Nú fær hon kanska dystin hon hevur droymt um

Hálvføroyski nevaleikarin skal kanska til USA at dystast ímóti heimsins besta

Nú eru ábendingar um, at hálvføroyski nevaleikarin í Danmark, Sarah Mahfoud, fær dystin, hon hevur droymt um. Í løtuni verður nevniliga samráðst um ein dyst í Las Vegas í USA ímóti Amanda Serrano úr Puerto Rico sum nógv meta at vera besti nevaleikarin av øllum.

Tað verður upplýst í tíðindaskrivi og gongur, sum ætlað, verður dysturin í desember.

Tey siga, at Sarah Mahfoud vil sleppa at møta sterkastu nevaleikarunum í heiminum, og fær hon dystin ímóti Amanda Serrano, fær hon ikki sterkari mótstøðukvinnu, tí hon hevur verið í 40 dystum og hevur vunnið 38 av teimum. Og í 28 av teimum sigrunum, hevur hon sligið mótstøðukvinnuna í gólvið og tað er óhoyrt hjá kvinnuligum nevaleikarum, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.

Hon hevur bara tapt ein dyst og ein dystur endaði við javnleiki. Amanda Serrano hevur vunnið heili níggju HM-heiti í sjey ymsum vektflokkum, og tað hevur eingin annar klárað.

Í løtuni er hon heimsmeistari í fjøðurvekt hjá felagsskapinum WBO, har Sarah Mahfoud er heimsmeistari hjá felagsskapinum IBF. Verður dysturin veruleiki, verða tað sostatt tveir heimsmeistarar, sum bresta saman.

Á styrkilistanum hjá BoxRec, er Amanda Serrano nummar eitt og Sarah Mahfoud er nummar tvey. Sarah Mahfoud hevur verið í 10 dystum sum professionell og hon hevur vunnið teir allar.