Tað sást beinanvegin í dystinum, at havnarmenninir ætlaðu at vaska stórtapið í Hvalba seinasta vikuskifti burtur. So skjótt sum dómarin Sjúrður Norðbúð hevði bríkslað dystin í gongd, vóru vertirnir á leirvíkingum um allan vøllin. Heimaliðið var eisini styrkt til dystin. Venjarin Albert Ellefsen hevði fingið nakrar royndar kreftir á liðið, so sum Hartvig Joensen, Boga Midjord og Eyðun Samuelsen. Eingin av hesum var við seinasta vikuskifti.
Tað vóru bara farnir sjey minuttir av fyrra hálvleiki, tá ið HB kom á odda. HB fekk eitt horna, sum varð sent væl innfyri, og har var nakað av trunkaspæli, men so endaði bólturin hjá unglingaleikaranum Eyðuni Højgaard og hann var knappur og smekkaði bóltin í málið til 1-0.
Tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin, javnaðu leirvíkingar. Ein leirvíkingur og ein HB-ari renna við fullari ferð móti HB-málinum, leirvíkingurin fær bóltin við sær og langar til, men bólturin fer við síðuna av málinum. Dómarin, sum var staddur á miðjum vølli, bríkslar, og til stóra undran fyri leikararnar á báðum liðum peikar hann á brotssparksblettin og sigur, at tað er brotsspark til LÍF. Hvat hann dømdi fyri, veit eingin
at siga, men Jonhard Høgnesen var ósvikaliga tryggur og sendi brotssparkið í málið til hálvleiksstøðuna 1-1.
Áðrenn útjavnandi málið var tað heimaliðið, sum hevði tað mesta av spælinum, men so líðandi komu leirvíkingar fyri seg, og teir høvdu eisini nakrar vandamiklar málmøguleikar.
Eitt korter var farið av seinna hálvleiki, tá ið HB aftur legði seg á odda. Havnarmenninir høvdu havt tað mesta av spælinum higartil í seinna hálvleiki, og tí kom málið ikki so óvæntað. Eyðun Samuelsen fór við fullari ferð fram eftir í vinstra borði, og hann sendi eina avlevering millum tveir verjuleikarar hjá leirvíkingum til Una Mortensen, sum prikaði bóltin í málið hjá leirvíkingum dygst úti við annan stólpan.
Beint eftir hetta gjørdi ein leirvíkingur fríspark móti unga HB-málverjanum, Danny Rasmussen, og Danny kom so mikið illa fyri, at neyðugt var at skifta hann út. Tískil noyddist verjuleikarin Hans Andreas Dahl at verja HB-málið, tað sum eftir var av dystinum. Hesa uppgávuna røkti Hans
Andreas til fulnar, hóast hann ikki bleiv settur upp á tær stóru royndirnar.
Síðsta málið í dystinum kom, tá ið einir tíggju minuttir vóru eftir at leika. Júst innskifti unglingaleikarin Rógvi Joensen bleiv leysur eftir eina miseydnaða rangstøðufellu hjá LÍF, og hann skoraði trygt hjá Trygva í málinum hjá leirvíkingum til endaligu støðuna 3-1.
Úrslitið av dystinum var fult uppiborið. HB spældi væl skjótari enn LÍF, og haraftrat vóru teir eisini munandi meiri ágrýtnir enn leirvíkingar. LÍF hinvegin noyðist at taka sær annað skinn um bak, um teir ætla sær at verða við í kappingini um heiðursmerkini í næstbestu deildini. Ov nógv veik
punkt eru á liðnum hjá leirvíkingum, og teir eru noyddir til at styrkja sær um hópin, um teir ætla sær at vera við í oddinum.










