Teldubræv: Várið er her

Árni Gregersen, Nexø argr@tv2bornholm.dk

dagur: 27.03.01

til: birgir@sosialurin.fo

evni: Vikuskifti

 

Tað ber ikki til at syngja "Vár við lýggjum vindi" enn, men várið er her.


Seinastu vikurnar hava verið kaldar. Norðanættin hevur bitið í kjálkarnar, tá ið man hevur verið uttandura. Ikki tí kuldastigini hava verið so nógv ? tað kaldasta í vetur eru 17 kuldastig eina einstaka nátt ? men heldur tí at vindurin hevur verið so mikið nógvur.


Vit kenna tað væl í Føroyum. Tað er ikki altíð kaldast, tá ið kuldastigini eru flest. Ofta kennist tað kaldast tá hann liggur um frostmarkið og vindurin er nógvur.


Annan veturin, eg var á Bornholm, var kalt. Í drúgva tíð vóru 20 kuldastig, men afturfyri var næstan ongin vindur. Kvøldini vóru serliga vøkur ? himmalin avtaglaður við blunkandi stjørnum.


Slík kvøld hava eisini verið í vetur, men ikki so mong sum tá. Í vetur hevur tað í størri mun verið vindurin, sum hevur elvt til kuldan. Eitt sindur av kava var herfyri, men onki at tosa um.


Hvussu gongur so veturin á eini oyggj sum Bornholm, sum hvørt einasta summar hevur einar 600.000 ? 800.000 ferðafólk?


Jú, her er meira stilt. Tá ið ein fer til handils, er lættari at sleppa framat kassanum, tí tað stórt sæð bert eru tey fastbúgvandi sum eru í handlunum.


Ongin ivi er um, at fyri ein fremmandan er tað keðiligt at koma til Bornholm um veturin. Her hendir so at siga onki, halda tey.


Men soleiðis er tað ikki. Tað hendir nógv, men tað er ikki so alment sum tað, ið hendir um summarið.


Bornholm hevur fimm kommunur við hvør sínum høvuðsbýi, men harumframt eru nógvir smærri býir og samfeløg. Eins og í Føroyum liva hesi samfeløg sítt egna lív, sum tey, ið ikki búgva júst á staðnum, fáa so nógv at vita um: tey spæla sjónleik, spæla tónleik, dart, talv, spæla kort, billiard og hittast annars hjá hvørjum øðrum júst sum í Føroyum. Harumframt er ítrótturin.


Alt hetta virkar sjálvandi eitt sindur keðiligt, um tú sært tað uttanífrá. Men soleiðis er tað eisini í Føroyum. Kemur tú til eina miðalstóra bygd og ongan kennir, so virkar bygdin oftast ómetaliga keðilig. Hevur tú hinvegin samband við tey, sum búgva í bygdini, so lærir tú skjótt, at mangt hendir aftan gardinurnar, tá ið myrkt er uttanfyri og ljós er inni.


Vit hava mangan lyndi til at halda, at har vit ikki sjálvi búgva, har hendir onki. Tað er bert har vit sjálvi eru, at okkurt spennandi hendir. Men soleiðis er tað ikki ? onnur duga eisini at hugna sær og stytta sær stundir. Og minst til: hvør hevur síni ítriv!


Páskirnar nærkast, og so koma tey fyrstu ferðafólkini. Tað sæst beinanvegin. Fleiri handlar og matstovur, sum hava ligið í dvala, lata uppaftur. Meira ferð kemur á tann partin av samfelagnum, sum fæst við ferðafólk. Longu nú hevur almenna ferjufelagið, som røkir siglingina til Bornholm, boðað frá, at tey noyðast at seta eykjaferju inn fyri at kunna flyta øll ferðafólkini til oynna um páskirnar.


Á páskum koma fyrstu ferðafólkini, men tað er eitt lítið glopp áðrenn summarferðafólkastreymurin av álvara byrjar. Her siga tey sakkønu, at háárstíðin er átta vikur. Alt gongur í løtuni út uppá at fáa longt lágárstíðina, tí ómøguligt er at flyta og hýsa meira fólki um summarið.


Jú, várið er sanniliga á veg, sjálvt um vit enn hava náttarfrost. Men tað er ljósari ? og sólin skínur nú hvønn dag.