Frá í morgin, hósdegnum, verða øll, sum koma til Føroya aftur kannað fyri koronu, áðrenn tey sleppa leys í samfelagnum. Her er talan um øll, sum eru eldri enn 12 ár. Tey, sum eru undir 12 ár kunnu eisini lata seg kanna, men tað er sjálvboðið.
– Eg fegnist um at vit nú fara at kanna øll á markinum. Jólini eru í hondum, og skulu vit minka um smittutrýstið, og samstundis taka væl ímóti okkara útisetum, eru kanningarnar á markinum avgerandi, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, eini fráboðan.
Umframt at verða kannað, eiga øll, sum koma til Føroya, eisini at fara í heimauppihald tá ið tey eru komin. Tað merkir, at tey skulu halda seg frá fólki, og so eiga tey at lata seg kanna aftur, tá ið tey hava verið her í tveir dagar. Heimauppihaldið endar ikki fyrr enn úrslitið fyriliggur - og tað er negativt.
Kanningin er ókeypis restina av árinum, men ætlanin er at taka fyri kanningarnar frá fyrst í næsta ári. Landsstýrið hevur borið eitt uppskot niðan í Løgtingið, um at taka avgjald frá fólki, sum koma til Føroya