Hugburðurin til skúlan er skelkandi

?Tað verður prátað nógv og sussa illa um fólkaskúlan, men tað verður onki gjørt, sigur Katrin Dahl Jacobsen, løgtingslimur og lærari

Fíggjarlógin

? Tað er skelkandi at hoyra, hvussu konservativan hugburð, mentamálaráðið hevur til Fòlkaskúlan.
Nú fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerðar, fanst Katin Dahl Jacobsen, sum er løgtingslimur og lærari harðligaat tí skúlapolitikki, sum Landsstýrið hevur stungið út í kortið.
Hon vísir á, at einaferð tað ein landsstýrismaður sum í boðaði frá einum politikki, sum skuldi føra til ? tann góða fólkaskúlan?.
? Men enn hava vit onki merkt til tað, heldur tvørturímóti. Tí, hvat fólkaskúlanum viðvíkur, tykist tað, sum um tað verður prátað nógv og sussað illa, men onki verður gjørt.

Skelkandi hugburður
Hon sigur, at eftir tí, landsstýrið hevur fráboðað, skuldi 2002 líkasum vera árið hjá ?tí góða fólkaskúlanum?. Ein herðferð fyri sakina.
? Eg haldi, at hvørki næmingar, foreldur ella lærarar enn hava merkt nakað petti til tað. Tvørturímóti. Nú er árið við at halla, og tað er sum um, at tá ið tað snýr seg um fólkaskúlan, so er bara at tosa sussa eina rúgvu.
Katrin Dahl Jacobsen sipaði eisini til eina sending hjá Birgiri Kruse nú í vikuni um fólkaskúlan.
? Tað var skelkandi at hoyra, hvussu konservativur boðskapurin er úr Mentamálaráðnum. Har var barslað við 15- 20 ára gomlum teorium. Og so er tað hetta misálitið og kollektiva revsingin av allari lærarastættini, sum varð avdúkað, tí nú skal hvør einstakur lærari telja, hvussu nógvar uppgávur hann rættar.
? Hetta er ikki at hava álit. Hetta er onki uttan eftirlit. Hetta hongur ikki saman við nýggjum arbeiðshættum í skúlanum og er heldur ikki ein hugburður at hava til starvsfólk. Katrin Dahl Jacobsen sigur, at lærarar sita ikki við stílum, fyrisagnum og aftursagnum á sama hátt, sum Mentamálaráðið og landsstýrismaðurin heldur- Nú skal niðurskurður fyri rætting í enskum í 8. og 9. flokki skal burtur o.s.fr.
? Tað má vera antin manglandi royndir og vitan um fólkaskúlan ella avoldaður hugburður hjá myndugleikanum, sum gera, at slíkt tvætl kemur úr Mentamálaráðnum.
Tað skúlanum tørvar mest er frið og góðar arbeiðsumstøður. Í Havn tørvar skúlin mest av øllum skúlastovur.
? Í dag ganga havnarbørn í skúla í Tilhaldinum og argjabørn í Róðrarneystinum. Úti um landið veit eg, at tað knípur hjá summum kommunum at fíggja nýggjar skúlabygningar og klára øktu krøvini, sum lógin setir.
? So vælsignað gev okkum góða læraraútbúgving, og góða eftirútbúgving og ikki minst álit, segði Katrin Dahl Jacobsen.
Hon spurdi eisini, hvat hendir, tá ið ein flokkur fer upp um 24 næmmingar og um skúlin fekk eyka tímar fyri tað. har svaraði landsstýriskonan, at tað gjørdi tað.

Eta orðini í seg aftur
Men so legði Katrin Dahl Jacobsen afturat, at kanska verður hon noytt at eta orðini um manglandi viljan hjá Landsstýrinum í seg aftur.
Tí hon sigur, at tað er ómøguligt at vita, hvat landsstýrið í veruleikanum ætlar.
?Sjálvdan hava vit sæð eina fíggjarlóg, sum er so ófullfíggjað sum hendan. Har virksemið hjá fólkaskúlanum skal lýsast, eru bara tómir teigar. Vit fáa onki at vita um næmingatal, eftirútbúgvingar o.s.fr. og tí er ómøguligt at meta um, hvussu tølini fara at halda.
Eftir uppskotinum til fíggjarlóg, skal játtanin til fólkaskúlan hækka 7,8 milliónir krónur.
? Hetta er til læraralønir og eftirlønir hjá sáttmálasettum lærarum. Hetta er lógarbundin játtan. Meir er ikki at siga, tí tað mangla tøl fyri alt virksemið í fólkaskúlanum fyri komandi ár.
? Ella er okkurt at krógva her, sum vit ikki skulu vita? Tað er løgið, at eingin útgreining av nøkrum slag er fyri eitt stórt øki sum fólkaskúlin er.
Hon spurdi síðani Annlis Bjarkhamar, landsstýriskonu í skúlamálum, hví eingin útgreining av fólkaskúlanum í uppskotinum, men tað fekk hon ikki svar uppá.