Carl Hansens Eftirfylgjarar er ein rættiliga gomul fyritøka, sum upprunaliga varð sett á stovn av Carl Hansen, ið var ættaður úr Gøtugjógv.
- Hann stovnaði ein handil fyrst í 1900 talinum, um 1910-12. Hann hevði so handilin eina tíð, men doyði lutfalsliga ungur, og so yvirtók omma handilin, sigur Rasmus Hansen, sum nú eigur og rekur Carl Hansens Eftirfylgjarar í Leirvík.
Carl Hansen gamli fekst tó við annað enn bert handil.
- Hann leigaði motorbátar úr Suðuroy at rógva út við, men sum nevnt doyði hann rættiliga ungur í 1933, og so sat omma mín við handlinum í nøkur ár, til pápi mín tók yvir nakað seinni, sigur Rasmus Hansen.
Pápin rak so handilin fram til hann doyði í 1974, og tá tók so Rasmus Hansen yvir.
- Eg havi so rikið fyritøkuna síðani, bæði handilin og hetta virki, sum vit framleiða knettir og frikadellir í, sigur Rasmus Hansen.
Bygningurin, har hendan fiskaframleiðslan fer fram, varð keyptur, meðan pápi Rasmus enn var á lívi, men teir vóru ikki heilt fluttir inn. Kortini var framleiðslan byrjað áðrenn Rasmus Hansen tók yvir, og so helt hetta fram í nýkeypta bygninginum, har knettavirkið, sum tað verður nevnt millum manna, framvegis heldur til.
Virkið er síðani bygt út og er væl størri enn upprunaligi bygningurin.
Tá pápi Rasmus Hansen byrjaði upp á hesa serføroysku framleiðsluna, fiskaði hann meginpartin av fiskinum sjálvur, meðan restin bleiv keypt frá útróðrarbátum úr Leirvík.
- Hetta er so broytt við tíðini, serliga tá fiskamarknaðurin kom, so nú er tað fyri tað mesta haðani, at vit keypa rávøruna, sigur Rasmus Hansen.
Trý og fýra fólk
Nakað av gulllaksi verður eisini brúkt til framleiðsluna, og tað verður so keypt frá Tavuni, og tað er fyri so vítt rávøran, sum verður nýtt.
- Vit framleiða trý sløg av knettum. Tað eru knettir úr seiði, so gera vit knettir úr gulllaksi, sum eisini er reinur gulllaksur, og í triðja lagi gera vit fiskaknettir úr toski og hýsu, og tá er talan um eina blanding av báðum, sigur Rasmus Hansen.
Best umtókt av hesum trimum sløgunum eru knettini, sum eru gjørd av toski og hýsu.
Virkið framleiðir eisini frikadellir, men tær verða bert gjørdar av toski og hýsu, har verður ikki gulllaksafars blandað uppí.
Tað verður ikki arbeitt á virkinum hvønn dag. Men kortini er framleiðslan rættiliga støðug.
- Vit eru vanliga trý, onkuntíð fýra fólk til arbeiðis, tá vit framleiða. Vit hava maskinur til meginpartin av arbeiðinum, so tað gongur við teirri manningini. Annars plagdu vit at vera fleiri til arbeiðis, tá meiri varð gjørt við hond. Fiskurin varð skorin við hond tá, men síðani vit fingu maskinur til meginpartin av framleiðsluni, hava vit verið trý og fýra fólk, sigur Rasmus Hansen.
Hann sigur, at tað er rættiliga skiftandi við arbeiði, eisini eftir sum marknaðurin er, tí hann er eisini skiftandi, upp og niður, eisini eftir árstíðini.
- Øll rávøran er heilur fiskur. Hann verður keyptur heilur á uppboðssøluni og síðani skera vit hann sjálvi. Á tann hátt kunnu vit eisini fylgja við góðskuni allan vegin, og tað er líka nógv tí, at vit keypa fiskin heilan, sigur Rasmus Hansen.
Selt í Føroyum
Tá fiskurin er skorin og malin til fars, verður hann eltur til knettir við øllum tí, sum eigur at verða koyrt í eitt knetti, tað verið seg kryddaríir og tálg.
- Vit framleiða knettini og frikadellurnar upp á gamlan manér. Tey verða eisini ávikavist kókað og steikt, so tað er bara at hita upp aftur og seta á borðið, sigur Rasmus Hansen.
Knettini verða pakkað við fýra í hvørjum pakka, og tað er tann detailpakningurin, sum virkið hevur brúkt alla tíðina.
- Tað eru heilsølurnar, sum taka sær av víðarisøluni. Vit lata til heilsølurnar, og tær syrgja so fyri leveringini út til handlarnar, sigur Rasmus Hansen.
Alt, sum knettavirkið í Leirvík framleiðir, verður selt í Føroyum.
- Vit selja ikki sum er nakað uttan fyri Føroyar. Tað er ein ávísur marknaður í eitt nú Danmark, tí har búgv a nógvir føroyingar, og teir hava eisini áhuga fyri okkara framleiðslu, men higartil hava vit ikki gjørt tað stóra við at flyta okkara vørur út. So vit hava avmarkað okkum til at passa føroyska marknaðin, og tað hevur so verið nøktandi, sigur Rasmus Hansen.
Og júst tað, at føroyski marknaðurin higartil hevur verið nøktandi, er helst orsøkin til, at virkið ikki hevur gjørt av at hyggja út um landoddarnar.
- Men í Danmark er so ein marknaður fyri hesum í ein ávísan mun, um tað skuldi verið, sigur Rasmus Hansen.
Eitt tilboð millum onnur
Sum nevnt so framleiðir virkið Carl Hansens Eftirfylgjarar knettir og frikadellir. Men tað merkir ikki, at teir hava stært ser blindar á hesar framleiðslurnar.
- Nei, aðrar framleiðslur hava verið uppi og vent, og vit hava eisini onkuntíð gjørt onkrar royndir við øðrum framleiðslum. Vit hava kortini ikki koyrt nakrar av hesum royndarframleiðslum út á marknaðin, men vit hugsa alla tíðina í nýggjum banum, tó at vit ikki enn hava funnið nakað, sum vit eru klár at koma á marknaðin við, sigur Rasmus Hansen.
Hvussu er so stjórin á knettavirkinum í Leirvík nøgdur við søluna og háttin, hansara framleiðslur verða móttiknar av Føroya fólki? Eru knettir og frikadellir gerandis døgurði á føroysku borðunum?
- Eg veit ikki reiðiliga. Okkara framleiðsla fer um alt landið og eisini umborð á skipini, men eg veit ikki hvat eg skal siga. Tað er jú so nógv at velja ímillum til døgurða, bæði av fiskamati og øðrum, men okkara framleiðsla er so tvey av tilboðunum millum mong onnur, sigur Rasmus Hansen.
Knettir og frikadellir úr Leirvík eru at finna í hvørjum frystidiski um alt landið, men stjórin dugir illa at seta nakað tonsatal á framleiðsluna hjá knettavirkinum.
- Tað verður til nøkur tons um árið, men eg tori ikki heilt at seta nakað tal á, sigur Rasmus Hansen.
Gott treysti
Fyritøkan er rættiliga gomul, Rasmus Hansen sjálvur tók jú yvir í 1974. Hvussu hevur so gingið upp gjøgnum árini, og hvussu sær framtíðin út fyri knettavirkið í Leirvík?
- Tað hevur gingið upp og niður, og tað hava eisini verið tíðarskeið, har tað hevur verið ómøguligt at fáa hendur á fisk, og tað var eyðvitað ein hin truplasta tíðin. Alt var fastlæst. Bátar og virkir vóru fastløst, og tú slapst ikki framat fiskinum. Tað var ein ógvuliga trupul tíð, sigur Rasmus Hansen.
Men hetta broyttist tó, tá fiskamarknaðurin kom.
- Hann lat upp fyri, at tað slapst framat fiskinum. Um man so fekk hendur á honum var so nakað annað, tað gjørdi prísurin av. Men tað loysti so upp fyri møguleikanum at sleppa framat fiskinum, og tað var í hvussu er positivt, sigur Rasmus Hansen.
Men hvussu framtíðin sær út er verri at siga.
- Tað sær jú einki serligt út í løtuni. Men vit hava jú verið ígjøgnum eina svára kreppu fyrr, og tá var lítil avsetningur av tí, sum vit fáast við, sum hjá flestu øðrum. So hvussu hetta fer at roynast er ilt at siga. Vit mugu bara síggja tíðina ann og vóna tað besta. Hanga í, tað er tað einasta at gera, sigur Rasmus Hansen.
Hann tekur ímóti hesari avbjóðingini við góðum treysti.
- Ja, tað er einki annað at gera. Tað gongur upp og tað gongur niður, og tað er bara at vóna, at tað ikki fer ov langt niður, áðrenn tað vendir aftur. Tað er ikki annað at gera við tað, sigur Rasmus Hansen, stjóri í Carl Hansens Eftirfylgjarar.