Sergio Aguero hevur í dag kunngjørt, at hann gevst sum fótbóltsspælari. 33 ára gamli áleyparin, sum í summar skifti frá Manchester City til FC Barcelona, sigur at heilsan kemur fyrst.
- Eg havi tosað við læknarnar og teir halda ikki, at tað er ráðiligt at eg haldi fram við at spæla fótbólt. Heilsan kemur í fyrstu røð, sigur Sergio Aguero á tíðindafundi í Barcelona í dag.
Sergi Aguero er helst mest kendur fyri, at hann tryggja Manchester City sítt fyrsta Premier League steyp, tá hann avgjørdi meistarastríðið í yvirtíðini við máli til 3-2 móti QPR.
Tú sær javnan fólk vísa til Sergio Aguero sum Agueroooooooooo. Tað vísur til kenda frásøgumannin Martin Tyler, ið segði frá kendu løuni. Tað er eisini gjørdur ein dokumentarur við heitinum 93.20, sum er løtan tá argentinski áleyparin málaði ljósablátt yvir annars reyða Manchester.
Sergio Aguero mátti fyrr í ár lata seg skifta út við órógvi fyri bringuna. Tað hevur í eina tíð ljóðað, at hann fór at gevast við fótbóltinum, men tað hevur FC Barcelona avsannað. Í gjár boðaði FC Barcelona so frá, at tað fór at verða ein tíðindafundur og tá vistu tey flestu, at áleyparin hevur skotið sítt seinasta mál.