Støðutalvan segði, at Víkingur var favorittur, tá ið AB í kvøld var gestur í Leirvík. Víkingur hevði 26 stig, og AB hevði 16 stig.
Men tað var AB, sum átti øll stigini, tá ið Jákup Øssursson Mohr bríkslaði fyri síðstu ferð.
AB vann 3-2, og hálvleiksstøðan var 1-1.
Tá ið lítil hálvur tími var farin, legði Rani Hansen heimaliðið á odda 1-0. Uppleggið átti Regin Jensen. Hetta var sætta málið hjá Rana Hansen.
Tá ið tíðin var farin tveir minuttir út um vanligu tíðina í fyrra hálvleiki, javnaði AB. Málskjútti var Brandur Jákupsson. Hetta var fyrsta málið hjá Brandi Jákupsson í næstbestu deildini í ár.
Tað restaði eitt korter, tá ið AB legði seg á odda 2-1. Málskjútti var liðformaðurin og miðverjin Søren N. Samuelsen.
Tveir minuttir seinni svaraði Víkingur aftur. Málskjútti var innskifti Martin Klein Joensen, sum nú hevur skorað 11 mál og er triðiovast á máltindinum í næstbestu deildini.
Og so var tað, at Bartal S. Petersen tveir minuttir undan leikloki skoraði AB sigursmálið. Hann er AB toppskjútti við sjey málum.
Í ólavsøkuumfarinum skal AB, 27. juli, spæla á heimavølli ímóti KÍ, og Víkingur skal 26. juli spæla í Gundadali ímóti B36.