? Ágangurin var øgiligur

Eftir eina sera buldrasliga viku, har hann mest sum ikki svav í fleiri dagar og var útlúgvaður av beinhørðum politiskum stríði, er Heðin Mortensen positivur og bjartskygdur. Vit hava spurt hann, hvussu hann hevur upplivað seinastu vikuna, og hvat hann í grundini ætlar sær sum borgarstjóri í Havn

? Onkur annar hevði helst bukkað undir fyri trýstinum.
Soleiðis sigur komandi borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, um dagarnar eftir kommunuvalið í síðstu viku, tá ið hann gjørdist stóra samrøðuevnið í fleiri dagar.
? Tá tú ikki svevur í fleiri dagar, og ágangurin er harður allatíðina, verður tú moyrur, og tá kann verða trupult at halda fast við eina avgerð. Men eg hevði tikið eina støðu, og hana stóð eg við, sigur hann.
Heðin Mortensen tvíheldur um, at tað, sum hann gjørdi eftir valið, var ein roynd at tryggja Sambandsflokkinum størri ávirkan.
? Eg royndi at gera væl, men tað vísti seg, at soleiðis skiltu fólk tað ikki. Tað er harmiligt, at fólk kenna seg snýttan, tí eg royndi bara at smíða, meðan jarnið var heitt, sigur hann.

Ágangurin var øgiligur
Orsøkin til, at Heðin Mortensen gjørdist mest umtalaði maðurin í landinum í nakrar dagar, hevur verið gjøgnumtugd í fjølmiðlunum í fleiri dagar. Komandi borgarstjórin í Havn hevði sum partur av Sambandsflokkinum gjørt eina avtalu við Fólkaflokkinum um samstarv næstu fýra árini, men hann leyp frá hesi avtalu, tí hann helt hana ikki verið bindandi, og tí Sambandsflokkurin fekk eitt betri tilboð frá hinum flokkunum í býráðnum.
Tá ið Heðin Mortensen hevði gjørt avtalu við Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin, stóð hann einsamallur, tí hini í Sambandsflokkinum hildu seg til fyrru avtaluna. Og so byrjaði rokið, sum endaði við, at Heðin Mortensen skifti flokk, og næstu fýra árini skal stýra høvuðsstaðnum sum Javnaðarborgarstjóri.
? Dagarnir eftir valið vóru ógvuliga turbulentir, og tann harðasti ágangurin kom frá fólki í mínum egna flokki. Men tað vóru eisini sera nógv fólk, sum søgdu seg stuðla mær, og tað var fløvandi at fáa teldupostar og sms við uppmuntrandi orðum, tí ágangurin var øgiligur, sigur Heðin Mortensen.
? Eg havi verið í onkrari líknandi støðu fyrr, men ikki so ringari, men eg eri komin uppundan aftur, tí eg haldi meg vera ein fightara, og eg gevi ikki upp, tá ið eg havi sett mær nakað fyri.

Flokkuri gekk aftur
Valið hjá Sambandsflokkunum í høvuðstaðarkommununi var einki serligt. Flokkurin misti atkvøður og ein býráðslim. Harafturat var flokkurin ikki so nógvar atkvøður frá at missa ein lim afturat.
Tað var millum annað hetta, sum fekk Heðin Mortensen at handla.
? Um tú hyggur eftir valinum, so misti Sambandsflokkurin ein býráðslim, og av sitandi býráðslimum var tað bara eg, sum fekk fleiri atkvøður. Tí helt eg, at her var okkurt spinnandi galið, og tá eg síðani royndi at tryggja flokkinum størri ávirkan, var tað ein roynd at venda skeivu gongdini hjá flokkinum, sigur Heðin Mortensen.
? Tað var ikki gamalt, at mann lat ein kalva fara aftur við borðinum, og tá eg gjørdi avtaluna við Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkinum, var tað ein avtala, sum skuldi umfata allan Sambandsflokkin og ikki bara meg, sigur hann.

Vilja skipa seg sum skjótast
Hóast fýra samgonguskjal vórðu gjørd í Tórshavnar kommunu innan nakrar fáar dagar eftir kommunuvalið, og hart stríð var millum flokkar og innanhýsis í Sambandsflokkinum, tykist tað nú verða púra greitt, at avtalan, sum Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin hava gjørt, stendur við makt.
Flokkarnir hava heitt á sitandi borgarstjóra í Havn, Jan Christiansen, um at kalla nýggja býráðið saman, so tað kann skipa seg, og teir ætla at koma við nýggjari áheitan.
? Vit eru klár at fara til arbeiðis, og tað er eingin orsøk við at bíða til síðstu løtu við at skipa nýggja býráðið, sigur Heðin Mortensen.
? Vit hava býtt allar nevndarsessirnar, og tað hevði verið gott fyri bæði okkum og umsitingina, at hetta varð endaliga avgreitt í býráðnum, tí so kundu vit fyrireika okkum til ársskiftið, heldur hann.

Nógv á skránni
Nýggja samgongan millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin hevur stungið út í kortið, hvat hon ætlar næstu fýra árini, og nógv er á skránni á øllum økjum. Líka frá eldraøkinum, sum skal raðfestast høgt, til barnaansingina, mentan, ítróttin, havnina og so víðari.
? Ætlanin er, at formenninir í teimum ymsu nevndunum skulu hava betri møguleikar at arbeiða, og teir skulu hava størri ábyrgd. Á tann hátt fáa vit eina betri virkandi kommunu. Tað ræður eisini um, at starvsfólkini kenna seg væl og fáa størri ábyrgd, so vit fáa ein kommunu, sum verður effektivari.
? Vit eru øll positivt innstillað til at fara í gongd, og vit líta á hvønn annan. Vit hava havt gott samstarv higartil, og eg ivist ikki í, at tað fer at halda fram, sigur Heðin Mortensen, sum ikki heldur, at rokið seinastu vikuna fer at ávirka samstarvið í býráðnum í longdini.
? Tíðin lekir øll sár ? eisini í politikki. Tí rokni eg við, at tá ið hetta rokið hevur lagt seg eitt sindur, fáa vit eitt gott samstarv í býráðnum. Allir býráðslimirnir vilja jú kommununi væl, sigur Heðin Mortensen.
Hann ljóðar so bjartskygdur, sum hann kann vera, og tað ljóðar eisini, sum hann meinar hvørt orð. Hann sigur seg eisini verða greiðan yvir, at tað nyttar ikki bara at lova, tað skal eisini arbeiðast.
? Mín partur skal ikki liggja eftir, og tá ið borgararnir í Havn um fýra ár sleppa aftur á, tá fáa teir eisini møguleikan at meta um okkara avrik, sigur Heðin Mortensen.

- - -

FAKTA

Heðin Mortensen er føddur 7. apríl 1946 í Trongisvági. Kona hansara er Hjørdis Egholm Mortensen. Tey eiga børnini Elin, Ann, Guðrun og Eirikur.

Heðin er útbúgvin maskin- og bilmekanikari, og hann hevur eisini útbúgving sum bilsýnismaður og tryggingarmaður. Hann arbeiddi sum maskin- og bilmekanikari í 17 ár, men síðan 1978 hevur hann arbeitt sum tryggingarmaður hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.

Hann var fyrstu ferð valdur í Tórshavnar býráð í 1972 og hevur sitið har síðani. Heðin hevur sitið í styttri og longri tíðarskeið í løgtinginum síðani 1989 ? bæði sum varalimur og sum valdur løgtingsmaður.

Hann hevur verið virkin í ítrótti og mentan ? var millum annað formaður í Havnar Sjónleikarfelag í fleiri ár og hevur verið forseti fyri ÍSF síðani 1980.