Fleyr knógvaði oddaliðnum SÍ

Her eru nýggjastu flogbóltsúrslitini

Veruligur spenningur kom í Føroya Tele-deildina hjá kvinnum eftir at Fleyr í dag vann 3-1 á oddalinum SÍ, og KÍF vann 3-1 á Drátti, sum var nummar tvey fyri dystirnar í dag.

 

KÍF hevur haraftrat ein dyst til góðar ímóti TB, og verður hann vunnin, so er KÍF beint í hølunum á hinum trimum ovastu, sum kappast um tey tvey finaluplássini í landskappingini.

 

Hjá KÍF var um reppið at 3-stiga-sigurin var mistur, eftir at greiða leiðslan í fjórða setti var svunnin burtur, og stríðshugaðu Dráttur-kvinnurnar javnaðu til 24-24, men tá mest stóð á, hildu kollfirðingarnir høvdið kalt, og vunnu settið 26-24.

 

 

Dystirnir í dag:

 

Fleyr – SÍ 3-1 (25-19, 25-27, 25-21, 25-19)

 

KÍF – Dráttur 3-1 (25-20, 22-25, 25-20, 26-24)

 

TB – Mjølnir 3-0 (25-19, 25-19, 25-19)

 

 

 

Støðan (dystir) / stig:

 

SÍ (6) / 14

 

Fleyr (6) / 13

 

Dráttur (6) / 11

 

KÍF (5) / 7

 

TB (5) / 6

 

Mjølnir (6) / 0

 


--------

 

 

Føroya Tele-deildin, menn:

 

 

Eisini í Føroya Tele-deildini hjá monnum er háspenningur um finaluplássini, eftir at Fleyr vann 3-0 á SÍ.

 

Sigurin hevur við sær, at Fleyr á fjórða plássi er nú bert 2 stig frá næstfremsta plássinum, har ÍF liggur við 11 stigum - 1 stig frammanfyri SÍ á triðja plássi. Fremst er Mjølnir við 15 stigum.

 

Mjølnir spælir leygarkvøldið kl. 18 ímóti ÍF á Kambsdsali.

 

 

 

Dystirnir í dag:

 

Fleyr – SÍ 3-0 (25-17, 25-23, 25-20)

 

ÍF – Mjølnir kl. 18:00

 

Støðan (dystir) / stig:

 

Mjølnir (5) / 15

 

ÍF (6) / 11

 

SÍ (7) 10

 

Fleyr (6) / 9

 

Ternan (6) / 0