Søga
Jákup Oluf Joensen, sum fyllir 75 í dag, vaks upp á Mørkini í Fuglafirði og fór sum ungur til skip í 1948. Tað var við mammubeiggja sínum, Meinhardi Jacobsen, sum førdi Gulldrang.
Jákup Oluf var í tilsamans 11 ár við Gulldrangi, og hann minnist, hvussu gekst hvønn einstaka túrin.
- Fyrsta árið, eg var við Gulldrangi, gjørdu vit fimm túrar við línu undir Íslandi, og vit høvdu fult skip hvønn túrin.
Hann sigur, at teir plagdu at gera tveir línutúrar undir Íslandi um várið og síðan fóru teir á sild, men teir byrjaðu ongantíð at salta fyrr enn á ólavsøku.
Eisini í Íslandi
Gulldrangur var ikki í vinnu alt árið, og tey 11 árini, Jákup Oluf var knýttur at skipinum, var hann eisini fýra ár í Íslandi.
- Eg var tvey ár í Vestmannaoyggjunum, har vit royndu við línu og gørnum, eitt ár í Keflavík og eitt ár við trolara úr Reykjavík, har vit royndu eftir kongafiski.
Hann sigur, at tað kom fyri, meðan Gulldrangur lá, at onkur manglaði ein mann, og so var bara at leypa avstað.
Saman við Levi
Eftir árini umborð á Gulldrangi, var Jákup Oluf við Stellu Mariu, sum Levi Joensen, førdi.
- Vit royndu við línu undir Føroyum um veturin og ísaðu fiskin. Síðan fóru vit til Grønlands; fyrst ein línutúr og síðan ein snellutúr. Í Grønlandi saltaðu vit fiskin.
Jákup Oluf hevur gott minni, og veit at
siga, at tað gekst óføra væl hjá Levi Joensen at fáa fisk.
Tá ið Levi keypti Staksáfoss og gav honum navnið, Klettur, var Jákup Oluf eisini við eitt skifti.
- Tá ið Klettur fór á sild, fór eg av.
Á hemaraveiði
Tað var Erling Laksáfoss, sum átti Stellu Mariu, og tá ið hann keypti Stellu Karinu, fór Jákup Oluf eisini umborð á hetta skipið.
Við Stellu Karinu vóru vit eitt nú á hemaraveiði í Ný Foundlandi.
- Eg minnist, vit fingu 100 tons av hemara har yviri, men vit royndu nokso leingi. Vit royndu eisini undir Føroyum í einar 3-4 dagar, tá ið vit komu heimaftur um jóltíðir, og her fingu vit eini 10 tons av hemara, sigur Jákup Oluf Joensen.
Stella Karina seldi hemaralastina í Týsklandi.
Arbeiddi í landi
Jákup Oluf Joensen, sum er best kendur frá sínum tilsamans 38 árum á Havsbrún, sigldi soleiðis í fleiri ár, áðrenn hann legðist uppi og fór at arbeiða uppi á landi.
- Tá ið eg fór upp á land at arbeiða, fór eg at hjálpa systkinabarni mínum, Jóan Jakku Joensen, sum hevði maskinur og bilar.
Hann sigur, at Jóan Jakku hevði ymisk arbeiðir at gera.
- Hann bygdi vegir, vatnbrunn, og eg meini, at hann eisini bygdi upp í skúlan.
Meðan Jákup Oluf arbeiddi hjá Jóan Jakku, mundi rættiliga verið illa vorðið hjá honum.
Klettur sprongdist
- Hetta var, meðan vit vóru í holt við at byggja veg. Vit høvdu sprongt, men onkur klettur lá heilur eftir.
Jákup Oluf sigur, at hendingin fór fram, tá ið hann setti borimaskinuna í holið á tí eina klettinum, sum ikki var knústur.
- Grús var komið í holið, og eg visti ikki av, at dynamittið ikki var sprongt.
Hann sigur, at meðan hann stóð og boraði, gingu perlan og dynamittið av.
- Fjúsið var soleiðis loysnað úr dynamittinum, tá ið vit høvdu sprongt, men perlan og dynamittið sótu eftir.
Jákup Oluf sigur, at tað var ein øgiligur brestur, tá ið kletturin sprongdist.
- Tíbetur helt eg í hesi løtu borimaskinuna út frá kroppinum. Annars var vanligt at hella brynguna framyvir. Kletturin sprongdist, og borimaskinan reyk himmalhøgt og fór í knús.
Á skaðastovuna
Jákup Oluf sigur, at hinir menninir vóru farnir til kaffi, tá ið hendingin fór fram, men hann minnist væl tilburðin, áðrenn hann svímaði.
- Eg setti meg á ein stein eftir ógvusliga brestin, og har svímaði eg eina eina løtu.
Rosmunda Joensen, kona Jákup Oluf, minnist, hvussu maðurin sá út, tá ið Jóan Jakku kom heim við honum.
- Hann sá ikki tespiligur út; var bláur og í støðum blóðsprongdur um andlitið, sigur hon.
Men Jákup Oluf kom væl frá hesi hendingini.
- Eg brákaði aðra hondina, men tíbetur kom einki upp á eyguni. Hinvegin sótu nógv smá steinpettir kring um í andlitinum og á hondunum, sum læknarnir noyddust at taka úr, sigur hann.
Á Havsbrún
Í blaðnum í gjár høvdu vit samrøðu við Jákup Oluf Joensen um tey 38 árini, hann starvaðist á Havsbrún í Fuglafirði.
- Eg minnist aftur á øll hesi ár við gleði og takksemi, og eg fegnist um, at Havsbrún í dag er eitt vælvirkandi og vælrikið virkið, sigur hann.
Jákup Oluf og Rosmunda búgva á Mørkini í Fuglafirði í barnaheiminum hjá Jákupi Olufi, sum tey hava umbygt og gjørt so hugnaligt við vøkrum urtagarði og snøggum túni um húsini.
Tey fingu 5 børn, men tað eina barnið doyði av meningittis, tá ið tað bert var ellivu mánaðar gamalt.
Hini fýra børnini eru Hanna, sum býr í Rytuvík, Anna-Elisabeth, sum býr í Havn og síðan tvíburðarnir, Sonja, sum býr í Leirvík og Andras, sum býr í Danmark.
Jákup Oluf Joensen fyllir 75 ár í dag, og føðingardagurin verður hildin í Fuglafirði.