- Tað gongur væl framá hjá Møblasøluni við Birgiri Andreasen at fáa nýggja graslíki liðugt.
Soleiðis siga tey á vanganum hjá Nes kommunu í dag.
Lagt verður aftrat, at uppmerkingin er næstan liðug, og seinnapartin varð farið at koyra sandfyllu/ korkfyllu í.
- Nú er bara at vóna, at veðrið verður til vildar teir næstu 20 tímarnar, siga tey í kommununi.
Sum skilst, er ætlanin at leika fyrsta landskappingardystin á nýggja vøllinum hin 5. juli, tá EB/ Streymur kemur á vitjan.
##med2##












