Bæði stjórin í Serums Instituttinum, Henrik Ullum, og stjórin í Heilsustýrinum, Søren Brostrøm, mæla til at seta skipanina í gildi aftur nú.
Í Føroyum heldur løgmaður fast um, at tað kemur ikki upp á tal at seta slíka skipan í gildi í Føroyum, tí tað er at gera mun á fólki.
15. august vóru trý fólk smittað í Føroyum. Var tað sum í Danmark, so var rópt varskó, tá smittan var vaksin 100 prosent til 6. Men so er ikki. Í Føroyum eru seinastu vikuna í miðal 75 fólk smittað um dagin – tað er 25 ferðir so nógv sum í august. Tað er ein vøkstur upp á 2.500 prosent.
Men kortini heldur landsstýrið fast um, at »tey vilja ikki gera mun á fólki«.
Tað er ikki so lætt at skilja, hví løgmaður heldur so fast um hetta. Vit vita, at tey í landsstýrinum eru rúkandi ósamd um koppseting ímóti koronu. Jenis av Rana og Miðflokkurin eru gingin beint ímóti koppsetingar-politikkinum hjá landsstýrinum. Tað kann undra, at løgmaður ferð eftir ferð vísir á, at koppsett fólk eisini smitta, og nýtir tað sum grundgeving fyri ikki at seta skipan við koronupassi í gildi.
Hinvegin siga serførðingar, at koppsett fólk smitta bara ein fimtapart av tí, sum ikki koppsett smitta, og at koppsett fólk ikki gerast líka sjúk. Tí er spurningurin, um tað er Miðflokkurin, sum leggur trýst á løgmann. Men tað fæst eingin at siga ella viðmerkja.
Onnur landsstýrisfólk vilja ikki gera viðmerkingar og siga, at tað er løgmaður, sum úttalar seg um hetta vegna landsstýrið.
Nógv bendir tó á, at antivaksara-hugburðurin í landsstýrinum hevur ávirkað koppsetingina í Føroyum, sum hevur gingið nógv seinni enn í Danmark.
Og í dag kunnu vit eisini staðfesta, at meðan danir rópa varskó, tí smittan er tvífaldað síðani august, so fær tað ikki løgmann at broyta støðu um koronupass, at smittan í Føroyum er 25 faldað í Føroyum síðani 15. august.