Tað hevur verið sum í grøvini í býnum í nátt

Fólk hava tikið koronu-tilmælini hjá Landsstýrinum til eftirtektar

 

Hetta er fyrsta vikuskifti síðani nýggju koronutilmælini komu í gildið. Eitt av hesum tilmælum er, at skeinkistøð og matstovur skuldu lata aftur klokkan 23. Fyrst ljóðaði, at tað ætlaðu tey sær ikki at gera. Tey hava havt skerdar upplatingartíðir fleiri ferðir undir koronu, og tað høvdu tey ikki ráð til eina ferð afturat.

 

Men á einum fundi við landsstýrið fingu tey vissu fyri, at tey tey fara at fáa fíggjarligt endurgjald fyri inntøkumissi og tí broyttu tey støðu og gjørdu av at gera eftir tilmælinum frá landsstýrinum og at lata aftur klokkan 23.

 

Og løgreglan sigur, at tað hevur verið sum í grøvini í býnum í nátt. Alt var stongt og einki fólk var at síggja nakrastaðni. Tað hevur eisini merkt arbeiðið hjá løgregluni tí tey hava bara havt smáttarí at taka sær av.

 

Í hesum sambandi hava tey hjálpt onkrum fullum manni, sum ikki vann upp hús aftur og tey hava vakt onkran annan fullan mann, sum var sovnaður í einum bussi. Einir tveir seyðir eru yvirkoyrdir og ein bilførari fekk klipp í koyrikortið fyri at koyra ígjøgnum ein krossveg, hóast tað lýsti reytt fyri honum.