Nú skulu tey samstarva

Seinastu veljarakanningarnar undan valinum í Danmark vísa, at Danski Fólkaflokkurin og Ny Alliance skulu tryggja stjórnini meiriluta

Tær seinastu veljarakanningarnar undan fólkatingsvalinum í Danmark í dag vísa ymisk úrslit, men verða úrslitini løgd saman, er niðurstøðan, at stjórnin hjá Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharra verður sitandi, men nú við stuðuli frá Danska Fólkaflokkinum og Ny Alliance.

 

Eftir manningunum fær Vinstri 25,2 prosent av atkvøðunum, Konservativi Fólkaflokkurin 10,9 prosent og Danski Fólkaflokkurin 12,7 prosent. Vinstri missir sjey tingmenn, Konservativi fær ein afturat, og DF missir tveir.

 

Tað merkir, at stjórnarflokkarnir og Danski Fólkaflokkurin skulu hava stuðul frá Ny Alliance fyri at varðveita meirilutan í Fólkatinginum, og hóast Ny Alliance hevur peikað á Anders Fogh Rasmussen sum forsætisráðharra, so skulu bæði Danski Fólkaflokkurin og Ny Alliance slakað í týdningarmiklum málum, skulu teir báðir flokkarnir standa saman um stjórnina.

 

 

SF tvífaldaður

 

Sosialdemokratarnir fáa sambært einum samandrátti av dagsins veljarakanningum 25,2 prosent av atkvøðunum ella júst tað sama sum Vinstri. Tann stóri vinnarin á vinstravonginum er Sosialistiski Fólkaflokkurin, sum sambært kanningunum fær 13,2 prosent ímóti 6,0 prosentum seinast. Tað gevur flokkinum 23 umboð í Fólkatingið ímóti teimum 11, sum flokkurin hevur nú.

 

Taparin vinstrumegin miðjuna er Radikali Vinstri, sum missir seks tingmenn. Úrslitið kemur kortini ikki óvart á, tí flokkurin hevur mist Naser Kaader og Anders Samuelsen, sum stovnaðu Ny Alliance.