at skilja rák og útskifting í firðum og kring oyggjarnar. Hetta eru viðurskifti, sum eru grundfyritreytir fyri aling og liviumstøður hjá djórum og fyri burðardygga nýtslu av okkara firðum og havøki, sigur [...] rákið kring Føroyar og í Sundalagnum norður. Granskingin aftan fyri ritgerðina er týðandi liður í arbeiðinum at skilja streym og rák í føroyskum sjóøki. Sissal Vágsheyg Erenbjerg legði fyrst fram granskingarúrslit [...] rkætlanum. Verkætlanin er fíggjað av Granskingarráðnum og Fiskaaling, og verður hon framd í samstarvi við Havstovuna, Havforskningen í Noregi og Fróðskaparsetur Føroya. FjordProcess er onnur verkætlan
sjálvboðið. – Eg fegnist um at vit nú fara at kanna øll á markinum. Jólini eru í hondum, og skulu vit minka um smittutrýstið, og samstundis taka væl ímóti okkara útisetum, eru kanningarnar á markinum avgerandi [...] tey skulu halda seg frá fólki, og so eiga tey at lata seg kanna aftur, tá ið tey hava verið her í tveir dagar. Heimauppihaldið endar ikki fyrr enn úrslitið fyriliggur - og tað er negativt. Kanningin er [...] er ókeypis restina av árinum, men ætlanin er at taka fyri kanningarnar frá fyrst í næsta ári. Landsstýrið hevur borið eitt uppskot niðan í Løgtingið, um at taka avgjald frá fólki, sum koma til Føroya
sum í summar skifti frá Manchester City til FC Barcelona, sigur at heilsan kemur fyrst. - Eg havi tosað við læknarnar og teir halda ikki, at tað er ráðiligt at eg haldi fram við at spæla fótbólt. Heilsan [...] hevur FC Barcelona avsannað. Í gjár boðaði FC Barcelona so frá, at tað fór at verða ein tíðindafundur og tá vistu tey flestu, at áleyparin hevur skotið sítt seinasta mál.
avtalur. Jacob og Jørgen á ting Ein máti at loysa knútin uppá, er, at Jørgen Niclasen og Jacob Vestergaard fara úr Landsstýrinum, og taka sínar tingsessir í nakrar dagar. So mugu Brandur Sandoy og Annika Olsen [...] Javnaðar- og Fólkaflokkurin vóru í samgongu og høvdu m.a. sett sær fyri at seta Rúsdrekkasølu Landsins á stovn. Andstøðan, sum vóru Tjóðveldisflokkurin og Sambandsflokkurin, vóru ímóti, og samgongan hevði [...] verið í lagi. Jørgen er valdur á ting – og hann umboðar 722 veljarar. Jacob er valdur á ting – og hann umboðar 783 veljarar. Tilsamans umboða teir 1505 veljarar. Og teir standa fyri floksins konservativu
snúð seg um at granska einstøk staðarnøvn og einstakar bólkar av orðum. Nøvnini hava fyrst og fremst verið granskað sum leksikalsk og mentanarsøgulig minnir um mál og livandi talumál. Í hesi kanning av st [...] týskum og føroyskum. Hann var lærari við Eysturoyar Studentaskúla 1984 – 2018, og hevur eisini undirvíst á Føroya Læraraskúla og á Føroya Handilsskúla. Hann er ættaður úr Mykinesi og hevur havt tætt og nógv [...] Hetta hevur stóra avleiðing fyri staðarnøvnini. Tað eru færri og færri, sum brúka tey. Meginparturin av nøvnunum verður ikki brúktur eins og hann bleiv fyri 50 árum síðan. Hetta hevur so við sær, at fleiri
inn í búskapin hjá SEV stuðlar ikki upp undir tær tøkniligu avbjóðingar, sum henda uppgávan fyrst og fremst snýr seg um. SEV kann bara fata hesa hækkanina av einum almennum gjaldi sum eina eyka byrðu. [...] fáa til vega inntøkur til landið og eggja til eina skilagóða umlegging til varandi orku. Við uppskotinum verður tað meira lønandi hjá SEV at gagnnýta varandi orkukeldur og minka um framleiðsluna av streymi [...] at sambært fíggjarætlanini hjá SEV fyri 2022, so fer SEV at brúka 42.840 tons av tungolju í 2022. Og tá 13 oyru verða løgd oman á hvønn litur, so er talan um 5.569.200 krónur ella rundað til 5,6 milliónir
at Fleyr í dag vann 3-1 á oddalinum SÍ, og KÍF vann 3-1 á Drátti, sum var nummar tvey fyri dystirnar í dag. KÍF hevur haraftrat ein dyst til góðar ímóti TB, og verður hann vunnin, so er KÍF beint í hølunum [...] leiðslan í fjórða setti var svunnin burtur, og stríðshugaðu Dráttur-kvinnurnar javnaðu til 24-24, men tá mest stóð á, hildu kollfirðingarnir høvdið kalt, og vunnu settið 26-24. Dystirnir í dag: Fleyr – [...] stig frá næstfremsta plássinum, har ÍF liggur við 11 stigum - 1 stig frammanfyri SÍ á triðja plássi. Fremst er Mjølnir við 15 stigum. Mjølnir spælir leygarkvøldið kl. 18 ímóti ÍF á Kambsdsali. Dystirnir í
síðani á heysti í 2019 verið venjari í B68. Í 2020 vann liðið uppflyting í bestu deildina, og í ár eydnaðist tað væl og virðiliga at røkka málinum, sum var at varðveita plássið í fremstu røð. Øssur er framvegis [...] fyrireika nýggja kappingarárið, sum tað verður farið undir fyrst í mars. Í dag boðar B68 frá, at André Olsen er nýggjur hjálparvenjari. Eins og Øssur Hansen so er André Olsen eisini uppvaksin í B68. Síðsta [...] Síðsta starvið, sum hann hevur havt í fótbólti, var í NSÍ, har hann inntil fyrst í august var hjálparvenjari. André avloysir Alex Jovevic, sum er nýggjur venjari í Fuglafirði. Nýggjur fysiskur venjari í
arbeiðið hjá Barnahjálpini gevur meining. At síggja børn vaksa upp, fáa sær útbúgving og soleiðis kunnu lyfta seg og sína familju burtur úr fátækradømi, er allarstørsta gleðin í arbeiðnum. Umleið 450 børn [...] stovnað í 2006 undir navninum ABC barnahjálp og í samstarvi við ABC barnahjálp í Íslandi. Í 2015 gjørdist Barnahjálpin sjálvstøðugur føroyskur felagsskapur og hevur síðan virkað undir navninum Føroyska [...] India, Liberia, Nigeria, Pakistan og Senegal. Talið á børnum í stuðulsskipanini økist fyri hvørt ár. Undirtøkan at stuðla børnum persónliga er nógv økt gjøgnum árini og fáa nú umleið 450 børn í teimum seks
fáa fíggjarligt endurgjald fyri inntøkumissi og tí broyttu tey støðu og gjørdu av at gera eftir tilmælinum frá landsstýrinum og at lata aftur klokkan 23. Og løgreglan sigur, at tað hevur verið sum í grøvini [...] er, at skeinkistøð og matstovur skuldu lata aftur klokkan 23. Fyrst ljóðaði, at tað ætlaðu tey sær ikki at gera. Tey hava havt skerdar upplatingartíðir fleiri ferðir undir koronu, og tað høvdu tey ikki [...] onkrum fullum manni, sum ikki vann upp hús aftur og tey hava vakt onkran annan fullan mann, sum var sovnaður í einum bussi. Einir tveir seyðir eru yvirkoyrdir og ein bilførari fekk klipp í koyrikortið fyri