Útgávukonsert við Swangah Dangah

Í annaðkvøld verður útgávukonsert í Bassalt við Swangah Dangah, sum júst hava givið út fløguna Belials Synir Volume 1.

 

Rappararnir úr Svanga í Havn byrjaðu sína tónlistarligu ferð í Bassalt, tá ið teir fyrr í ár høvdu fyrstu konsertina nakrantíð júst í Bassalt.

 

Hetta kvøldið vóru teir so mikið hepnir, at Jón Tyril, ein av oddamonnunum í G! Festivalinum var til staðar, og gjørt skjótt av at bjóða havnamonnunum pláss á G! pallinum 2011.

 

Síðani hava teir verið nógv spældir í loftmiðlunum, eins og teirra tónleikur hevur vunnið stóra undirtøku millum tey ungu í landinum.

 

Nú hava teir givið fløguna Belials Synir Volume 1 út, sum eitt nú inniheldur hittini Frá bygd til bý, og Gentan er farlig.

 

Í annaðkvøld bjóða teir til útgávukonsert í Bassalt, har møguleiki eisini verður fyri at ogna sær fløguna.