Nú stendur skúlin ikki tómur meira

- Vit hava fingið eitt leigumál, har Miðnámsskúlin í Hovi leigar ovaru hæddina av skúlanum til eina serbreyt frá 1. august í ár at rokna. Hetta er ein leigusáttmáli, sum fyribils fevnir um fimm ár, sigur Delmar Tausen, borgarstjóri.

 

Delmar Tausen fegnast um, at hóast kommunan er lítil, er eingin nettoskuld, men nakrar krónur á bók.

Tað hevur verið langt ímillum, at sethús koma upp í Hovi, men fyri nøkrum mánaðum síðan stóðu eini nýggj sethús liðug Við Grind, sum tey rópa tað í Hovi. Her eigur kommunan trý grundstykki eftir, sum kunnu keypast bíliga - planerað fyri 30.000 krónur og ikki planerað fyri 15.000 krónur.

 

Borgarstjórin í Hovs kommunu, Delmar Tausen, sigur, at skuldi tað verið soleiðis, at fleiri ynsktu at seta búgv í Hovi, er væl av jørð í bygdini, sum liggur innan fyri galdandi byggisamtykt. So, her kundi saktans verið bygt meira, um áhugi var, sigur hann.

 

Uppundir kommunuvalið í november í 2020 var fólkatalið í Hovs kommunu dottið beint niður um 100, og tað merkti, at trý umboð skuldu veljast í bygdarráðið í staðin fyri fimm. Soleiðis hevur bygdarráðið í Hovi verið mannað við trimum fólkum síðan hin 1. januar í ár.

 

Delmar Tausen veit at siga, at fólkatalið í kommununi síðan kommunuvalið hevur ligið rundan um 100 - og er nú beint yvir 100 aftur. 

 

Í nøkur ár hevur eingin skúlagongd verið í skúlanum í Hovi. Fyri fáum árum síðan fekk skúlin eisini ein góðan og flottan ídnaðarkøk, og her eru allir møguleikar og hentleikar til matgerð. Skúlin, sum eisini hýsir bygdarráðsskrivstovuni, hevur eina góða fimleikarhøll, ið verður brúkt sum bygdarhús og sum av og á verður leigað út til bólkar og ymisk tiltøk. Nýggi køkurin er líka sum bygdur vestur úr fimleikarhøllini.

 

- Nú hava vit so eisini fingið eitt nýtt leigumál, har Miðnámsskúlin í Hovi leigar ovaru hæddina av skúlanum til eina serbreyt frá 1. august í ár at rokna. Hetta er ein leigusáttmáli, sum fyribils fevnir um fimm ár, og hetta eru vit sera fegin um. Í ovaru hæddini er eisini hin gamli køkurin, og her eru nýggir ovnar og eymhetta til brúks í leigumálinum hjá Miðnámsskúlanum.

 

Delmar Tausen vísir á, at hóast ovara hæddin í skúlanum nú er útleigað til Miðnámsskúlan, merkir tað ikki, at virksemi ikki eisini kann vera í fimleikarhøllini og nýggja køkinum, sum bæði eru í niðaru hæddini. Í niðaru hæddini eru eisini wc, og her er góðkent wc til fólk við likamligum tarni. - So, við fimleikarhøllini og nýggjum ídnaðarkøki eru møguleikarnir góðir til ymisk tiltøk, sigur borgarstjórin.

 

Skúlin í Hovi, sum varð bygdur í 1983, stendur annars fyri einari umvæling, har kommunan ætlar at skifta vindeygu og klæða bygningin, sum er úr betongi, av nýggjum.

- Vit arbeiða við at gera útbjóðingartilfar, og ætlanin er, at hetta arbeiðið skal gerast móti sumri næsta ár. Spurningurin er so, hvussu tað verður at fáa fólk at gera hetta, nú so nógv virksemi er í landinum, sigur Delmar Tausen, sum væntar, at umvælingin av skúlanum fer at kosta eina góða miljón krónur.

 

Delmar Tausen fegnast um, at hóast kommunan er lítil, er eingin nettoskuld, men nakrar krónur á bók.