Høgni Mohr
Talan var um eina rætta vekingarrøðu hjá Karli Johansen, formanni í Havnar Arbeiðsmannafelag, hin seinasta fyrsta mai í øldini. Tískil kundi tað tykast nógv fyri, at tey ikki vóru fleiri, ið høvdu leitað sær oman á Vaglið. Orsøkirnar til avmarkaðu undirtøkuna eru óiva so meinaleysar sum eplavelting, lembing og urtagarðsrøkt, tí veðrið var sum kunnugt av tí allarfagrasta.
3. klassa borgarar
Formaður arbeiðsmanna í Høvuðsstaðnum fanst hvassliga at útspælinum hjá arbeiðsgevarunum, ið avmarkar eina møguliga lønarhækking til í mesta lagi 2%. ? Skulu vit finna okkum í hesum?, spurdi Karl Johansen í hátalaraanleggið í miðbýnum, og svaraði alt fyri eitt: ? Nei, tað skulu vit ikki..! Vit skulu sláa fast fyri arbeiðsgevarum, politikarum og øllum Føroya fólki, at vit ætla okkum ikki at vera 3. klassa borgarar á hesum oyggjum; sum ætlanin er at gera okkum til, sló hann harmur fast.
At arbeiðarin er afturúrsigldur í mun til aðrar lønarbólkar í Føroyum, prógvaði formaður Havnar Arbeiðsmannafelags við døminum um boðgentuna á Telefonverkinum (nú Føroya Tele). Munurin millum hesa boðgentuløn, og eina arbeiðaraløn er sambært Karli umleið 23 krónur, sum arbeiðarin fær minni(!) um tíman. Karl Johansen fór síðan aftur í Fimtiárini at kaga í somu lønarseðlar. ? Tá fekk ein arbeiðsmaður einar 1.100 krónur í mánaðarløn, og boðgentan fekk 200 krónur. So her er vent í holuni, segði hann.
Láglønarsamfelag
Politisku atfinningarnar hjá Karli Johansen vóru ógvuliga ítøkiligar, og tað var Fólkaflokkurin, ið serliga stóð fyri skotum. ? Vilja vit hava Páradís á jørð, ja so skulu vit gera Føroyar til eitt láglønarsamfelag, siga fólkafloksmenn. Láglønarsamfelag, siga teir. Íðan, eru fólkafloksmenninir, sum manna løgting og landsstýri ikki valdir til tess at vera fyrimynd fyri okkum onnur, spurdi Karl, og fregnaðist í hesum sambandi eftir, hví hesir somu ikki lækkaðu sína egnu løn, í staðin fyri at hækka hana 60%. ? Jú, takk, láglønarsamfelag, men bara ikki fyri teir sjálvar, helt formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag speiskliga fyri.
Húklarí arbeiðsgevaranna
Karl Johansen segði, at verkafjøldin stendur spyrjandi nú sagt verður, at onki rúm er fyri lønarhækking til tey lægstløntu, nú allir aðrir samfelagsbólkar hava fingið sítt. ? Verkafólkið og fiskimaðurin eru tey, sum draga virðini heim í hetta samfelagið, staðfesti hann og fanst harðliga at próvgrundunum hjá arbeiðsgevarunum í sambandi við sáttmálan millum teir og handverkarafelagið, ið staðfestir eina tímaløn á góðar 85 krónur. ? Hetta er, sum so mangt annað tað reina húklarí, segði hann og grundaði framseting sína við at endurgeva úr samrøðum, hann sjálvur hevði havt við handverkarar. ? Teir siga, at teir arbeiða ikki fyri minni enn 100 krónur um tíman, og eru tað eisini teir, ið fáa 120 krónur. So handa sáttmálan kundi teir gott spart sær at gjørt?
Móti endunum í stuttu røðu síni harmaðist Karl um, at verkafólk vóru so lítið vird millum arbeiðsgevarar, at hesir ikki untu teimum meira enn boðgentuni. Hann segði eisini, at við hetta lag fóru foreldur at ráða børnum sínum frá at gerast verkafólk, og at hetta fór at vera stórt spell, tí Føroyar á tí degi fóru at gerast fátækar. Karl Johansen spáddi harumframt, at samráðingarnar kanska fara at enda í verkfalli, við óvissum avleiðingum.