LANDSLIÐIÐ
Við fyrsta flogfarinum í morgin fer landsliðið til Póllands. Jógvan Martin Olsen fer sunnudagin fyri fyrstu ferð at hava ábyrgdina, og tað er vorðið sum uppgáva móti Póllandi, sum fyrireikar seg til HM endaspælið.
Venjarin hevur fingið avboð frá so mikið nógvum, at tað næstan hevði verið nóg mikið at manna eitt lið við. Eitt nú Rógvi Jacobsen og Símun Samuelsen, sum í vikuskiftinum skulu spæla í fyrsta umfarinum í íslendsku landskappingini, og so eru tað t. d. Ingi Højsted, Jón Rói Jacobsen, Claus Bech Jørgensen og Andrew av Fløtum og heimligu skaddu spælararnir við Jónhardi Frederiksberg á odda.
- Tá ið vit vóru í USA á venjingarlegu vístu eitt nú Jónhard Frederiksberg, Hanus Thorleifsson og Pauli G. Hansen, at tað avgjørt skuldi roknast við teimum, men nú eru teir ikki tøkir, og harvið broytist perspektivið við avbjðóðingini í Póllandi, sigur Jógvan Martin Olsen, sum samstundis staðfestir, at soleiðis eru treytirnar.
Venjarin sigur, at nýggja støðan leggur upp til, at spælarar, ið higartil ikki hava verið sjálvskrivað val, fara at fáa sentralar leiklutir sunnudagin. Hann dugir ikki at siga, um talan verður um nógvar útskiftingar undir dystinum.
- Vit arbeiða við at finna fram til teir fyrstu ellivu, og so mugu vit taka tað har frá.
Venjarin vil ikki siga, hvussu liðið fer at verða mannað frá fyrsta bríksli, men tað er neyvan nakað at ivast í, at eitt nú Janus M. Joensen, Kári Nielsen og Hans Pauli Samuelsen hava góðar møguleikar at vísa, um tað skal roknast við teimum í altjóða høpi.
Jens Martin Kundsen og Jákup Mikkelsen fara at verja málið hvør sín hálvleik. Einki er at ivast í, at Atli Danielsen og Óli Johannesen fara at verða miðverjar. Í høgra verjuborði verður tað Jann Ingi Petersen ella kanska Mortan úr Hørg. Í hinum borðinum verður tað ivaleyst Janus M. Joensen. Á sentrala miðvøllinum fer Súni Olsen at fáa møguleikan við síðuna av Fróða Benjaminsen, og so er tað upplagt, at Kári Nielsen verður verjukendur miðvallari.
Jákup á Borg og Christian Høgni Jacobsen eru sjálvskrivaðir til tvey av trimum teimum fremstu plássunum. Triði maðurin kann gerast Hans Pauli Samuelsen, og Hjalgrím Elttør er annar møguleiki
Allar kanónirnar
Pólland tapti í síðstu viku 1-0 móti Litava. Jógvan Martin Olsen sá ta uppgerðina, og hann var serliga ovfarin av Litava, sum Føroyar eru í EM undankappingarbólki við.
- Litava sýndi sera gott og hugflogsríkt spæl, sigur venjarin, sum hevur tosað nógv við Krzystof Popczynski, pólverksa HB venjaran, undan fráferðini til Póllands.
- Eg havi skilt tað soleiðis, at Pólland hevur alt fólkið tókt. Spælarar, sum ikki eru tøkir móti okkum, fáa ikki møguleikan at umboða Pólland í HM endaspælinum í Týsklandi, sigur Jógvan Martin Olsen, sum hevur verið knýttur at a-landsliðnum síðani 1996, og sum seinnapartin sunnudagin fer at fáa sín elddóp sum høvuðsábyrgdarmaður fyri landsliðnum.