sigur, at orsøkin til hetta er vantandi prógv um, hvussu útbeiðslan av gulllaksi veruliga er. Slík prógv krevja eitt nú genetiskar kanningar av fiskinum.
- Hóast fiskiskapurin eftir gulllaksi kann sigast at vera burðardyggur, er tó neyðugt at leggja aftrat, at veiðan nærkast markinum, har tað ikki longur ber til at geva royndini hetta góða skoðsmál, sum hon higartil hevur kunnað fingið, sigur havlívfrøðingurin.

Fylgja gongdini
Hon heldur tað tí vera av alstórum týdningi, at eygu framhaldandi verða hildin við fiskiskapinum og stovnsstøddini, so tryggjast kann, at stovnurin eisini tolir hetta veiðitrýst í framtíðini.
- Verður gulllaksastovnurin rætt umsitin, soleiðis at tað einans verður fiskað burtur av vektøkingini hvørt ár, fer fiskiskapurin at geva eina góða og støðuga veiði í langa tíð framyvir, sigur havlívfrøðingurin á Havstovuni, Lise H. Ofstad.
Sosialurin kann at enda skoyta uppí, at greinin hjá havlívføðinginum er skrivað fyri einum ári síðan, og síðan greinin varð skrivað, hevur gulllaksaveiðan í ár verið væl størri enn undanfarin ár.