røkkur so víða, at ummæli eru at finna í tíðarritum í øllum hugsandi londum kring heimin, og tey hava enntá við sær, at sølufløgan hjá bólkinum er rættiliga fitt uttanlands. Nú um dagarnar kom tað fram [...] føroyskan bólk, sum hevur verið sera virkin í útlandinum og tykist verða betri fyri enn nakrantíð áður, nú bólkurin arbeiðir við nýggjari fløgu og hevur sett kuffertini til síðis í eina tíð. Týr skal spæla [...] Petur Mohr Reinert helt í sínum ummæli, at Eric The Red er nógv tann besta fløgan, sum nakrantíð er komin út í Føroyum. Hugsa um næstu útgávuna Týr hevur ikki ferðast so nógv í ár, sum bólkurin hevur gjørt
Eftir fýra umfør eru Olaf Berg og Hans Kristian Simonsen á odda við 3,5 stigum, meðan Ólavur Simonsen, Martin Poulsen og Jóhan Gaard hava trý stig. Herluf Hansen er ikki rættiliga komin í gongd við sínum [...] vunnið endatalv. Javnt bleiv tískil úrslitið, sum er sjálvasagt eitt sera flott úrslit hjá Heina, sum nú hevur eina 3-2 leiðslu innahýsis ímóti sterka stórmeistaranum. Hóast at ovastu borðini hjá føroyingunum [...] vann, meðan Heini Danielsen leikti javnt á áttanda borði. Eitt afturstig, sum eisini viðførir at liðið nú liggur á fjórða plássi við 8,5 stigum. Tó er liðið bert hálvtannað stig frá fyrsta plássi. Í triða
teimum fimm limunum eru uttanlands í lestrarørindum størsta part av árinum. - Vit spæla og venja bara tá vit eru heima í Føroyum um summarið, sigur Birgir Sigurðson sangarin úr I AM. - Men vit skriva nýtt tilfar [...] verið tey síðstu árini. - Vit framføra ikki meir enn eina, tvær ella trýggjar ferðir um árið í Føroyum. Soleiðis verður tað nokk eisini, inntil vit allir eru lidnir at lesa og eru fluttir aftur til Føroya [...] hugsa ikki so nógv um at vit eru kendir. Sjálvandi var tað stuttligt at hoyra seg sjálvan í útvarpinum í fyrstuni, men tað hugsa vit ikki so nógv um longur. Heldur ikki tað, at teir eru fyrsti kristiligi bólkurin
ng til í mesta lagi 2%. ? Skulu vit finna okkum í hesum?, spurdi Karl Johansen í hátalaraanleggið í miðbýnum, og svaraði alt fyri eitt: ? Nei, tað skulu vit ikki..! Vit skulu sláa fast fyri arbeiðsgevarum [...] serliga stóð fyri skotum. ? Vilja vit hava Páradís á jørð, ja so skulu vit gera Føroyar til eitt láglønarsamfelag, siga fólkafloksmenn. Láglønarsamfelag, siga teir. Íðan, eru fólkafloksmenninir, sum manna [...] verkafjøldin stendur spyrjandi nú sagt verður, at onki rúm er fyri lønarhækking til tey lægstløntu, nú allir aðrir samfelagsbólkar hava fingið sítt. ? Verkafólkið og fiskimaðurin eru tey, sum draga virðini heim
hevur verið FSF ein drúgvur stuðul, men sambært stjóranum, so eru teir á ongan hátt vorðnir troyttir av hesum enn. - Tað kemst av tí, at vit eru onga løtu í iva um, at føroyska fótbóltslandsliðið er fremsta [...] leggur tó dent á, at tað eisini eru onnur viðurskifti, sum gera seg galdandi í hesum. - Fyrst og fremst, so vilja vit fegin vera við til at at stuðla landsliðnum, og hartil, so eru eisini rættiliga nógv ting [...] hevur viljan og áræðið til tað. Og ikki minst, so hava vit bæði tvey framvegis ambitiónir um at koma víðari í altjóða høpi. - So alt í alt, so vilja vit heldur enn gjarna tryggja, at tað framhaldandi ber til
skulu vit ansa væl eftir ferðavinnuni og geva henni støðugar karmar at virka undir. Í seinastu ársfrágreiðingini hjá Visit Faroe Islands síggja vit, at ferðavinnan, sum er ein útflutningsvinna, nú hevur [...] Hvør skal nú gjalda meirkostnaðin? Tí harmar tað meg, at hetta verður gjørt í skundi, uttan at vit í politisku skipanini hava havt høvi at viðgera hetta nærri. Og uttan at avleiðingarnar eru lýstar og [...] ferðavinnan nú stendur fyri 6,8% av føroyska útflutninginum og er triðstørsta útflutningsvinna í Føroyum. Ferðavinnan skapar eisini nógv størv kring landið, 690 ársverk. Flestu teirra, uml. 70%, eru kvinnur
“Nú eru jól herinni” er heitið á spildur nýggja føroyska jólasangi, ið nú er at hoyra á føroyskum útvarpsrásum. Tað er 15 ára gamla Beinta Elsudóttir Jacobsen, ið syngur lagið, sum varð skrivað um jóltíðir [...] lag. "Nú fólk eru farin at stákast til jóla, og jólahugni sæst í grannalagnum, skrivar ein slíkur jólasangur faktist seg sjálvan bara við at hyggja umkring seg". Beinta hevur áður sungið, eitt nú ein sang [...] “Gott Nýggjár”, sum kom út seint í desember í fjør, og var nógv at hoyra um árskiftið. ##med2## “Nú eru jól herinni” er framleiddur av Niclas Johannesen og ljóðblandaður av Óla Poulsen. Teir báðir spæla
er ein leigusáttmáli, sum fyribils fevnir um fimm ár, og hetta eru vit sera fegin um. Í ovaru hæddini er eisini hin gamli køkurin, og her eru nýggir ovnar og eymhetta til brúks í leigumálinum hjá Miðnámsskúlanum [...] hæddin í skúlanum nú er útleigað til Miðnámsskúlan, merkir tað ikki, at virksemi ikki eisini kann vera í fimleikarhøllini og nýggja køkinum, sum bæði eru í niðaru hæddini. Í niðaru hæddini eru eisini wc, og [...] rundan um 100 - og er nú beint yvir 100 aftur. Í nøkur ár hevur eingin skúlagongd verið í skúlanum í Hovi. Fyri fáum árum síðan fekk skúlin eisini ein góðan og flottan ídnaðarkøk, og her eru allir møguleikar
erg á odda. - Tá ið vit vóru í USA á venjingarlegu vístu eitt nú Jónhard Frederiksberg, Hanus Thorleifsson og Pauli G. Hansen, at tað avgjørt skuldi roknast við teimum, men nú eru teir ikki tøkir, og harvið [...] nóg mikið at manna eitt lið við. Eitt nú Rógvi Jacobsen og Símun Samuelsen, sum í vikuskiftinum skulu spæla í fyrsta umfarinum í íslendsku landskappingini, og so eru tað t. d. Ingi Højsted, Jón Rói Jacobsen [...] at siga, um talan verður um nógvar útskiftingar undir dystinum. - Vit arbeiða við at finna fram til teir fyrstu ellivu, og so mugu vit taka tað har frá. Venjarin vil ikki siga, hvussu liðið fer at verða
Og hvørgin parturin er sinnaður at slaka, nú fólkaskúlalærararnir fyri fyrstu ferð eru farnir í lógligan arbeiðssteðg. ? Vit hava bakkað nóg leingi. Nú fara vit at standa fast við okkara krøv, sigur Elsa [...] av lærararunum í Fólkaskúlum eru farnir úr skúlanum, og Lærarafelagið brynjar seg nú til eitt langt verkfall, har tey eisini fara at seta onnur tiltøk í verk. Hvørji hesi eru, er ikki greitt, men talan kann [...] Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið eru langt frá eini loysn á sáttmálastríðnum, og verkfallið, sum nú rakar fólkaskúlan, kann gerast drúgt. Tá fólk fóru hvør til sítt á midnátt týskvøldið, høvdu báðir