Rok­dystur í Sørvági

Dómarin noydd­ist at steðga »vinar­dysti« millum tey bæði nýggju liðini í Vodafone-deildini, 07 Vestur og AB, tá menn høvdu meira hug at berjast enn at spæla fótbólt

Nú fótbóltskappingin er farin at nærkast, spæla tey ymsu liðini nógvar vinar- og venj­ingardystir sínamillum, men tað er ikki altíð, at tað gongur so friðarliga fyri seg, hóast ikki tað stóra skuldi staðið upp á spæl, nú kappingin ikki er byrjað enn.

Vágaportalurin skriv­ar um ein slíkan dyst í Sørvági í gjár millum uppflytararnar í Voda­fone-deildini, 07 Vestur og AB, ið gjørdist so rokaligur, at dómarin noyddist at blása dystin av, hóast einir 5-10 minuttir vóru eftir at spæla.

Tveir spælarar frá AB og ein frá 07 Vestur fingu reyða kortið, og tann eina taklingin var so hørð, at ein spælari mátti á Lands­sjúkra­hús­ið. At enda hevði tað so lítið við fótbólt at gera, at Suni Jo­­han­sen, ið dømdi, ikki tordi at lata dystin halda fram, tí »fleiri spælarar kókaðu í vreiði og vóru um at fara til hendurs,« sum Vágaportalurin tekur til.