plagdi hann mangan at skipa í føroyskum dansi. Tá ið eg var smádrongur, var eg nógv norðuri við Gjógv. Haðani havi eg nógv góð minnir. Mangan var farið til útróðrar og at dyrgja. Tá ið vit fóru vestur um Riv [...] ánni, ið rennur beint við húsini. Tá ið eg hevði ligið og lurtað eina løtu, kundi eg hoyra fetini frá abba, tá hann fór niður trappurnar og inn í køkin. Tá var eg skjótur upp, gloppaði spakuliga køkshurðina [...] nini komin. Tað var altíð stuttligt at koma norður til Gjáar at vitja langabba og langommu. Tey hava altíð verið blíð at komið til, men túrarnir til Gjáar eru fækkaðir, síðan vit fóru á Mørkina í Streymnesi
uttanífrá ikki parkera á økinum hjá Fólkatinginum, tá tey ikki finna eitt parkeringspláss aðrastaðni í stórbýnum. - Eg gevi ikki bøtur, um fólk parkera, har tey ikki skulu. Tað kann eg ikki, tí hetta er [...] serligt. Ikki tí, eg eri komin yvir vanlukkuna og havi lagt hana afturum meg. Tað er heldur ikki tí, eg gangi við brævbjálvanum í innara lummanum. Tað er bara lættari at greiða frá vanlukkuni, tá eg havi myndirnar [...] hevur rokkið eftirlønaraldur. - Eg ætli mær at steðga her so leingi, eg kann. Her er gott at vera, og her kenni eg meg vælkomnan, sigur Árni. Tað er eisini týðiligt, at her ikki er talan um ein parkeringsvørð
Andaktshaldarin hevði forfall og eg varð biðin um at siga nøkur orð. Eg segði nei. Eg havi slett ikki gingið í missiónshús alt mítt vaksna lív, og eg dugi ikki at siga nakað, sum allarhelst eisini [...] snaraði eg norður til Nesvíkar, tá eg var komin til Streymin hetta fríggjakvøldið ávegis norður á Hellurnar at halda vikuskifti. Legan var longu byrjað. Úti í gongini spældu børn, sum eg kendi [...] eisini. Halgadoyð eg eri broyttur nógv hesi seinastu 40 árini, og tað vóru hini eisini, also tey sum ikki eru deyð. Undirlutakenslan í barnaárunum førdi til at eg helt meg ikki vera serliga vakran
arkið. Og hetta er hugmyndin, eg havi nýtt til at listprýða veggirnar á Skúlatrøð. ##med3## Bert hugflogið setur avmarkingina Veggirnir verða sum eitt ovurstórt ark, og so havi eg teknað strikur og formar um [...] nátúrligur partur av gerandisdegnum. List fer frá at vera okkurt mystiskt, sum man ikki hevur skil fyri ella ikki tímir, til at vera eitt tilboð í býnum, hon fjálgar og lyftir býin. Ein býur, sum brúkar orku [...] fyri gott samstarv. Eg takki eisini arkitektunum, Høgna Kastalag og Svend Sivertsen fyri samstarvið í samband við teknisku og praktisku tilgongdina til listprýðið. Somuleiðis takki eg Innspark, sum hevur
vil eg seta fokus á bólkin 0 til 18 ár og taka útgangsstøði í mínum nærumhvørvi, har eg sjálvur eri vaksin upp og mín børn somuleiðis. Tað er ein sannroynd, sum ofta verður tikið til, at um børnini trívast [...] talan um stuðul til hølir, útgerð og leiðsluberandi uppgávur. Fyri mítt viðkomandi, so er Hoyvík staðið, har eg eri uppvaksin og havi slitið mínar barnaskógvar. Í 1969, tá ið eg flutti til bygdina, vóru [...] trivnaðurin skal stuðlast Eg meini, at vit skulu seta enn meiri fokus á trivnaðin í lokalu økjunum í kommununi. Og tá meini eg við - umframt bygdirnar – eisini býlingar í miðstaðarøkinum. Eg eri av tí áskoðan
hann setti borimaskinuna í holið á tí eina klettinum, sum ikki var knústur. - Grús var komið í holið, og eg visti ikki av, at dynamittið ikki var sprongt. Hann sigur, at meðan hann stóð og boraði, gingu [...] menninir vóru farnir til kaffi, tá ið hendingin fór fram, men hann minnist væl tilburðin, áðrenn hann svímaði. - Eg setti meg á ein stein eftir ógvusliga brestin, og har svímaði eg eina eina løtu. Rosmunda [...] ólavsøku. Eisini í Íslandi Gulldrangur var ikki í vinnu alt árið, og tey 11 árini, Jákup Oluf var knýttur at skipinum, var hann eisini fýra ár í Íslandi. - Eg var tvey ár í Vestmannaoyggjunum, har vit royndu
Heðin Mortensen. ? Eg havi verið í onkrari líknandi støðu fyrr, men ikki so ringari, men eg eri komin uppundan aftur, tí eg haldi meg vera ein fightara, og eg gevi ikki upp, tá ið eg havi sett mær nakað [...] positivt innstillað til at fara í gongd, og vit líta á hvønn annan. Vit hava havt gott samstarv higartil, og eg ivist ikki í, at tað fer at halda fram, sigur Heðin Mortensen, sum ikki heldur, at rokið seinastu [...] ? Tá tú ikki svevur í fleiri dagar, og ágangurin er harður allatíðina, verður tú moyrur, og tá kann verða trupult at halda fast við eina avgerð. Men eg hevði tikið eina støðu, og hana stóð eg við, sigur
ri í 1973, havt samband við Johan Nielsen, fólkatingsmann, um at játta fullan studning til høllina, ikki bara til undirvísingarhøll, men høll við 25 metra hyli. So ein dag fáa vit tríggir fundarboð frá [...] vit tríggir fóru síðani til Danmarkar, har Johan tók sera væl ímóti okkum, hevði lagt til rættis fund. Hetta gjørdist ein ógloymandi túrur. – Tá fundurin var av, varð farið aftur til Føroya við heildarstudningi [...] Olvheðin og eg høvdu, men mong skuldu koma eftir hetta. Olvheðin var maður við visjónum, hann hevði styrki til at halda fast við sína meining, hann var ein rúkandi debatørur, og tað skuldi nógv til at fáa hann
- Eg haldi, at tað býr ein lítil avintýrari í konuni, sjálvt um hon ikki hevði funnið upp á slíkt. Livar Nysted sigur, at tók familjan ikki undir við, at hann fer avstað, hevði tað ikki borið til. Hann [...] Nysted boðin niður til Onglands, tí ferðin hjá honum og feløgum hansara við Artemis í gjør tvørtur um Atrlantshavið, kom í Guinnes metbókina. Men Livar Nysted fór ikki avstað. - Eg tímdi ikki at brúka pening [...] Hann kundi ikki livað við, at konan og børnini sótu bangin heima. Tá ið jólini og nýggjárið eru farin afturum, fer hann av álvara undir at fyrireika seg kropsliga til túrin. Venjing merkir, at hann fer at
Elin Holm umframt eg sjálvur. Eg minnist, eg bar honum 32 greipir av smáfiski, tá eg hevði verið til skips fyrstu ferð. Betri pedagogi havi eg enn ikki møtt. Vit sóu sera nógv upp til Svenning Tausen, og [...] onkum lærara, sum ikki orkaði okkara flaksandi mynstur. Tá vit hoyrdu, at flokkurin skuldi býtast sundur í tveir, gjørdist samanhald okkara enn betur. Viðhvørt vóru vit als ikki til at stýra. Serliga [...] Eg má siga farvæl, tíverri ov seint, men kortini eitt vakurt farvæl, vegna okkara fólkaskúlaklassa til okkara allarbesta lærara nakrantíð, Svenning Tausen, sála, sum júst er farin frá okkum. So ólogiskt