sjúk. Tí er spurningurin, um tað er Miðflokkurin, sum leggur trýst á løgmann. Men tað fæst eingin at siga ella viðmerkja. Onnur landsstýrisfólk vilja ikki gera viðmerkingar og siga, at tað er løgmaður [...] smittan var vaksin 100 prosent til 6. Men so er ikki. Í Føroyum eru seinastu vikuna í miðal 75 fólk smittað um dagin – tað er 25 ferðir so nógv sum í august. Tað er ein vøkstur upp á 2.500 prosent. Men kortini [...] heldur løgmaður fast um, at tað kemur ikki upp á tal at seta slíka skipan í gildi í Føroyum, tí tað er at gera mun á fólki. 15. august vóru trý fólk smittað í Føroyum. Var tað sum í Danmark, so var rópt
stovnar úr Havnini, tí tað fer ikki at bøta um tænastuna og serliga nú, vit gera tveir undirsjóvartunlar fyri 2,6 milliardir, er tað heilt høpisleyst at hugsa um tað, tí tá fer tað at taka onga tíð at koyra [...] – Eg kann vissa tykkum um, at tað verður ongin almennur stovnur fluttur úr Havnini í óðum verkum, bara tí onkur heldur, at tað er »smart« ella »cool«. Tað gjørdi Heðin Mortensen púra greitt hendan dagin [...] vit javna arbeiðspláss, er tað ein spurningur um vit ikki eisini skulu javna tær inntøkur, vit fáa av okkara tilfeingisvinnu, tí tað eru allir føroyingar, sum eiga tilfeingi, men tað eru bara nøkur fá øki
Aling ? Tað er skeivt at seta avmarkingar í verk fyri, hvussu vit skulu arbeiða í alivinnuni í Føroyum. Tað heldur Frímund Hansen, sum er ein av oddamonnunum í einum av risanum í føroysku alivinnuni, [...] ganga nógv Harrans ár, áðrenn nakað yvirskot fer av landinum, tí tað hevur ongin ráð til, sum er. Alt yvirskotið, sum tað er,verður tvørturímóti brúkt til íløgur fyri at menna alingina enn meiri, tvs, til [...] landinum, verður tað væl og virðiliga skattað í Føroyum, áðrenn tað fer nakran veg. Kunnu læra Frímund Hansen vísir eisini á, at hóast føroyingar eru blivnir dugnaligir at ala, er tað framvegis ein hópur
grønlendskt, men tað er eingin trupulleiki. Øll tosa danskt. Um arbeiðið, sigur Sólja í Ólavsstovu, at tað er áhugavert og spennandi. Heimastýrislógin er so ung, og tí er arbeiðið ein prosess, sum er í síni byrjan [...] fingu heimastýri. Sólja í Ólavsstovu er einasti føroyingur sum er komin so langt í embætismannaverkinum. Hon sigur sjálv, at tað fyri ein part er hepni, men eisini, at tað snýr seg um at verða á rætta stað [...] allan veturin, og hóast tað er kalt, so slepst undan tí slavna veðrinum, sum vanliga er um veturin í Føroyum.Harnæst er tað heldur ikki so myrkt, av tí at stjórnuklára kavaklædda landslagið gevur eitt ávíst
her er meira stilt. Tá ið ein fer til handils, er lættari at sleppa framat kassanum, tí tað stórt sæð bert eru tey fastbúgvandi sum eru í handlunum. Ongin ivi er um, at fyri ein fremmandan er tað keðiligt [...] Bornholm um veturin. Her hendir so at siga onki, halda tey. Men soleiðis er tað ikki. Tað hendir nógv, men tað er ikki so alment sum tað, ið hendir um summarið. Bornholm hevur fimm kommunur við hvør sínum høvuðsbýi [...] myrkt er uttanfyri og ljós er inni. Vit hava mangan lyndi til at halda, at har vit ikki sjálvi búgva, har hendir onki. Tað er bert har vit sjálvi eru, at okkurt spennandi hendir. Men soleiðis er tað ikki
foreldur ella lærarar enn hava merkt nakað petti til tað. Tvørturímóti. Nú er árið við at halla, og tað er sum um, at tá ið tað snýr seg um fólkaskúlan, so er bara at tosa sussa eina rúgvu. Katrin Dahl Jacobsen [...] lærarum. Hetta er lógarbundin játtan. Meir er ikki at siga, tí tað mangla tøl fyri alt virksemið í fólkaskúlanum fyri komandi ár. ? Ella er okkurt at krógva her, sum vit ikki skulu vita? Tað er løgið, at eingin [...] Fíggjarlógin ? Tað er skelkandi at hoyra, hvussu konservativan hugburð, mentamálaráðið hevur til Fòlkaskúlan. Nú fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerðar, fanst Katin Dahl Jacobsen, sum er løgtingslimur
? Uppgávan hjá fjølmiðlunum er fyrst og fremst at bera tíðindi út, og tað er eisini tað, sum vit liva av. Og tíverri eru slík sorgartíðindi eisini er partur av tí, sigur Eirikur Lindenskov. Eirikur tosar [...] skal vera millum tað fyribyrgjandi í tí og fyriliti fyri teimum avvarðandi. ? Vit meta, at tað er fyribyrgjandi, at fólk síggja slíkt, og okkara uppgáva er eisini at upplýsa um vandan, sum er, sigur hann. [...] ferðsludeyði helst er ein tann størsta deyðorsøkin millum ung í dag, og tí heldur hann, at tað er av alstórum týdningi, at ljós verður varpað á hetta javnan. Men hann staðfestir tó, at tað tíverri í flestu
Runavík er nakar dansur fyri tey ungu. Og tað hevur tað heldur ikki verið í fleiri ár nú. Og sum er, liggur ikki nøkur ætlan á borðinum. Rodmundur Nielsen, borgarstjóri, sigur, at sjálvandi er tað uppgávan [...] kommununi hava tað gott. Men tá tað kemur til beinleiðis undirhald, so er hann ikki so vísur í, at tað er upp til kommununa. Hann sigur, at hann hoyrir ofta kritikkin frá teimum ungu, tí onki er til tey í kommununi [...] konkret, sum er í umbúnað - tíverri, má eg siga. Men borgarstjórin viðgongur, at tað hevur ikki verið nakað regluligt fyri tey ungu og at tað ikki er nøktandi. Men hann sigur samstundis, at tað er sera torført
fjør og sostatt er talan um eina afturgongd á 4,3 prosent. Eisini byggivinnan hevur afturgongd við tað, at í apríl í ár eru 60 løntakarar færri í fiskivinnuni enn í apríl í fjør og tað er ein minking á 2 [...] Hetta eru 72 færri enn í mars, ella ein minking á 0,3 prosent. Men samanumtikið er talið á løntakarum nú tað lægsta, tað hevur verið hetta seinast árið, vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni Í fiskivinnuni [...] vinnugreinunum er ráevnisvinna og tilsamans eru bara 0,4 prosent av løntakarunum í føroysku ráevnisvinnuni. Men gongdin seinastu mongu árini er ein javnur vøkstur og fyri fyrstu ferð nakrantíð vóru tað yvir 100
Norðuratlantsbólkurin er í valbólki við andstøðuni. Tað er andstøðan sum vil hava Danmark at broyta kós – og tí er Norðuratlantsbólkurin samsekur. Tá henda ákæra verður sett fram í Føroyum, er tað sjálvandi fyrst [...] ergo er Anders Fogh Ramussen ein steinur... Tekniskt samstarv Tað er rætt, at vit eru í valbólki við andstøðuni. Men at vera í valbólki merkir ikki at vera samdur ella at føra sama politikk. Tað er eina [...] ofta er tann størsti fíggindin hjá tí góða. Tað er eftir øllum at døma ein meiriluti av politikarunum á fólkatingi sum heldur, at tað besta í hvalaveiðuspurninginum er at taka undir við teimum londum, ið