sigldi við fullari ferð. Tingmenninir allir og løgmaður vóru samankomnir niðri í lugarinum. Eingin stóð við róðrið, og lagnan rak fyri vág og vind. Hurðin brast upp, og tingmenninir hvukku við. Ein ungur boðberi [...] evnir, langt áðrenn tú var føddur, og ikki skal tú koma her og fortelja mær, hvussu landið skal stýrast og ikki.” Ikki var hann sørt skelkaður av vísdómsorðunum, og uttan at mótmæla setti hann seg niður [...] flýggja av landinum. Og vit skulu minka um talufrælsið.” Ristandi av bangilsi sat unglingin og eygleiddi leikin. Ikki visti hann síni livandi ráði. Tvær tær seinastu royndirnar miseydnaðust, og ikki hevði hann
kommunurnar og landið loysir tað seg á tann hátt, at teir spara nógva koyring og harvið eisini nógv CO2 útlát. Ein pressubingja tekur millum seks og tíggju ferðir so nógv rusk sum ein vanlig bingja, og tað sigur [...] kundi hon lættliga togast upp á ein vanligan lastbil og tømast á brennistøðini, og síðan setast upp á pláss aftur. Sjálvur hevur hann lastbil, og var tað ein liður í ætlanini, at hann sjálvur bjóðaði [...] út upp á at pressa rusk fyri kommunurnar og koyra tað á brennistøðina fyri kommununa. Hann hevði funnið eina passaliga bingju á umleið tíggju rúmmetur, eins og flestu ruskbingjurnar í landinum eru. Harafturat
samfelagshjólini mala seinni, og fyritøkan satsar fyrst og fremst upp á at tryggja bilar og hús. Fyrr hevur felagið roynt seg innan skipatryggingar, men hesum hevur tað slept, og hetta merkir eisini færri [...] hetta vanlig innlán og lánsbrøv. Í roknskapinum kom fram, at fyritøkan framvegis hevur avkast av íløgunum, men tað er ikki so løgið, tá talan er um fastar rentur av peninginum. Færri hendur Ein stórur partur [...] tryggingarfyritøkurnar í Føroyum gjøldini. Trygd gjørdi tað sama, og hækkaði í summar prísin á húsatryggingum við eini 15 prosentum, og á bilum við umleið 12 prosentum. Hetta er tó ikki nakað, ið felagið
Vestur og AB, ið gjørdist so rokaligur, at dómarin noyddist at blása dystin av, hóast einir 5-10 minuttir vóru eftir at spæla. Tveir spælarar frá AB og ein frá 07 Vestur fingu reyða kortið, og tann eina [...] ið dømdi, ikki tordi at lata dystin halda fram, tí »fleiri spælarar kókaðu í vreiði og vóru um at fara til hendurs,« sum Vágaportalurin tekur til. [...] Nú fótbóltskappingin er farin at nærkast, spæla tey ymsu liðini nógvar vinar- og venjingardystir sínamillum, men tað er ikki altíð, at tað gongur so friðarliga fyri seg, hóast ikki tað stóra skuldi staðið
til, og so svarar hitt aftur, at tað ongan meyl hevur sent. Seinasta hósdag vóru teir slopnir inn um fyrstu »barrikaduna«, og nú royna teir aftur. Hesaferð eru teir tó ikki komnir inn um dyrnar, og tek [...] teknikararnir hjá Føroya Tele sita við sveittabrot og royna at standa ímóti álopinum. - Teir banka hart uppá í løtuni, og vit stríðast fyri at halda teimum úti, sigur Páll Wiberg Joensen. - Tað kann vera [...] ein brúkari, ið hevur yvirtikið fleiri servarar, og so sendur hesar teldupostarnar gjøgnum teir. Hann kann sita í Føroyum ella onkra heilt aðrastaðni, og tað er næstan ógjørligt at finna hann ella teir
gjøgnum árini, og hvussu sær framtíðin út fyri knettavirkið í Leirvík? - Tað hevur gingið upp og niður, og tað hava eisini verið tíðarskeið, har tað hevur verið ómøguligt at fáa hendur á fisk, og tað var eyðvitað [...] at vit keypa rávøruna, sigur Rasmus Hansen. Trý og fýra fólk Nakað av gulllaksi verður eisini brúkt til framleiðsluna, og tað verður so keypt frá Tavuni, og tað er fyri so vítt rávøran, sum verður nýtt. [...] seiði, so gera vit knettir úr gulllaksi, sum eisini er reinur gulllaksur, og í triðja lagi gera vit fiskaknettir úr toski og hýsu, og tá er talan um eina blanding av báðum, sigur Rasmus Hansen. Best umtókt
deyð, í kappingini um vald og vápn, pengar og olju, smugling og menniskjahandil. Í báðum pørtum eru køld og kynisk fólk sum hava fíggjarlig og politisk partabrøv í stríðnum, og tey hava einki fyrilit fyri [...] at tiga og samtykkja, meðan ísrael hevur uppbygt eitt órættvíst og harðligt apartheid-samfelag, og meðan Jeltsin og Putin næstan hava oytt eitt heilt kaukasiskt fólk. Vit hava ikki bara tagt og samtykt [...] høvdu verið fyri so nógvum mismuni og harðskapi, kendu seg sviknar og tordu ikki longur at sita hendir í favn og bara bíða eftir álopinum. Tey mistu tolið og fleiri og fleiri skiftu samhuga frá pasifistisku
Ólavur Ellefsen (Simprentis) og Elsa Johanna Høgenni (Landsverk)) fara at døma uppgávurnar og framløgurnar. Klaksvíkar Býráð bjóðar kaffi og køkur. 16.05 Vinnarin verður funnin, og gávur verða handaðar 17.20 [...] at taka lut frá Tekniska Skúlanum í Klaksvík, Føroya Studentaskúla og HF-skeiði og Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Næmingar, lærarar og dómarar eru umleið 40 í tali. - Tiltakið er alment – øll eru hjartaliga [...] raksir ungdómar royna sítt hugflog og skulu kappast um at sleppa út í heim at royna seg á sama øki, siga fyrireikararnir. Teir bólkar úr Føroyum, sum fyrr hava verið úti í heimi og kappast, hava klárað seg
munurin á liðunum kom til sjóndar – vantandi royndir og kaldleiki. Tvær býttisligar og óneyðugar útvísingar sendu fyrst Hans Áka Dal-Christiansen og nøkur sekund seinni eisini Rúna Joensen á bonkin í tveir [...] Johannesen, Regin Joensen og Rúni Joensen traðkaðu í karakter og vístu seg at vera eitt fínt alternativ til teir, ið helst vóru farnir at møðast. Hesir tríggir fingu tvey mál í part og gingu á odda í endaspurtinum [...] uppgáva. Ikki minst vísti tað seg, at teir kvikaru og smidligaru menninir dugdu betur at smoyggja sær fram við stóru og tungu sveisarunum í verjuni, og tað var um reppið, at tað eydnaðist at halda tapið
á skeið at læra seg at brúka sil og livur. Men hvat hendur, tá til stykkis kemur? Sjálvandi er ongin, sum vil taka ímóti tí. Tað er tað sama við øllum hasum í Havn. Og føroyingar mugu bara halda seg til [...] í Nóatúni eru fittir og alt, men tað er rættiliga langt út á sjógv frá Nóatúni. Eg skal ikki siga, at teir ikki hava verið á seiðabergi, men tað er langt millum teori og praksis, og teir raka altíð minst [...] fara heimanífrá soleiðis at búgva og rógva út, men tað vildi Anders Viberg, útróðrarmaður, als ikki. - Hetta er ikki lív. Prísurin er farin í eina helvt í mun til vanligt, og hann plagar at lækka út í aprílmánað