Hvørgin parturin vil slaka

Føroya Lærarafelag stendur fast við síni krøv, meðan Fíggjarmálastýrið ikki til hoyra talan um so nógvar meirútreiðslur. Drúgt verkfall er fyri framman

Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið eru langt frá eini loysn á sáttmálastríðnum, og verkfallið, sum nú rakar fólkaskúlan, kann gerast drúgt.

Tá fólk fóru hvør til sítt á midnátt týskvøldið, høvdu báðir partar vrakað semingsuppskotið, sum semingsmenninir, Rúni Heinesen og Allan Skaalum, høvdu lagt fyri teir.

Og hvørgin parturin er sinnaður at slaka, nú fólkaskúlalærararnir fyri fyrstu ferð eru farnir í lógligan arbeiðssteðg.

? Vit hava bakkað nóg leingi. Nú fara vit at standa fast við okkara krøv, sigur Elsa Birgitta Petersen, sum er formaður í Føroya Lærarafelag.

Í tíðindaskrivi, sum Fíggjarmálastýrið hevur sent pressuni, staðfestir almenni arbeiðsgevarin, at hann er ikki sinnaður at lata Lærarafelagnum meira pengar, enn onnur feløg á almenna arbeiðsmarknaðinum hava fingið.


Ymiskar fortreytir fyri samráðingunum

Fíggjarmálastýrið samantvinnar lønarkrøvini hjá Lærarafelagnum og krøvini um betri arbeiðstreytir til lærararnar. Og hesi samlaðu krøvini vóru millum 10 og 11 prosent í semingsuppskotinum týskvøldið. Tað vildu Karsten Hansen og hansara fólk ikki ganga við til.

Hinvegin helt Føroyar Lærarafelag, at hetta var ikki nóg mikið.

Lærarafelagið leggur upp til, at lærararnir fáa somu lønarhækking, sum onnur á almenna arbeiðsmarknaðinum hava fingið. Men harafturat krevur felagið betri arbeiðsumstøður, so lærararnir kunnu liva upp til nýggju fólkaskúlalógina. Hesar treytir botna í, at fleiri lærarar skulu setast í starv ? helst eini 50 nýggir lærarar.

Tað hevði kostar tí almenna nógv milliónir, og hóast Lærarafelagið er sinnað at tosa um eina tillagingartíð, vil Fíggjarmálastýrið ikki lata fleiri pengar til lærararnar, enn onnur á almenna arbeiðsmarknaðinum hava fingið.

? Fíggjarmálastýrið hevur gjørt 31 sáttmálar, sum allir hava kostað nøkunlunda tað sama, og tí kundu vit ikki lata ein einstakan bólk fáa næstan dupult so nógv, sum onnur hava fingið, verður sagt í tíðindaskrivinum frá Fíggjarmálastýrinum.

Landsstýrismaðurin sigur seg vera bilsnan av, at semingsuppskotið liggur so langt frá øðrum sáttmálum, sum eru gjørdir á almenna arbeiðsmarknaðinum seinastu tíðina.


Ósamd um arbeiðstíð

Fíggjarmálastýrið sigur í tíðindaskrivi sínum, at um tað hevði gingið við til semingsuppskotið hevði undirvísingartíðin hjá lærarunum í Føroyum verið lægri enn hon er í Danmark, Noregi og Svøríki.

? Hetta er púra við síðuna av, sigur formaðurin í Lærarafelagnum, sum hinvegin vil vera við, at undirvísingartíðin í Føroyum er tann hægsta í norðurlondum.

? Tað eru lagdar so nógvar nýggjar arbeiðsuppgávur á lærararnar í nýggju fólkaskúlalógini, at teir klára ikki at loysa hesar uppgávur við verandi arbeiðsumstøðum. Teir mugu fáa betri stundir til at gera arbeiði, sigur Elsa Birgitta Petersen.

Men Karsten Hansen vil ikki seta undirvísingartíðina munandi niður, tí tað fer at kosta tí almenna ov nógvar pengar.

Ein triðingur av lærararunum í Fólkaskúlum eru farnir úr skúlanum, og Lærarafelagið brynjar seg nú til eitt langt verkfall, har tey eisini fara at seta onnur tiltøk í verk. Hvørji hesi eru, er ikki greitt, men talan kann verða um blokadu av til dømis skeiðum, nevndararbeiði og starvssetanum.