Ein triðingur av øllum mati endar sum burturkast. Tí hevur tað stóran týdining, at seta kikaran á hetta evnið, sigur Elin Lindenskov, forkvinna í teknisku nevnd hjá Tórshavnar Kommunu.
Hon vísir á, at ein kanning hjá FAO, sum er matvørustovnurin hjá ST, vísir, at samstundis sum at 30 prosent av øllum mati í heiminum endar sum burturkast, eru tað 925 milliónir sum svølta.
Og nettupp Matoyðsl verður ovast á breddanum í Umhvørvisvikuni, sum Tórshavnar Kommuna skipar fyri í døgunum 3. til 10. mai, og sum hevur fingið undirheitið ”Spill er spell.”
Danska-russiska, Selina Juul, sum í fjør fekk Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins fyri sítt stríð móti matoyðsli, verður gestur á Umhvørvisvikuni og leygardagin 3. Mai fer hon at hava fyrilestur um, hvussu vit kunnu fáa meira burtur úr okkara mati og tí, sum ofta verður burturbeint.
- Vit liva í einum ”brúka-og-blaka-burtur samfelagi,” og tí halda vit, at tað hevur týdning at seta kikaran á hetta evnið, sigur Elin Lindenskov.
Fleiri onnur tiltøk eru eisini í Umhvørvisvikuni. Evniskvøld verður í Østrøm um kálgarðar og sankutøð.
Plantumarknaður verður í Miðbýnum, og afturvendandi tiltakið ”Plantið eitt træ” verður eisini í Umhvørvisvikuni.
Tað verður Skipað verður eisini fyri gongutúrum við ferðaleiðarum, og so verður eisini farið í sniglakríggj og alt endar við einum stórum ruddingardegi.
|










