Tað, sum frá fyrstu tíð fekk Menakhem at hava samband til Føroya, er fiskiskapur.
Menakhem er ein tann fremsti fiskivinnufrøðingur í heiminum. Hann byrjaði sum heilt ungur at fiska, og hann gjørdist skipari heima í Ísrael. Síðan varð hann av ísraelsku stjórnini sendur í onnur lond at læra tey fiskiskap. Eitt av hesum londum var Eritrea, sum tá var ein partur av Etiopia. Hann kom seinni at virka fyri fiskiveiðideildina hjá FAO, sum er matvørustovnurin hjá ST. Menakhem hevur arbeitt sum fiskivinnufrøðingur í einum 8 londum, har hann hevur búð í longri og styttri tíðarskeið. Afturat hesum hevur hann verið í einum 50 londum í fiskivinnuørindum, har hann hevur verið á fundum og hevur havt fyrilestrar um fiskivinnu og fiskiskap. Menakhem hevur skrivað ein hóp av ritgerðum um fiskivinnumál. Hann hevur havt eitt serligt hegni at síggja fiskivinnumálini út frá sjónarmiðinum hjá fiskimonnum.
Enn er hann sera virkin, og hann skrivar regluliga um fiskivinnuspurningar í fiskivinnublaðnum "World Fishing".
Tað var í samband við eina fiskivinnustevnu í 2004, at Menakhem fyrstu ferð kom til Føroya at hava ein fyrilestur á ráðstevnu, sum Óli Samró skipaði fyri. Hann var saman við konuni, Honnu, aftur í Føroyum í 2006 sum ráðgevi hjá fiskiveiðufeløgunum í sambandi við ásetan av fiskidøgum. Hann gjørdi tá eitt drúgt, gott og áhugavert tilmæli, sum eisini varð prentað í FF-blaðnum.
Sluppu undan at verða týnd av nasistunum
Vit gjørdust skjótt vinir, og eg fekk søguna hjá honum og Honnu, sum í 2004 og 2005 varð prentað í FF-blaðnum. Henda frásøgn er á enskum til skjals á Holocaustsavninum í Washington.
Bakgrundin hjá hjúnunum báðum er eisini einastandandi sum jødar við teirra royndum av nasismuni. Menakhem er pólskur jødi úr Warszawa. Hann kom tískil at búgva í teirri kendu Warszawa-ghettoini við teimum ræðuligu umstøðunum, sum har vóru. Nasistarnir beindu bæði fyri foreldur og systir hansara. Tá ið mamman og systurin høvdu fingið “arbeiðsboð” í týningarleguni Treblinka, og tað ikki frættist aftur frá teimum, segði pápin við Menakhem, at hann mátti sleppa sær til rýmingar, um hann ikki skuldi fáa somu lagnu. Tað eydnaðist honum eisini at sleppa úr ghettoini sum “hjálpari” hjá einum bilstjóra, sum flutti vørur til og úr ghettoini. Hetta kundi hann gera, tí hann líktist einum polakki.
Hetta var beint áðrenn jødiska uppreisturin, sum førdi til, at týskarar beindu fyri teimum flestu, sum livdu eftir. Tá frættist einki frá pápanum aftur.
Hóast blaðungur kom Menakhem tá upp í polsku mótstøðuni móti nasistunum.
Hanna fekk ferðaseðil til Auchwits
Hanna er týskur jødi úr Berlin, har hon millum nógv annað upplivdi “krystallnáttina” 9. November 1938, sum inntil tá var størsti skipaði ágangurin móti jødum.
Hanna misti eisini foreldrini og systir sína í týningarlegu, og hon var við at fáa somu lagnu sum tey. Hon var í leguni Theresienstadt uttanfyri Prag og hevði fingið ferðaboð til Aushwitz, tá ið ein lækni noktaði henni at fara við tokinum, tí hon var ov sjúk til ferðina! Hetta bjargaði henni, tí hetta gjørdist seinasta ferðin úr Theresienstadt til Aushwits.
Tað eydnaðist tveimum beiggjum hennara at sleppa úr Týsklandi, áðrenn tað var ov seint, og komu teir seinni til Ísrael.
Eftir kríggið komu bæði til Ísrael, har tey hittust og giftust. Menakhem var ein teirra, sum kom “ólógliga” til Ísrael, men hann rýmdi, áðrenn myndugleikarnir fingu sent hann til Kypern, hagar nógv onnur vórðu send. Hann kom at luttaka í teimum kríggjum, sum hava verið millum Ísrael og tess grannalondum.
Sigast kann tískil, at tey bæði hava persónliga upplivað ein fittan part av heimssøguni.
Tað merkisvert, at tey bæði er púra uttan beiskleika móti týskarum hóast alt, sum teimum var fyri. Tey eru vissuliga eitt gott dømi um tollyndi og eri vinsæl sum fá.
Suez-kreppan í 1956: Var við til at bjarga seinastu jødunum úr Egyptalandi
Í 2006 vóru eg og konan á ferð í Ísrael saman við trimum av okkara børnum. Tá vitjaðu vit eisini Honnu og Menakhem. Hetta var eitt stórt upplivilsi. Tá fekst nógv at vita um lívið hjá teimum báðum.
Menakhem greiddi tá frá, tá ið hann í 1956 var við til at bjarga seinastu jødunum úr Egyptalandi.
Jødar hava eina langa og drúgva søgu í samband við Egyptaland. Her kunnu vit fara aftur til bíbliusøguna, sum er ein stórur partur av søguni hjá jødunum, og sum vit onnur kenna so væl eisini.
Loypa vit fram til 1948, tá Ísrael varð sett á stovn, vóru 75.000 jødar, sum búðu í Egyptalandi. Tað kríggj, sum arabisku londini tá førdu ímóti Ísrael, fekk eisini avleiðingar fyri jødar í Egyptalandi. Millum annað varð teirra býarpartur í Kairo bumbaður við tí úrsliti, at 70 vórðu dripin og nærum 200 vórðu særd.
Okkara bussførari í Ísrael í 2006 var ein partur av hesi søgu. Hansara foreldur rýmdu úr Egyptalandi aftaná hesar hendingar og komu seinni til Ísrael. Tað var ikki longur livandi hjá jødum, so teir flestu fluttu burtur longu tá.
Í 1956 vóru gott 25.000 jødar eftir í landinum. Tá kom Suez-kreppan, sum byrjaði við, at Egyptaland tjóðartók Suezveitina frá Frankaríki og Bretlandi, sum áttu hana. Hetta førdi til, at hesi londini lupu á Egyptaland við hermegi fyri at fáa veitina aftur. USA og Sovjet vóru hart ímóti hesum átaki og fingu steðgað tí eftir fáum døgum gjøgnum ST.
Ísrael gjørdi sær dælt av hesi støðu við at hertaka Sinai fyri at fáa sína ávirkan á, hvat ið fór at henda. Teir høvdu einki at tapa, um Suezveitin varð stongd, tí skip úr Ísrael sluppu kortini ikki gjøgnum veitina undir egyptiskum ræði. Afturat hesum hevði Egyptaland stongt Ísrael úti frá Reyðahavinum og týdningarmikla havnarbýum Eilat. Hetta var í sær sjálvum roknað sum ein krígsavbjóðing.
Ein óætlað avleiðing av Suezkreppuni varð, at Nasser gjørdist hetja í arabiska heiminum, tí hann tordi at seta seg upp ímóti stórveldunum Bretlandi og Frankaríki, og søgumenn meta, at hetta kann hava skundað undir tey kríggini í Miðeystri, sum komu seinni.
Jødar í Egyptalandi lýstir sum fíggindar
Hetta kom eisini teimum jødum, sum enn vóru í Egyptalandi, aftur um brekku. Teir flestu av teimum vórðu vístir av landinum, og stjórnin legði hald á teirra ognir. Umframt hetta vóru 1.000 jødar sendir í fongsul ella fangalegur. Tann 25. november 1956 boðaði egyptiski ráðharrin fyri átrúna frá í eini fráboðan, sum var lisin í øllum moskum í landinum, at "allir jødar eru zionistar og fíggindar av statinum". Hann lovaði, at teir skjótt fóru at verða vístir av landinum, og varð hetta eisini gjørt. Teir fingu bert loyvi til at hava við sær eittans kuffert og eina lítla peningaupphædd. Síðan vórðu teir noyddir at skriva undir eina váttan um, at teirra ognir skuldu latast egyptisku stjórnini sum ein "gáva". Útlendskir eygleiðarar kundu boða frá, at limir í jødiskum húskjum vórðu hildin aftur fyri at tryggja sær, at tey, sum fóru av landinum, ikki skuldu tora at tosa ímóti egyptisku stjórnini fyri ikki at skaða tey, sum framvegis vóru í Egyptalandi. Úrslitið av hesum og øðrum atgerðum var, at tað í 2004 vóru færri enn 100 jødar í Egyptalandi.
Avrikið hjá Menakhem
Menakhem Ben Yami, sum hevur verið við í nógvum søguligum hendingum hjá Ísrael, átti eisini ein leiklut her. Hann var nevniliga við til at flyta hóttar jødar úr Egyptalandi í 1956.
Menakhem gjørdist, sum nevnt, á ungum árum fiskiskipari.
Ein dagin seinast í 1956 fær Menakhem saman við einum øðrum skipara boð frá myndugleikunum um at fara til havs og at sigla eina ávísa kós. Vegna krígsvandan var skipið útgjørt við vápnum at verja seg við. Við sær fekk hann eisini ein forseglaðan brævbjálva, sum ikki skuldi opnast fyrr enn, teir vóru komnir út á vítt hav. Á kósini skilti Menakhem kortini, at hon gekk ímóti Port Said í Egyptalandi, sum liggur við innsiglingina til Suezveitina.
Tá ið brævbjálvin varð latin upp, kundi hann lesa, at uppgávan var at bjarga nøkrum av teimum hóttu jødunum úr Egyptalandi. Men hetta kravdi sínar fyrireikingar. Skipið skuldi fyrst broytast frá at vera ísraelskt til at vera italienskt, so tað skuldi vera lættari at koma inn í egyptisku havnina. Tað fyrsta var at geva skipinum nýtt italienskt navn, sum skuldi málast útyvir tað upprunaliga navnið. Tað sama var við skrásetingarnummarinum. Við sær høvdu teir eisini fingið eitt italienskt flagg, sum skuldi í húnar hátt. Orsøkin til, at skipið skuldi gerast "italienskt" var, at hetta var tað lættasta fyri ísraelsmenninar. Nógvir av teirra fiskimonnum vóru upprunaliga ókendir við fiskiskap, tá ið teir komu til Ísrael. Teir lærdu at fiska við at sigla við italienskum fiskiskipum. Her lærdu nógvir teirra eisini italienskt, so nú kundu teir eisini bluffa við málinum, um tørvur varð á tí.
Tá ið broytingin av skipinum var liðug, máttu teir krógva øll vápnini, so tey í hvussu er ikki kundu síggjast av øðrum skipum. Síðan varð eitt trol hongt uppí mastrina, so eingin skuldi ivast í, at talan var um eitt fiskiskip, og síðan varð siglt móti Port Said, har ørindini skuldu eitast vera at taka olju og útgerð.
Heimføðisligir italienskir fiskimenn
Uttan fyri Port Said lá ein heilur floti av fronskum og bretskum herskipum, sum bert bíðaðu eftir boðum at leypa á. Bretar og fransar undraðu seg yvir, hvat hetta lítla italienska skipið mundi vilja her júst í hesi støðu. Teir vórðu eisini spurdir, um teir ikki vistu, at tað var kreppa og hóttandi kríggj. Nei, hetta vistu teir einki um. Teir komu úr eini bygd á Siciliu, har einki frættist, og teir vistu einki um heimspolitikk!
Teir koma so inn í Port Said, og her gekk alt uppá stás. So væl var fyriskipað, at eingin egyptari hevði frænir av nøkrum, og teir vóru eisini upptiknir av øðrum enn italienskum fiskimonnum. Jødarnir, sum skuldu flytast, vistu frammanundan, hvat ið skuldi henda, og teir bíðaðu heima við hús eftir nærri boðum. Tá ið skipini komu í havn, fóru boð hús úr húsi. Tá fóru øll oman á keiina og so umborð, uttan at nakar ánaði óráð.
Av flóttafólkunum vórðu so nógv koyrd í lastina, sum pláss varð fyri. Hini mátti leggja seg á dekkið, har presendingar vórðu lagdar útyvir, eins og tað kundi verið gjørt við einum fiskiskipi. So var farið avstað aftur og siglt varð fram við stóra herflotanum uttan nakað sum helst.
Hetta var seint á árinunum, og veðrið var ikki so gott. Nógv av fólkunum fingu eisini sjóverk, so hetta hevur ikki verið nakar stuttleikatúrur.
Men eftir 11 tímum komu tey fram til Haifa, og so var sloppið. Fyri nøkrum árum síðani varð skipað fyri eini samkomu av hesum jødum saman við teirra bjargingarmonnum, og var hetta eisini ein minnilig stund.
Seinni kom Egyptaland at ganga á odda at fáa skipaði viðurskifti við Ísrael. Samstundis eru viðurskiftini hjá teimum fáu jødunum, sum eru eftir í landinum, bøtt. Millum annað hava teir nú aftur fingið sína egna sýnagogu. Men nú eru aftur broytingar í Egyptalandi. Tað verður áhugavert at frætta, hvussu hetta ávirkar hesar jødar.
Hetta er so bert eitt lítið dømi um, hvussu tað hevur verið neyðugt hjá ísraelsmonnum at bjarga sær úr truplum umstøðum.
Framúr hjún
Menakhem og konan eiga tvey børn og fleiri barnabørn. Tey búðu fyrstu mongu árini nærindis Haifa, har norðuri í Ísrael. Men nú eru tey flutt til Tel Aviv, har børnini hjá teimum búgva.
Á páskum høvdu tey bæði eina serliga uppliving. Tá vóru tey í Jerusalem á konsert hjá Ebenezer sangkórinum. Tey láta væl at, og siga hetta vera eina einastandandi uppliving. Tá hittu tey eisini fleiri av føroyingunum, sum eisini vitjaðu tey saman við restina av ferðalagnum í 2006.
Tískil eru fleiri føroyingar, sum vilja ynskja Menakhem tillukku við hesum stóra føðingardegnum.
-------
Komandi partur
Í komandi parti verður greitt frá bókini “Havið tók teir”, sum kemur út 29. november. Hetta verður um lagnuna hjá um 300 fiskimonnum, sum ikki bóru boð í bý.