sterkari mótstøðukvinnu, tí hon hevur verið í 40 dystum og hevur vunnið 38 av teimum. Og í 28 av teimum sigrunum, hevur hon sligið mótstøðukvinnuna í gólvið og tað er óhoyrt hjá kvinnuligum nevaleikarum, siga [...] styrkilistanum hjá BoxRec, er Amanda Serrano nummar eitt og Sarah Mahfoud er nummar tvey. Sarah Mahfoud hevur verið í 10 dystum sum professionell og hon hevur vunnið teir allar. [...] Tað verður upplýst í tíðindaskrivi og gongur, sum ætlað, verður dysturin í desember. Tey siga, at Sarah Mahfoud vil sleppa at møta sterkastu nevaleikarunum í heiminum, og fær hon dystin ímóti Amanda Serrano
eins meint og nógva aðrastaðni í framkomna partinum av Europa. Einaferð var tað hula-hop ringurin, sum tók øll á bóli, og bæði undan og eftir hava dømini um uppfinnilsi, sum eru tengd at frítíð og stuttleika [...] fram fríggjadagin og sunnudagin á Oyruni. Kappast verður í slalom upp á tíð, og aldursbólkarnir eru fýra í tali. Fríggjadagin verða innleiðandi kappingarnar fyri allar aldursbólkarnar, og 10 tey bestu sleppa [...] Klokkan 18.00 eru tað tey frá átta til 10 ár, klokkan 19.00 tey frá 11 til 14, og rulluskoytarar yvir 14 ár kappast frá klokkan 20.00. Tað kostar 20 krónur at verða við, og kravt verður at luttakararnir hava
hækkaður úr kr. 5.000 til kr. 6.000, meðan skattaprosentið og dagstovnagjøldini eru tey somu sum undanfarin ár. Skuldin verður niðurgoldin við 10 mió. kr. og kommunan ger íløgur fyri 7,4 mió. kr. Í sínum íløg [...] arbeiðið innan útstykking og kirkjugarðar, samstundis sum kloakkirnar í Tjørnuvík, Haldórsvík og við Norðskála skulu gerast lidnar. Eisini er umvæling av skúlanum á Langasandi og í Hvalvík raðfest. Samtykt [...] hølini soleiðis at karmarnir vera góðir. Harumframt eru pengar settir av til bátahylin á Oyrarbakka og eisini fær tekniska øki eina hægri raðfesting. Í 2020 var farið undir at dagføra kommunuskrivstovuna
eisini dømt ein EM-undankappingardyst millum Turkaland og Andorra, ið Turkaland vann 1-0. Haraftrat hevur hann dømt fleiri U21-undankappingardystir, og hann hevur eisini dømt í einum U17 endaspæli, umframt [...] gamli Donald Robertson royndi seg fyrst sum fótbóltsspælari í Partick Thistle og St. Mirren, men tað gekk ikki eftir ætlan, og so tók hann avgerð um at gerast fótbóltsdómari á hægsta støði ístaðin. Í annaðkvøld [...] undankappingini millum B36 og Levadia Tallinn úr Estlandi. Dysturin verður spældur á Tórsvølli. FM1 sigur sjálvandi beinleiðis frá dystinum. Donald Robertson hevur dømt bæði Europa League og Champions League u
nú við stuðuli frá Danska Fólkaflokkinum og Ny Alliance. Eftir manningunum fær Vinstri 25,2 prosent av atkvøðunum, Konservativi Fólkaflokkurin 10,9 prosent og Danski Fólkaflokkurin 12,7 prosent. Vinstri [...] i fær ein afturat, og DF missir tveir. Tað merkir, at stjórnarflokkarnir og Danski Fólkaflokkurin skulu hava stuðul frá Ny Alliance fyri at varðveita meirilutan í Fólkatinginum, og hóast Ny Alliance hevur [...] hevur peikað á Anders Fogh Rasmussen sum forsætisráðharra, so skulu bæði Danski Fólkaflokkurin og Ny Alliance slakað í týdningarmiklum málum, skulu teir báðir flokkarnir standa saman um stjórnina. SF t
ni og leygardagin 3. Mai fer hon at hava fyrilestur um, hvussu vit kunnu fáa meira burtur úr okkara mati og tí, sum ofta verður burturbeint. - Vit liva í einum ”brúka-og-blaka-burtur samfelagi,” og tí [...] , eru tað 925 milliónir sum svølta. Og nettupp Matoyðsl verður ovast á breddanum í Umhvørvisvikuni, sum Tórshavnar Kommuna skipar fyri í døgunum 3. til 10. mai, og sum hevur fingið undirheitið ”Spill er [...] tiltøk eru eisini í Umhvørvisvikuni. Evniskvøld verður í Østrøm um kálgarðar og sankutøð. Plantumarknaður verður í Miðbýnum, og afturvendandi tiltakið ”Plantið eitt træ” verður eisini í Umhvørvisvikuni.
til grannahúsini, har tær tríggjar kvinnurnar høvdu livað í fangilsi í 10 ár, og sparkaði eina hurð inn, so Amanda Berry slapp leys og kundi ringja til politiið. - Eg hevði fingið endan upp á komediu, um [...] alarmsentralin segði Ramsey, at hann sat og át ein Big Mac, tá hann hoyrdi kvinnuna rópa um hjálp. Amanda Berry og hennara seks ára gamla dóttir, saman við Gina DeJesus og Michelle Knight vórðu bjargað úr húsinum [...] gjalda fyri ein burgara. Tað skrivar The Plain Dealer. Fleiri enn eitt dusin av burgarabarrum og matstovum í Ohio og ein einstøk í grannastatinum, Pennsylvania hava lovað 43 ára gamla Charles Ramsey ókeypis
alla vikuna og endar sunnudagin. Í gjár og í dag hevur landsdystur – vinardystur - verið millum Føroyar og Ísland. Ísland vann samantalt 13 ½ - 8 ½ . Leygardagin vann Ísland 6 ½ - 4 ½ , og í dag vann Ísland [...] – Mortensen, Rógvi (w) 1941 0 – 1 1/9 Þórhallsson , Símun (w) 2059 – Gaard, Ingolf (b) 1946 0 – 1 1/10 Haraldsson , Haraldur (b) 2004 – Berg, Margar (w) 1758 0 – 1 1/11 Eiríksson , Sigurður (w) 1911 – Andreasen [...] Halldorsson , Bragi (w) 2103 0 – 1 1/9 Mortensen, Rógvi (w) 1941 – Þórhallsson , Símun (b) 2059 0 – 1 1/10 Andreasen, Jón S. (b) 1741 – Haraldsson , Haraldur (w) 2004 0 – 1 1/11 Jacobsen, Runi (w) 1548 – Eiríksson
Argjum, og heimaliðið vann 3-2. Hálvleiksstøðan var 2-1 til heimaliðið. Símin Hansen hevur skorað nógv mál seinastu vikurnar, og aftur í dag skoraði hann tvey mál. Hann umsetti brotsspark til mál í 10. minutti [...] minutti, og tá ið lítil hálvur tími var farin økti hann til 2-0. Uppleggið átti Mads Zaar. Lítla løtu undan steðginum minkaði EB/Streymur um munin. Tað var Gutti Dahl-Olsen, sum við frísparki setti bóltin [...] bóltinum. EB/Streymur er á sjeynda plássi við 22 stigum. Annan sunnudag skal EB/Streymur til Suðuroyar, og fríggjakvøldið skal AB til Klaksvíkar.
fólkapensjónistar hava so at siga bert fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av, og mugu tískil klára seg fyri góðar 10.000 krónur um mánaðin áðrenn skatt, og smáar 9.000 kr. fyri giftar fólkapensjónistar áðrenn [...] ógjørligt at klára s olju, mat og klæðir og tí hava Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi lagt uppskot fyri tingið um at hækka pensjónina hjá giftum pensjónistum 3.000 krónur um árið og pensjónina hjá støkum pensjónistum [...] um at hækka almannaveitingarnar 0,85 prosent. Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt málið og har er niðurstøðan, at nú arbeitt verður við eini pensjónsnýskipan, er tað neyðugt at hugsa um inntøkuna