ing og triathlon øll eru umboðað. Fyrsti einkultstarturin í vetrarkappingini varð súkklaður í leygardagin á einum teini millum Kaldbaksbotn og Kaldbaksbygd. Teinurin var átta kilometrar langur og skuldi [...] 38:40 og Kári Davidsen triðbestur við 40:23. 12 súkklarar vóru við í kappingini, og súkklufelagið sigur seg fegnast um góðu undirtøkuna. Kappast verður í trimum bólkum: opin bólkur, motiónsbólkur og unglingar [...] Nielsen 42:00 7. Sverri Mohr Edvinsson 42:27 8. Petur av Vollanum 42:36 9. Sámal Petur Danielsen 42:52 10. Evald Rasmussen 44:26 11. Kári Simonsen 45:15 12. Tóri Thorleifsson 45:59
heimsmeistarin og ein av mætastu telvarunum í nýggjari tíð, GM Veselin Topalov, í Føroyum. Nú klokkan 15 fór hann at telva tvey snartalv ímóti IM Helga Dam Ziska í hølum Havnar Telvingarfelags, og klokkan 16 [...] ratingstig, og so seint sum í mei 2010 ljóðaði styrkitalið á heili 2812. Í løtuni stendur hann við 2752 ratingstigum. Við á ferðini til Føroyar er eisini Silvio Danilov, umboðsmaður hjá Topalov og núverandi [...] 16 verður simultantelving á Torginum í SMS, har ein samansjóðing av evnaríkum unglingum og eldri telvarum sleppur at royna seg ímóti bulgarsku heimsstjørnuni. Øll eru sjálvsagt vælkomin til tiltøkini sigur
fremstur á mál, og enn eina ferð var tað eftir kapping. Í startinum vóru Tvørabáturin, Smyril, Riddarin, Skúgvur og Strálan allir væl við. So líka sum setti Páll Fangi seg á róðurin, og eina løtu var fjarstøðan [...] aftanfyri tann fremsta, og í endaspurtinum gekk Tvørabáturin ógvuliga væl. So væl at tað leyp lítið av hjá Páll Fanga, sum kortini enn eina ferð var fyrstur á mál og harvið er stórfavorittur at vinna FM heitið [...] fjarstøðan frá tí fremsta og aftur til teir næstu tað mesta av einari bátslongd. Sum bátarnir nærkaðust málinum var eingin ivi um, at tað var Tvørabáturin, sum var stinnastur av teimum, sum vóru aftanfyri
nýhugsan og nýskapan. Tað er P/F Fiskaaling, sum hevur tikið stig til at finna íleggjarar til felagið. Við stovnanini av iNOVA er skjøtil settur á at fáa savnað eina felags tólpark, sum bæði Setrið og allur [...] allur almenni geirin kann nýta og tískil fáa gagnnýtt øll tólini betri. - Harvið fáa vit eina ás, sum kann draga til sín vinnuna og fáa sett skjøtil á at fáa gjørt fleiri av kanningunum, sum í dag verða gjørdar [...] fyri 10 mió.kr. sum er peningur, ið er fingin til vega við, at stovnsfæið hjá Vinnuframagrunninum er niðurlagað tilsvarandi. Ætlandi skal vinnan saman við almenna geiranum leiga seg inn í lundina og harvið
fólkatalið vaks við sjey fólkum. Vága sýsla og Sandoyar sýsla vísa eisini eina samlaða tilflyting á ávikavist fýra og fimm fólk, og tað svarar til ávikavist 0,1% og 0,4%. Størstu minkingina hevur Streymoyar [...] var fólkatalið í Føroyum 48.574, og hóast burðaravlopið var 8, minkaði fólkatalið samlað við níggju fólkum. Burðaravlopið í Tórshavn var átta, men netto fráflytingin var 10, so samlað minkaði fólkatalið í [...] Streymoyar sýsla ? Havnin undantikin ? eitt burðaravlop á minus eitt og eina nettofráflyting á 11. Fólkatalið minkar sostatt í Streymoy annars við 12 fólkum. 141 fólk fluttu av landinum í januar, meðan 124 fluttu
Neistin er nummar trý við átta stigum, og Stjørnan er nummar fýra við sjey stigum. Stjørnan hevur spælt ein dyst færri enn Neistin. StÍF hevur fýra stig, og aftast eru VB og EB við ongum stigi. Neistin-Kyndil [...] Søgan millum neistakvinnur og kyndilskvinnur í SMS-deildini seinnu árini prógvar, at tað sum oftast er sera javnt millum liðini, og í kvøld var einki undantak í høllini á Hálsi. Dysturin endaði við javnleiki [...] málum, og Turið Arge Samuelsen hjá Kyndli, ið aftur gjørdi eitt hál í kvøld. Hesaferð skoraði Turið níggju mál. Súna K. Hansen var eisini eyðsýnd hjá Kyndli við sjey málum. Kyndil er oddalið við 10 stigum
Føroyar og Danmark fara at spæla HM undankappingardyst. Meðan Danmark hevur vunnið fýra teir fyrstu dystirnar í hesi HM undankappingini við málmuninum 16-0, so hava Føroyar spælt javnt ímóti Moldova og tapt [...] dómari, er útbúgvin løgfrøðingur, og hann arbeiðir sum advokatur í kroatiska høvuðsstaðnum Zagreb, umframt at hann er dómari í bestu fótbóltsdeildini í heimlandinum og dømir altjóða dystir. Hann hevur dømt [...] síðani 2009, og fyri fýra árum síðani dømdi hann fyrstu ferð a-landsdyst. Higartil í ár hevur hann dømt ein HM undankappingardyst. Tað var 27. mars, tá ið Luksemborg púra óvæntað á útivølli vann 1-0 ímóti Írlandi
følskum tíðindum og villleiðing um virusið eins og onnur evni nóg skjótt. Í einum bloggi skrivar YouTube, at tað er treytað av serfrøðingum, millum annað frá Heimsheilsufelagsskapinum, WHO, og Miðstøðini fyri [...] Sjúkueftirliti og fyribyrging í USA (CDC), at berja niður villleiðingina. – Mitt í eini alheims farsótt eiga øll at verða útgjørd við avgjørt betstu kunning fyri at verja seg sjálvan og familju sína, skrivar [...] framskunda tilgongdina við at beina burtur filmsbrot við villleiðing. Sambært honum strikar YouTube umleið 10 milliónir video hvørt fjórðingsár. Størsti parturin av teimum eru sædd færri enn tíggju ferðir. – Tað
ímóti í næsta umfari. Men tað er greitt, at talan verður um heimadyst og útidyst ímóti einari aðrari europeiskari hondbóltstjóð, og at dystirnir verða spældir í viku 11, sum er frá 13. til 20. mars. Um [...] undanbólkunum. HER ber til at hoyra frá trok.fo dystarendan, rómin aftaná dystin og samanumtøkuna hjá Sjúrði H. Hoydal, frásøgumanni og Andriasi Eriksen, viðmerkjara. -------------------------------- HER ber til [...] manslandsliðnum í hondbólti eru so smátt byrjaðir at lenda aftur aftaná rómin aftaná sannførandi 26-19 (17-10) sigurin á Lettlandi, ið tryggjaði Føroyum fyrsta plássið í undanbólki 4. Enn er ikki greitt, hvørjum
í Leirvík. Víkingur hevði 26 stig, og AB hevði 16 stig. Men tað var AB, sum átti øll stigini, tá ið Jákup Øssursson Mohr bríkslaði fyri síðstu ferð. AB vann 3-2, og hálvleiksstøðan var 1-1. Tá ið lítil [...] Málskjútti var liðformaðurin og miðverjin Søren N. Samuelsen. Tveir minuttir seinni svaraði Víkingur aftur. Málskjútti var innskifti Martin Klein Joensen, sum nú hevur skorað 11 mál og er triðiovast á máltindinum [...] lítil hálvur tími var farin, legði Rani Hansen heimaliðið á odda 1-0. Uppleggið átti Regin Jensen. Hetta var sætta málið hjá Rana Hansen. Tá ið tíðin var farin tveir minuttir út um vanligu tíðina í fyrra hálvleiki