Tað ikki bara prutlar men kókar í fótbóltsgrýtuni í Klaksvík. KÍ er ovast á talvuni eftir tíggju landskappingardystir á rað við úrtøku.
-Tað er óvæntað, at vit eru ovast, men vit fegnast saman við viðhaldsfjøldini, sum er stór og stuðlar okkum so væl. Hjá okkum ræður um at hava fokus á stóru avbjóðingini, sum tað er, tá ið Víkingur kemur norður, sigur KÍ venjarin Mikkjal Thomassen.
Dávid Langgaard er tøkur aftur eftir leikbann. Hesaferð er Ísak Simonsen leikbannaður, og Súni Olsen er framvegis skaddur.
Víkinga venjarin, Sámal Erik Hentze, og spælararnir eru spentir og gleða seg til toppuppgerðina seinnapartin:
-Eg vari har norðuri síðsta sunnudag, tá ið KÍ vann stórsigur á NSÍ. Tað eru sovornar karmar, sum okkum øllum dáma at spæla í. Nú mugu vit vóna, at spælararnir ikki vera ov spentir, og at teir megna at fylgja ætlanini, sum vit hava. Vit ætla okkum at vinna fulla úrtøku, men vit kunnu eisini liva við tí, um tað vísir seg at enda javnt, og uttan mun til úrslitið so verður hetta ikki alt avgerandi fyri, hvør fer at vinna FM, sigur Sámal Erik Hentze.
Teir vunnu fyrr í ár 2-0 ímóti tykkum í Sarpugerði?
-Trupulleikin hjá okkum ta ferðina var neyvleikin í royndunum upp á mál og neyvleikin í síðstu sendingunum, tá ið vit vóru um at spæla okkum í góðar støður. Tað var tepurt. Vit raktu í stólpan, og Jóannes Bjartalíð skoraði tvær ferðir. Annað málið var fínur stútari eftir innlegg, og hitt skoraði hann við hælinum eftir fríspark.
Hvat roknar tú við?
-Vit ætla okkum at spæla fótbólt. Klaksvíkingarnir eru korpssterkir, men tað sást ikki so nógv til tað ímóti NSÍ, sum ikki var við í nærdystunum. Tað snýr seg nógv um, um tað fer at ganga fyri seg eftir teirra ella okkara treytum, sigur Víkinga venjarin.
Víkingur verður á útivølli í øllum trimum dystunum fram ímóti summarsteðginum. Umframt ímóti KÍ skal Víkingur spæla ímóti NSÍ og TB.
Bárður J. Hansen og Atli Gregersen vóru ikki við, tá ið Víkingur fyri tveimum vikum síðani vann 1ø0 ímóti HB. Teir eru tøkur aftur. Hanus Jacobsen er framvegis skaddur.