Páll Fangi á FM kós

Tað gekk, sum tað plagar. Páll Fangi úr Klaksvík var enn eina ferð fremstur á mál, og enn eina ferð var tað eftir kapping.

Í startinum vóru Tvørabáturin, Smyril, Riddarin, Skúgvur og Strálan allir væl við. So líka sum setti Páll Fangi seg á róðurin, og eina løtu var fjarstøðan frá tí fremsta og aftur til teir næstu tað mesta av einari bátslongd.

Sum bátarnir nærkaðust málinum var eingin ivi um, at tað var Tvørabáturin, sum var stinnastur av teimum, sum vóru aftanfyri tann fremsta, og í endaspurtinum gekk Tvørabáturin ógvuliga væl. So væl at tað leyp lítið av hjá Páll Fanga, sum kortini enn eina ferð var fyrstur á mál og harvið er stórfavorittur at vinna FM heitið.

 

Úrslit

1 Páll Fangi 04:44.18

2 Tvørabáturin 04:45.09

3 Riddarin 04:48.13

4 Strálan 04:50.04

5 Smyril 04:50.16

6 Skúgvur 04:53.17

7 Hósvíkingur 04:54.24

8 Jarnbardur 05:01.00

9 Kollfirðingur 05:06.13

10 Sølmundur 05:07.18

 

Støðan

1 Páll Fangi 28

2 Tvørabáturin 22

3 Riddarin 20

4 Smyril 17

5 Strálan 12

6 Skúgvur 9

7 Hósvíkingur 3

8 Lómur 1