Nýhugsan og nýskapan av Hoyvíksvegi

Í morgun varð felagið iNOVA sett á stovn. Endamálið við felagnum er at reka granskingarlundina, sum skal halda til á Hoyvíksvegi 51 í Tórshavn. Navnið iNOVA sipar til nýhugsan og nýskapan.

Tað er P/F Fiskaaling, sum hevur tikið stig til at finna íleggjarar til felagið. Við stovnanini av iNOVA er skjøtil settur á at fáa savnað eina felags tólpark, sum bæði Setrið og allur almenni geirin kann nýta og tískil fáa gagnnýtt øll tólini betri.

- Harvið fáa vit eina ás, sum kann draga til sín vinnuna og fáa sett skjøtil á at fáa gjørt fleiri av kanningunum, sum í dag verða gjørdar uttanlands, verður sagt.

iNOVA kemur at halda til á Hoyvíksvegi 51 í bygninginum hjá Vinnuframagrunnnum. Hesin verður í løtuni settur í stand fyri 10 mió.kr. sum er peningur, ið er fingin til vega við, at stovnsfæið hjá Vinnuframagrunninum er niðurlagað tilsvarandi.

Ætlandi skal vinnan saman við almenna geiranum leiga seg inn í lundina og harvið skapa eitt størri og sterkari umhvørvið til gangs fyri øll.

Nevndin hevur skipað seg við Jógvan Jespersen sum formanni. Fyribils stjóri í felagnum verður Jonhard Eysturskarð, granskari á Fiskaaling.