YouTube hevur strikað eina millión filmsbrot við »vandamiklari villleiðing um koronuvirus« síðan farsóttin fór at herja.
Tað upplýsir sjónbandapallurin, sum Google eigur.
Boðini koma, eftir at fleiri sosialir miðlar av politiskum leiðarum eru lagdir undir ikki at steðga følskum tíðindum og villleiðing um virusið eins og onnur evni nóg skjótt.
Í einum bloggi skrivar YouTube, at tað er treytað av serfrøðingum, millum annað frá Heimsheilsufelagsskapinum, WHO, og Miðstøðini fyri Sjúkueftirliti og fyribyrging í USA (CDC), at berja niður villleiðingina.
– Mitt í eini alheims farsótt eiga øll at verða útgjørd við avgjørt betstu kunning fyri at verja seg sjálvan og familju sína, skrivar framleiðslustjórin hjá YouTube, Neal Mohan, í blogginum.
Samstundis boðar YouTube frá, at tey arbeiða við at framskunda tilgongdina við at beina burtur filmsbrot við villleiðing.
Sambært honum strikar YouTube umleið 10 milliónir video hvørt fjórðingsár. Størsti parturin av teimum eru sædd færri enn tíggju ferðir.
– Tað hevur altíð týdning hjá okkum at strika slíkt tilfar so skjótt sum gjørligt, men vit vita, at tað er ikki nóg mikið. Tað týdningarmesta, vit kunnu gera, er at stimbra tey góðu filmsbrotini og beina burtur tey ringu, skrivar Neal Mohan.
/ritzau/AFP/