Avgjaldshækking hjá landsstýrinum kostar SEV 5,6 milliónir

Avgjaldshækkingin, sum Jørgen Niclasen vil hava Løgtingið at leggja á tungoljuna, fer at kosta elfelanum 5,6 milliónir krónur.

 

Tað er serliga verkið hjá SEV á Sundi, sum brúkar nógva tungolju

Tað vísa tølini úr fíggjarætlanini hjá SEV.

Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, sigur, at sambært fíggjarætlanini hjá SEV fyri 2022, so fer SEV at brúka 42.840 tons av tungolju í 2022. Og tá 13 oyru verða løgd oman á hvønn litur, so er talan um 5.569.200 krónur ella rundað til 5,6 milliónir krónur.

Hákun Djurhuus veit einki um hesa príshækking, tá vit spyrja hann. Hann hevur einki hoyrt um tað. Hann vísir á, at broytt krav um svávulinnihald í olju, sum kemur í gildi á nýggjárinum, kostar SEV 10 milliónir. Tað merkir, at SEV í øllum førum fer at fáa 15,6 milliónir krónur í eykaútreiðslum til olju komandi ár.

Men fer tað at ávirka prísin, sum brúkarin rindar?

– Nei, tað merkir ikki, at vit fara at broyta prísin í úrtíð. Men tað merkir, at tað fer av úrsltinum hjá SEV og upp á longri sikt merkir tað, at prísurin til brúkaran hækkar tað fyrr.

Hákun Djurhuus vísir á, at oljuavgjaldið í sínari tíð varð tikið av tungoljuni.

– Tá var tann upphæddin, sum SEV spardi, nýtt til at lækka prísin á útflutningsvinnuni, sigur Hákun Djurhuus, sum tó einki hevur frætt um, at hesin avsláttur skal takast av aftur, nú oljuavgjald aftur verður lagt á tungoljuna.

 

Tað stendur í uppskotinum hjá Jørgen Niclasen, at »Endamálið við uppskotinum er at fáa til vega inntøkur til landið og eggja til eina skilagóða umlegging til varandi orku. Við uppskotinum verður tað meira lønandi hjá SEV at gagnnýta varandi orkukeldur og minka um framleiðsluna av streymi, sum er gjørd við tungolju.«

 

Til tað sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, at hetta er misvísandi.

 

– Tí SEV arbeiðir av øllum alvi við at leggja um frá olju til varandi orku. Tað er onki galið við hugburðinum hjá SEV. At leggja eina búskaparliga byrðu inn í búskapin hjá SEV stuðlar ikki upp undir tær tøkniligu avbjóðingar, sum henda uppgávan fyrst og fremst snýr seg um. SEV kann bara fata hesa hækkanina av einum almennum gjaldi sum eina eyka byrðu.

 

 

 

Tað er serliga verkið hjá SEV á Sundi, sum brúkar nógva tungolju