hevur fingið litið upp í hendi leiðsluna av leitingini við eitt nú Føroyar. Hann vitjaði herfyri í Føroyum og hevði fund á skrivstovuni hjá BP saman við fleiri av serfrøðingunum hjá felagnum. Teir gjørdu støðuna [...] alt tilfarið frá brunnunum. Har vóru nøkur yvirraskilsi, og tí máttu vit endurskoða kanningarnar og eisini gera okkara sammetingar við hinar brunnarnar, har fund eru gjørd, av nýggjum. Richard Hollingsworth [...] tit spyrja Shell um. Men eg dugi ikki at síggja, at tað skal hava nakrar broytingar við sær fyri okkara samstarv við Shell, um teir eisini eru í onkrum øðrum bólki.
so helt dysturin kortini fram á sama hátt. Við einum H71-liði, sum kanska var við yvirlutan, men sum ikki megnaði at toga seg avgerandi málini frá Kyndli, og við einum Kyndils-liðið, sum fleiri ferðir hevði [...] , so misnýttu teir grønu. Hetta var sjálvandi við til at frustrera kyndilsleikararnar, og frustratiónin mundi ikki gerast minni, tá komið var í helvt við hálvleikin. Eini lokaluppgerð so líkt, so hevði [...] Kyndil fann als ikki veg fram til málið hjá hoyvíkingum. Kanska var størsta orsøkin til hetta, at liðið við flytingini hjá Bjarna Wardum ti lH71 misti stóru skothóttan sína, og tí mundi tað helst svíða eyka
heilt javngomul, eg fyrst í fjøritinum og hon 73. Ein eldri kona við við stórari útstráling. Andlitið var merkt av lívinum, grovliga høgt við djúpum foyrur og langt inni sótu eyguni, full av livi, hóast tey [...] kríggið. Í fyrstu var friðaligt, men móti kríggslok komu russararnir og vit máttu flýggja. Vit fóru norðureftir og kundu onki taka við okkum. Vit komu til Stettin í Polen og náddu akkurát at flyggja undan russum [...] farligt var tad at ganga úti tá flogfør vóru yvir býnum. Eg gekk altíð heilt inni við húsaveggin í svørtum frakka og við svørtum yvir høvdið, soleiðis at smáu flogførini ikki skuldu síggja ein. Eingilsmenninir
gjørdist tað ikki kalt inni. Sum sagt var ymiskt at takast við um dagarnar, og tann eina dagin helt John avstað við nøkrum øðrum út at fiska. Teir royndu við tráðu og fingu nakrar løgnar »akvariufiskar«, men so [...] farvæl við Fiji, og hildu leiðina heimeftir aftur. Vit hoyrdu um stórkavan, sum hevði herjað um landið, júst um hesa tíðina, so vit óttaðust fyri, at vit fóru at fáa tað ringt við at venja okkum við kuldan [...] spæla beach-volley saman við/ímóti øðrum fjakkarum. Um dagin var ikki størt annað at gera uttan at liggja á strondini og njóta tað góða veðrið, kanska fara ein túr út frá strondini við masku og snorkli og síggja
øll – feløg og persónar – tóku undir við okkara ætlan og stuðlaðu Føroyum at krevja tað tilfeingið, vit hava rætt til. Uttan Felagið Nótaskip. Fyri alt í verðini máttu vit ikki krevja meira enn tað, vit [...] Nótaflotin livdi væl við eini kvotu, sum lá um 23.000 tons. Og livdi nótaflotin væl, helt flotin sjálvur, so livdu øll væl. Men hvat hendi? Eftir at Føroyar høvdu verið í opnum stríði við ES og langt um leingi [...] eita, er okkum ein beiskur biti. Hesar vóru heldur ikki við í upprunauppskotinum hjá samgonguni, men komu tíverri á borðið undir samráðingum við ein av andstøðuflokkunum. Vit óttast avleiðingarnar av
eydnast at koma víðari. Við øðrum orðum má Malta ikki tapa, men kann bæði vinna ella fáa javnleik, samstundis sum Føroyar sjálvandi skulu vinna. Undan dystinum er Armenia fremst við fýra stigum, Føroyar [...] Føroyar og Malta hava trý stig í part og Georgia er aftast við einum stigi. – Eg havi spurt meg fyri, og sum eg skilji á lagnum, hava vit fyrimun av innanhýsis dystunum, um støðan skal gerast upp eftir føroyskan [...] betur skil á í dystinum ímóti Malta, og tí eydnaðist okkum eisini at vinna ein uppibornan 2-0 sigur. Máttu bíða eftir 2-0 Tað var nokk so fitt av vindi fríggjadagin, tá dysturin ímóti Malta var á skránni
Betri við fólki Bethuel Johannesen sigur annars, at tað gongur heldur betri við at manna línuskipið Klakk, nú eitt nú Kósavirkið er stongt, og skip í Klaksvík eru farin undir hamaran. - Jú, áður máttu vit [...] plagar at koma, men her var steindeytt. Tað sigur Bethuel, sum saman við beiggja sínum hevur átt Klakk seinastu árini. Líggjast var annars við til at keypa skipið undir kreppuni tíðliga í nítiárunum, og tá vóru [...] hann aftrat. Bethuel leggur aftrat, at sjálvandi kundu teir farið av landinum við veiðini, men pundið er lágt, og útlitini við sølu uttanlands eru heldur einki serlig. - Vánaliga veiðan ger eisini, at tað
verið einasti fundurin við teimum fimm valevnunum, har almenningurin hevur fingið høvið at seta spurningar, og tann møguleikan vóru tað eisini fleiri, sum ikki lótu fara aftur við borðinum. Sum heild var [...] Biskupsval tó helst ikki skal verða ov ofta, hildu tey. Bergur Debes Joensen grundgav m.a. við, at helst fór eingin at siga við bisp, um bispur var útbrendur. Jógvan Fríðriksson minti tó á, at har hann hevði verið [...] eisini um hetta fer at føra við sær hægri kirkjuskatt. Peningur, góðska og tónleikur Spurt varð eisini um tónleik í kirkjuni. Her nevndi Marjun Bæk, at neyðugt helst var við hugburðsbroyting í kirkjuni
hevur verið so misnøgdur við tað politisku viðgerðina, at hann ætlaði at skrivað løgtingsformanninum bræv, har ætlanin var at spyrja, um hetta var tað, løgtingsformaðurin meinti við orðini í tingskipanini [...] løtu. Hann sigur, at sjálvur hevur hann mangan átalað hetta, men at tað rínur ikki við. Hann átalaði tað m.a. í sambandi við álitið um fíggjarlóg. Og hann fanst at tí í desember í 1996, tá ið bruttuskattaskipanin [...] afturvendandi trupulleiki hvørt einasta ár. Suni Jacobsen, formaður í fíggjarnevndini er púra samdur við Jóannesi Eidesgaard, formanni Javnaðarfloksins í atfinngingum hansara um, at summi av teimum málum
ósannindi eru komin fram, kennir hon seg noydda at koma við eini rættleiðing. Heilt einfalt var tað Tummas Magnussen, sum mundi forkomið øllum samráðingunum við síni niðurgerðandi framferð, sigur hon. Hon sigur [...] okkum sum fakfelag. Tí settu vit okkum aftur í samband við Tinganes og kravdi samráðingar, sum ætlað og at landsstýrið fann ein samráðingarleiðara við heimild at skriva undir sáttmála, ella bleiv verkfall [...] Tummas Magnussen sigur við Sosialin, at avtalað var innanhýsis í Tinganesi, at Bjørgfríð Ludvig skuldi leiða samráðingar seinnapartin. Tí tá ið vit kravdu annan samráðingarleiðara, máttu tey fyrst kanna, um