Business Game endar í Klaksvík fríggjadagin

Komandi fríggjadag klokkan 13 verður fari undir endakappingina í European Business Game í Býráðshøllini í Klaksvík

Átta bólkar fara at taka lut frá Tekniska Skúlanum í Klaksvík, Føroya Studentaskúla og HF-skeiði og Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.

Næmingar, lærarar og dómarar eru umleið 40 í tali.

- Tiltakið er alment – øll eru hjartaliga vælkomin at fylgja við hesum spennandi átaki, har raksir ungdómar royna sítt hugflog og skulu kappast um at sleppa út í heim at royna seg á sama øki, siga fyrireikararnir.

Teir bólkar úr Føroyum, sum fyrr hava verið úti í heimi og kappast, hava klárað seg væl.

- Við støði í hesi kapping kann dentur tí leggjast á, hvussu umráðandi tað er at fáa ungdómin at arbeiða við í íverksetan, so nýhugsan kann spíra og spretta, siga tey.

EBG-vinnarabólkurin í Føroyum fer víðari til evropeisku endakappingina, sum verður um mánaðarskiftið juni – juli 2009 í Keypmannahavn.


Skrá fyri dagin sær soleiðsi út:

13.00     Vælkomin – kunning um skránna


13.05    Jógvan Skorheim, formaður í mentnanarnevndini hjá Klaksvíkar Býráð, heldur røðu um týdningina av at fremja hugburðin um íverksetan


13.15    Kappingin byrjar – bólkarnir hava framløgu. Hvør bólkur hevur í mesta lagi 12 minuttir til framløgu, umframt 3 minuttur at svara spurningum í


15.25    Dómararnir (Sigmar Jacobsen (Føroya Banki), Hjørdis Gaard (TAKS), Ólavur Ellefsen (Simprentis) og Elsa Johanna Høgenni (Landsverk)) fara at døma uppgávurnar og framløgurnar. Klaksvíkar Býráð bjóðar kaffi og køkur.


16.05    Vinnarin verður funnin, og gávur verða handaðar


17.20    Liðugt


MYNDATEKSTUR::::::::::::

Vinnandi bólkurin í European Business Game í fjør var frá Tekniska Skúla í Klaksvík