Ein av fleiri hundrað føroyingum, sum ikki skrivaði vinningin á sjálvuppgávuna, tá ið hann seldi partabrøv í 2007, er sørvingurin Eivind Jacobsen.
Øll hesi fólk fingu boð frá Taks um at senda inn rættaða sjálvuppgávu, og hóast tey gjørdu hetta, fekk ein stórur partur ætlanarskriv um bót frá Taks.
Summi, sum fingu lítla bót, rindaðu bótina, men eini 100 fólk góðtóku ikki bótina, og fleiri mál vórðu tí send rættinum.
Trý fólk eru higartil dømd sek í ikki at hava givið rætta inntøku upp “í grovum ósketni”.
Í dag skuldi Eivind Jacobsen í rættin fyri tað sama. Í ætlanarskrivinum varð bótin ásett til 25.000 krónur.
Í hinum trimum førunum lækkaði rætturin bótina niður í ein triðing.
Vardur av órini
Málið hjá Eivindi Jacobsen var eitt sindur øðrvísi, tí síðan stevningin kom, er Eivind Jacobsen vorðin tingmaður, og løgtingslimir eru vardir av órini. Fyri at kunna ákæra ein løgtingslim, má løgtingið fyrst taka órinið frá honum.
Men so nógv roks tímdi ákæruvaldið ikki at gera burtur úr einum so lítlum máli, og semja varð tí gjørd um, at Eivind Jacobsen skal rinda 8.000 krónur í bót. Tað góðtók hann.
Tað varð gjørt við støði í dómunum, sum hini trý fólkini fingu. Teirra bót fór eisini niður í ein triðing.