út til at stígur var komin í hjá Eysturoyingi, men so var ikki. Teir høvdu gott útsýnið til hinar bátarnar og tá Kjølur nærkaðist settu teir bert ferðina enn meira upp og aftaná tað var einki at gera hjá [...] triðjaplássi har Havnarbáturin og Nólsoyingur togaðust. Í tí kappingini dróg Havnarbáturin tað longra stráðið. Tað er ikki vantandi at Eysturoyingur verður tikin í ár. Til tað eru teir alt ov suverenir. Tá [...] skemti hann segði orðini. Men hóast tað, so er at vóna, at hinir bátarnir gera tað teir kunna fyri at nærkast Eysturoyingi. Um ikki annað, so fyri spenningin skyld. Úrslitið av róðrinum var annars hetta: 1
Gundadal at spæla steypafinalu móti HB. Símin Waag Høgnesen og Jan Joensen fingu báðir reytt kort móti VB næstseinasta vikuskiftið og vóru tí ikki við sunnudagin. Tað verða teir í annaðkvøld, men tað var so [...] sunnudagin, at tað ikki kann brúkast sum nøkur umbering, at teir báðir ikki vóru við. Harafturat kann eisini sigast, at Johannes Joensen hjá HB eisini sat leikbannaður uttanfyri, men HB hevur fyrr víst, at spæ [...] Lagt var upp til tann heilt stóra gysaran, so sum tað ofta er, tá HB og KÍ bresta saman á fótbóltsvøllinum. HB var nummar eitt og KÍ nummar tvey, og tey vóru tey einastu ósigraðu liðini eftir í 1. deild
landi - páparnar. Teir verða kúgaðir og kroystir sálarliga hvønn dag. Og teir eru ikki so fáir heldur, tíverri. Kanska fleiri hundrað. ? Eg vóni at henda deild fer at gera nakað við at vísa útheiminum, hvussu [...] Ólavur í Beiti heldur tað vera sera løgið, at ein stovnur soleiðis fer inn og blandar seg í eina innarbeidda avtalu millum mammu og pápa. Hann heldur ikki, at stovnurin tekur hædd fyri at dóttir hansara hevur [...] tó at hon arbeiddi og hevði ikki verri umstøður enn pápin. Og dømini eru so mong og ræðandi, at tú øtast, og fólk, sum liva í kjarnanum í samfelagnum, sum hoyra slíkar søgur, trúgva teimum ikki, at tær
hjá Jóhan Nielsen at finna aðrar spælarar, og hvat er tá frægari enn at fara niður á 2. deild eftir veteraninum Símun Peturi Justinussen. Símun Petur spældi allan dystin og vísti, at hann framvegis kann [...] ÍF hevur við at fáa úrtøku burtur úr kjansunum, teir hava. GÍ vann, men tað sær framvegis ikki serliga gott út. Góða gamla GÍ-spælið við at bróta ígjøgnum í síðunum er ikki til longur, og teir nýggju menninir [...] kort í Sumba og var leikbannaður, Samson Nesá er á námsferð við skúlanum hjá sær, og álitið seinastu árini, Magni Jarnskor, hevur fingið »rósuna« í knæið og sat uttanfyri. Hann vónar kortini at vera við til
útlitini hjá TB vóru sera døpur, valdu teir at royna at fáa okkurt burtur úr dystinum í staðin fyri at royna at avmarka tapið. Tað førdi eisini til eina TB-yvirvág, sum tað kortini ikki spurdist nakað burturúr [...] var aðru ferð, at Óli varð rikin av vølli í ár, og leikbannini ríða TB sum ein marra. Magni Hentze verður helst ikki klárur aftur fyrr enn í fyrsta lagi um fjúrtan dagar, og tað vil siga, at hann helst er [...] fastan. 5-0 á Tvøroyri er eitt gott úrslit fyri øll lið, og fyri B68 merkti tað, at teir aftur eru heilt uppi millum tey ovastu. Petur Simonsen, venjari hjá toftamonnum, heldur, at ambitiónirnar eru til okkurt
fram móti 16-metrinum, og langskotunum tók Bjarni Johansen sær av. Tað var umleið eitt korter eftir at spæla, tá VB økti um leiðsluna og í veruleikanum tryggjaði sær sigurin. Og tað var ein rein verjufadesa [...] vindinum í fyrra hálvleiki. Tað var eisini VB sum hevði teir betru møguleikarnar, og teir løgdu seg eisini á odda, longu tá okkurt um tíggju minuttir vóru spældir. Og tað var sum ikki eina ferð Jón Pauli [...] sindur aftan á leiðslumálið. Sumba tók ræðið á miðjuni og slepti tí ikki aftur restina av hálvleikinum. Men sum sagt bleiv tað mest til spæl, og í roynd og veru var VB nærri 2-0 enn Sumba var 1-1. VB hevði
una at vera hættisliga, og tiltøk máttu setast í verk fyri at varðveita peningaligu trygdina í felagnum. VB royndi tískil at gera nýggjar sáttmálar við teir báðar jugoslavarnar Milan Milanovic og Milan [...] tí sama avgjørdi VB at siga sáttmálan við hann upp. Tað merkir, at eftir 4. juli er Milan Milanovic hvørki venjari ella spælari í VB meir. Tað er sjálvandi spell fyri vágbingar, at teir missa Milanovic [...] Pauli Olsen hjálparvenjari. VB berur Milan Milanovic eina tøkk fyri hansara tíð í Vági, og vónar, at tað fer at gangast honum væl í heimlandinum.
Eiler gav lyfti um at halda seg til henda boðskapin, og biskupur setti hann í tænastuna at prædika orðið reint og rætt, at handfara sakramentini, at hava umsorgan fyri kirkjuliðinum og at virka samsvarandi [...] óførinum, sum vit eru komin í. Tað er Jesus. Tá ið vit verða kallað fram fyri Gud, er tað hann, sum talar okkara søk. ? Uppgávan er at boða henda Jesus og at vera trúgvur í hesi tænastuni. Lisið úr Skriftini [...] tænastu. ? Tað er tann kristni boðskapurin, sum skal boðast. Teir fyrstu ápostlarnir boðaðu orðið, og tað er eisini okkara uppgáva. Kristindómur er ikki at menniskju hava valt sær Jesus til Krist. Tað er Gud
HB-málverjanum, Danny Rasmussen, og Danny kom so mikið illa fyri, at neyðugt var at skifta hann út. Tískil noyddist verjuleikarin Hans Andreas Dahl at verja HB-málið, tað sum eftir var av dystinum. Hesa [...] sær og langar til, men bólturin fer við síðuna av málinum. Dómarin, sum var staddur á miðjum vølli, bríkslar, og til stóra undran fyri leikararnar á báðum liðum peikar hann á brotssparksblettin og sigur [...] sigur, at tað er brotsspark til LÍF. Hvat hann dømdi fyri, veit eingin at siga, men Jonhard Høgnesen var ósvikaliga tryggur og sendi brotssparkið í málið til hálvleiksstøðuna 1-1. Áðrenn útjavnandi málið
dystinum, og hann legði heimaliðið á odda bæði 5-1 og 6-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. Sum sagt, so var tað veruligur klassamunur á liðunum báðum, og tað var B71, sum var omaná so at siga allan [...] Niðurflytarnir B71 tykjast at verða komnir fyri seg, eftir at teir annars høvdu fingið eina heldur slaka byrjan upp á kappingarárið. Leygardagin høvdu teir vitjan av EB/Streymi, og tað var ongantíð nakar ivi [...] felagsliðið úr Sundalagnum nakað, og tað eydnaðist eisini teimum at minka um munin við einum máli, sum Sonni Samuelsen skeyt. Hesa løtuna var útiliðið við yvirlutan, men tað var bert í eitt stutt tíðarskeið