Onki er í umbúnað í Runavík

Heldur ikki í Runavík er nakar dansur fyri tey ungu. Og tað hevur tað heldur ikki verið í fleiri ár nú. Og sum er, liggur ikki nøkur ætlan á borðinum.
Rodmundur Nielsen, borgarstjóri, sigur, at sjálvandi er tað uppgávan hjá kommununi at syrgja fyri, at allir borgarar í kommununi hava tað gott. Men tá tað kemur til beinleiðis undirhald, so er hann ikki so vísur í, at tað er upp til kommununa.
Hann sigur, at hann hoyrir ofta kritikkin frá teimum ungu, tí onki er til tey í kommununi. ? Og eg má viðganga at eg kenni ikki til nakað konkret, sum er í umbúnað - tíverri, má eg siga.
Men borgarstjórin viðgongur, at tað hevur ikki verið nakað regluligt fyri tey ungu og at tað ikki er nøktandi. Men hann sigur samstundis, at tað er sera torført at finna eina loysn.
- Eitt hugskot hevði verið at skipað ein sokallaðan foreldra tannáringabólk, sum kundi sett seg saman og roynt at skipað fyri einum og hvørjum fyri teimum ungu, skjýtur Rodmundur upp. Tílíkir bólkar verða nýttir í grannalondunum hjá okkum, og um vit bakka aftur til sjeyti árini, so var ein líknandi bólkur tá, og hann fekk dygga undirtøku í Runavík.
Borgarstjórin sigur, at ein kundi eisini vent málinum á høvdið og sagt, at um tað hevði verið ein gullegg at skipað fyri dansi fyri teimum ungu í kommununi, so hevði tað ivaleyst langt síðani verið eitt ella annað.
Tí heldur hann, at ein foreldra tannáringabólkur hevði verið gott at byrja við.