hundrað føroyingum, sum ikki skrivaði vinningin á sjálvuppgávuna, tá ið hann seldi partabrøv í 2007, er sørvingurin Eivind Jacobsen. Øll hesi fólk fingu boð frá Taks um at senda inn rættaða sjálvuppgávu [...] og hóast tey gjørdu hetta, fekk ein stórur partur ætlanarskriv um bót frá Taks. Summi, sum fingu lítla bót, rindaðu bótina, men eini 100 fólk góðtóku ikki bótina, og fleiri mál vórðu tí send rættinum. [...] triðing. Vardur av órini Málið hjá Eivindi Jacobsen var eitt sindur øðrvísi, tí síðan stevningin kom, er Eivind Jacobsen vorðin tingmaður, og løgtingslimir eru vardir av órini. Fyri at kunna ákæra ein løgtingslim
har ið Ríkisveitingin bert er ein partur. Siðvenjan er, at allir flokkar atkvøða fyri fíggjarlógini við 3. og endaligu viðgerð, so tá hevur atkvøðan hjá Sjúrði Skaale lítla og onga ávirkan. Samlað sæð [...] so Ríkisveitingin verður prístalsviðgjørd, so sum nýggja samgongan ynskir. Tey, sum halda, at tað er ein løtt uppgáva at fáa eina avtalu við donsku stjórnina um eina veruliga prístalsviðgerð av Ríkis [...] helst skeiv. Landsstýrið hevur boðað stjórnini frá ynski sínum um eina samráðing um málið, men hetta er neyvan nóg mikið. Tí eru nú boð eftir Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni, sum hevur givið lyfti um at stuðla
eina ferð tikið til, at einkjurnar vóru tær veruligu hetjurnar í Føroyum. Tað er eisini so satt sum tað er sagt. Bókin er 400 síður til støddar og hevur eisini nógvar myndir, fleiri teirra eru rættiliga [...] kemur bert at kosta kr. 250 í bókahandlunum. Bókin er fyrst og fremst bygd á munnligar keldur. Tað er ein hópur av fólki, sum hava givið síni íkøst. Tað er hetta, sum ger bókina so viðkomandi. Fleiri teirra [...] farast í einum. “Neptun” er annars einsamøll við 23 monnum tann størsta vanlukka í føroyskari skipasøgu. Umrøðan av hesum skipum er tann størsti parturin í bókini. Lutvíst er nokk so nógv skrivað um hesa
rokinum fer hetta lítla, unga konufólkið bara heimaftur á oyggjarnar at virka sum lækni,” (Dimmalætting 1. juli 2005). – Hetta er helst tann heilt stutta útgávan, og enn einaferð er sjón fyri søgn - vit [...] Elsebeth Helena (1884-1961) høvdu tikið til sín. Henda gentan var ein lítil, faðirleys skyldkona teirra úr Sumba, sum eitur Brynhild (fødd Stenberg), og hon er mamma mín. 14 ára gomul fór Sanna í 1929 til Havnar [...] fyllti 90, skrivaði Marianna Debes Dahl m.a. soleiðis um henda partin av lívssøgu hennara: “Einaferð hon er í brúdleypi á Sælandi, frættir hon um nakrar gýðingar, sum eisini ætla sær til rýmingar. Hon ger ikki
ferðina niðan á Sneis. Ella bara allar tær ferðirnar vit bara hava siti í bilinum, úti í Lítla húsi og inni í Kaldbak. Tað er helst ikki øllum, sum fellur í lut at fáa góðar vinir. Vit vóru hepnir, vit blivu [...] vinmaður okkara er farin. Eyðfinn! Sjálvt mánin heilsaði tær í nátt, hann lýsti so bjartur í hálvari sól, kunngjørdi øllum at tú farin var. Hvíl í friði góði vinur! Nú dagurin at enda er og náttin komin [...] Góði Eyðfinnur, so fór eisini tú um deyðans løgnu gátt, og harvið er eitt langt og gott vinalag at enda komið. Svárt var at síggja teg liggja har so hjálparleysan, meðan tínar seinastu lívskreftir viknaðu
kann tulkast á mangar hættir. Kanska er lívstríkanturin mynd á tríkantsdrama, sum kanska altíð er partur av lívinum, ella kanska sjálvt innihaldið í lívinum, ella er hann mynd á okkurt størri og meir. Tað [...] Perdu. Sjónarhornið er tað hjá einari kvinnu, sum býr einsamøll, og sum brádliga fær vitjan av einari fremmandari gentu, sum er upp á vegin, og sum legst inn á hana at búgva. Gentan verður lýst sum búkstór [...] niðurstøðan í hesi søgu er, at tann gesturin, sum hon tosar um í byrjanini á søguni, bæði kann vera sjálv søgan, sum hon skrivar, og eisini Zjenja og tann ókunniga gentan, sum er upp á vegin. Stjerbakovu
teir givið fløguna Belials Synir Volume 1 út, sum eitt nú inniheldur hittini Frá bygd til bý, og Gentan er farlig. Í annaðkvøld bjóða teir til útgávukonsert í Bassalt, har møguleiki eisini verður fyri at
fer at gera, er at fara ein túr til Viðareiðis, har eitt av endamálunum er at samansjóðað fólkini í nýggja landsstýrinum. - Ja, tað er greitt, at tað er eitt av endamálunum. Eitt annað er at hyggja nærri [...] innlendismálaráðharri. - Tað er altíð stuttligt. Tey skulu royna nakað nýtt, og so er tað upp til tey seks, sum hava roynt tað áður, at geva teimum uppbakking og stuðul. Tí tað er ikki bara bara at seta seg [...] kennist væl, og hetta er ein hátíðarligur dagur fyri landsstýrisfólkini, og ein spennandi dagur, bæði fyri tey og teirra familjur, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Hann sigur, at tað er altíð eitt stríð at
campingvognurin er parkeraður, forteltið er uppi, grillin er tendrað, vinirnir eru komnir á gátt, og glaðir tónar ljóða úr anlegginum 2. Nakað, sum ger meg illan , er órættvísi og ósketni 3. Móti er ein livandi [...] flogskiparakarrieru, so tað er ikki nakað, sum eg hugsi so nógv um, sigur Janus. Nakað, sum hann harafturímóti hugsar meira um, er, hvussu hann ber seg, nú hann er vorðin tinglimur: - Tað er tignarligt at vera [...] at útbúgva meg meir, greiðir Janus frá. Hann er útbúgvin vinnu- og bjargingarkavari, skipsførari, flogskipari og innan løgfrøði og er sambært honum sjálvum er eitt sindur av einum nørdi: - Eg havi ongantíð
Henda frásøgn er á enskum til skjals á Holocaustsavninum í Washington. Bakgrundin hjá hjúnunum báðum er eisini einastandandi sum jødar við teirra royndum av nasismuni. Menakhem er pólskur jødi úr [...] Tað, sum frá fyrstu tíð fekk Menakhem at hava samband til Føroya, er fiskiskapur. Menakhem er ein tann fremsti fiskivinnufrøðingur í heiminum. Hann byrjaði sum heilt ungur at fiska, og hann gjørdist skipari [...] Eritrea, sum tá var ein partur av Etiopia. Hann kom seinni at virka fyri fiskiveiðideildina hjá FAO, sum er matvørustovnurin hjá ST. Menakhem hevur arbeitt sum fiskivinnufrøðingur í einum 8 londum, har hann