33 ára gamli Donald Robertson royndi seg fyrst sum fótbóltsspælari í Partick Thistle og St. Mirren, men tað gekk ikki eftir ætlan, og so tók hann avgerð um at gerast fótbóltsdómari á hægsta støði ístaðin.
Í annaðkvøld klokkan 20 verður skotski, Donald Robertson 1. dómari til dystin í Europa League undankappingini millum B36 og Levadia Tallinn úr Estlandi. Dysturin verður spældur á Tórsvølli.
FM1 sigur sjálvandi beinleiðis frá dystinum.
Donald Robertson hevur dømt bæði Europa League og Champions League undankappingardystir síðani 1. januar í 2017 tá hann bleiv altjóða dómari. Hann hevur eisini dømt ein EM-undankappingardyst millum Turkaland og Andorra, ið Turkaland vann 1-0. Haraftrat hevur hann dømt fleiri U21-undankappingardystir, og hann hevur eisini dømt í einum U17 endaspæli, umframt fleiri venjingardystir hjá U17 landsliðum.
So talan er um ein dómara við fitt av altjóða royndum, ið skal leiða dystin á Tórsvølli í annaðkvøld.
Annars verður Alex Troleis 4. dómari til dystin á Tórsvølli.
B36 Tórshavn (FRO) - FC Levadia Tallinn (EST)
1. dómari: Donald Robertson (SCO)
Hjálpardómari 1: Douglas Ross (SCO)
Hjálpardómari 2: Alan Mulvanny (SCO)
4. dómari: Alex De Albuquerque Troleis (FRO)
UEFA Dómaraeygleiðari: Rune Pedersen (NOR)
UEFA Umboðsmaður: Peter Oskam (NED)